Veðurlag og -líkindi

Myndin vísir í metrum hægstu týðandi alduhædd (Hmo) við Føroyar eitt miðalár. BÁRÐUR A. NICLASEN AND KNUD SIMONSEN, 2012

Í loggbókunum hjá Havnar skansa, ber til at finna veðureygleiðingar so langt aftur sum til 1782. Men tað var ikki fyrr enn í 1866, at menn vegna Scottish Meteorological Society fóru at gera veruligar veðurmátingar í Føroyum. Eftir at Danmarks Meteorologiske Institut (DMI) varð sett á stovn í 1872, var tað hesin stovnurin sum saman við staðkendum fólki stóð fyri mátingunum fram til 2009.

At byrja við vóru tað hitastig og kuldastig, sum vórðu mátað og umframt tað barometurstøða og avfall, men eftir seinna heimsbardaga, tá ið slapst fram at avløgdum útbúnaði hjá Royal Air Force, hava eisini ætt, vindferð og luftvæta verið mátað. Seinni eru skýhædd, sýni og sólstráling eisini mátað. Beint fyri seinna heimsbardaga varð farið at máta veðurviðurskiftini í hæddini við at senda ballónir upp.

Radiorannsóknar- og mátistøðin í Hoyvík, sum nú er veðurstova, varð tikin í nýtslu í 1993, og líka til nú hevur hon verið høvuðssæti fyri tí virksemi, sum DMI hevði í Føroyum. Í 2009 yvirtók løgtingið ábyrgdina av veðurtænastuni, og síðan hevur Vørn, sum er fiskivinnueftirlit og bjargingartænasta, staðið fyri at máta veður á støðini. Í 2020 vóru mátistøðir í vitunum í Mykineshólmi, á Borðuni og í Akrabergi og umframt tað á Kirkju, Eiði og í Tórshavn.

Umframt ymiskar stovnar og einstaklingar, sum hava gjørt stokkutar mátingarverkætlanir, hevur Landsverk síðan 1987 sett upp mátistøðir um landið, sum bæði vísa koyrilíkindi, veðurlíkindi, flóð og fjøru og sjóvarhitan í ávísum havnarløgum. Síðani 1979 hevur Landsverk í samstarvi við Vørn eisini regluliga mátað alduhædd kring oyggjarnar.

Veðrið í tølum

Veðurlagið í einum øki verður ofta lýst sum miðalveðurlag, ið byggir á miðal skrásettar veðurmátingar ofta í eitt tríati ára skeið. T.d. byggir feskasta miðalveðurlagslýsingin fyri Havn á mátingar, sum eru gjørdar í tíðarskeiðnum frá 1991 til 2020. Veðurstøðin í Havn stendur 55 m oman sjóvar og hevur hetta tíðarskeiðið skrásett miðalhitan til 6,8 °C, samlað avfall til 1.320 mm árliga og miðaltal av sólskinstímum árliga til 869. Harumframt eru skrásettir 35 kavadagar árliga.

Hesi tølini úr Havn mugu tó takast við fyrivarni, tá ið hugsað verður um restina av Føroyum, tí tað kann vera rættiliga stórur munur á veðri frá staði til stað. T.d. er ofta mjørki í Havn serliga seinna partin av sumrinum, og tað ger, at sólskinstímarnir fækka hesa ársins tíðina. Avfallið er eisini ógvuliga ymiskt, tí undir landi regnar o.u. 1.000 mm um árið, men miðskeiðis í Føroyum kann avfallið vera upp í 4.000 mm um árið. Harumframt kólnar okkurt um 0,65 °C fyri hvørjar 100 m, tú fert upp um sjóvarmálan. Hetta merkir, at samstundis sum láglendið í Føroyum hevur temprað veðurlag, hevur hálendið arktiskt veðurlag.

Tað er eisini stórur munur úr staði í stað, tá ið hugsað verður um vind. Og alt eftir hvar ið mátistøðirnar standa, er árliga miðalvindferðin máld til millum 4 og 10 m/s. Øgiligur stormur kann vera í Føroyum. Tiltiknu jólaódnina í 1988 var miðalvindferðin á Norðradalsskarði 59 m/s í 10 minuttir. Til samanburðar hava ódnir í minsta lagi 32,6 m/s í miðalvindferð.

Staðbundið veður

Fleiri frágreiðingar eru um, at veðurlagsligur munur er frá staði til stað. Fjøllini ávirka eyðvitað vindin, men hetta er so fløkjaligt frá einum staði til annað, at eingin veðurmyndil dugir at rokna tað út. Skorið inn á bein kann verða sagt, at ættirnar, har fjøllini líva fyri vindinum, tá ið vindferðin er lág, kunnu vera skaðaættir, tá ið vindurin gerst hvassur, ikki at tala um ódn, tí at fjøllini gera, at øgiligur meldur er í luftini ávís støð.

Í heitari luft kann vera meira vatn enn í kaldari luft, og tí er tað hitin, sum ger av døggmarkið, t.e. vatnnøgdina, sum er í luftini, áðrenn dropar myndast. Av tí at Føroyar liggja millum havstreymar, sum ofta eru heitari enn luftnøgdin, sum er ovari, er luftin yvir oyggjunum ofta nær døggmarkinum. Hetta er grundin til, at tað so ofta er samdrigið, og at tað regnar so illa í Føroyum.

Hetta hevur eisini við sær, at tað skulu bara smáar staðbundnar broytingar til, at tað gerst skýggjað ella hann køvir av við mjørka í árendum støðum. T.d. kann mjørki sum eitt skot fjala fjøllini, men koyrir tú einar 20 minuttir undan summarmjørkanum í Havn, er sýnið framúrskarandi.

Eins og vindurin verður ávirkaður av fjøllunum, er sama at siga um avfallið. Tá ið slavin luft rekur inn yvir oyggjarnar, verður hon borin upp um fjøllini og gerst tískil kaldari. Tí regnar meira á fjøllunum, men tað merkir, at luftin gerst eitt vet turrari. Veðrið verður tí ofta betri handan fjøllini; um væl vil til klárari og lýggjari. Ein holl meginregla ljóðar tískil soleiðis: Vilt tú hava góðveður, far so so langt sum til ber undan ættini.

Líkindini á havinum

Føroyar liggja at kalla miðskeiðis fyri, tá ið hugsað verður um, hvussu norðuratlantslágtrýstini flyta seg. Hetta hevur við sær ógvisliga aldugongd, sum man metast millum ta mest avbjóðandi í heiminum. Yvirskipað man vestanaldan vera tann boysnasta, tí vesturættirnar eru tær ráðandi. Heldur frægari er eystanfyri, men eystanaldan er eisini boysin.

Ikki er stórur munur á flóð og fjøru. Men sum oyggjarnar eru dánaðar, myndast smøl sund, sum á stuttum strekkjum skapa sjóvarfalsrák, sum er so strítt, at før við lítlari motororku nóg illa vinna á teimum. Serliga kunnu vandastøður standast av, at bátur ella skip leggur á sund ella fjørð, tá ið rekur í ættina. Har bróta aldurnar av álvara; bátur ber ikki boð í bý, og sjálvt til tað stórt skip kann vera illa skølsett.

Les meira

Les meira um nátturuna og landslagið í Føroyum