Jarðfrøði

Forberg vestanvert á Suðuroy. Niðasti partur er Beinisvørmyndanin og ovari er myndanin, sum kemur til sjóndar í Malinstindi.
ÓLAVUR FREDERIKSEN/TRAP FÆRØERNE, 2021

Ein ryggur, Miðatlantsryggurin, gongur eftir atlantshavsbotninum heilt frá Grønlandshavi fyri norðan og til havleiðirnar við Antarktisk fyri sunnan. Ryggurin er ein spjaðingarryggur, sum tilskilar, hvar ið meginlandspláturnar førka seg frá hvørji aðrari. Hóast ryggurin mest sum allur er niðansjóvar, er hann til tað stuttan tein á landi í Íslandi, har hann lutar landið í tveir partar: ein vestanpart, sum er á norðuramerikonsku meginlandsplátuni, og ein eysturpart, sum er á evrasisku meginlandsplátuni.

Miðatlantsryggurin myndaðist har suðuri fyri o.u. 175 mio. árum síðani, men leingingin norðureftir tók seg ikki upp fyrr enn nógv seinni. Hetta tíðarskeiðið skal knýtast at, at Norðuratlantsøkið opnast, og er eitt av ógvisligastu gostíðarskeiðum í jarðarsøguni. Og her finna vit søguna um, hvussu Føroyar vórðu til.

Fyri o.u. 62 mio. árum síðani fóru meginlandspláturnar í Norðuratlantshavi at førka seg frá hvørji aðrari, og tað hevði við sær øgiligt gosvirksemi. Hesi risastóru eldgosini goystu úr sær yvirhonds grótbræðing, sum komandi o.u. 6 milliónir árini myndaði eitt risastórt landøki, norðuratlantiska eldfjallalandspartin. Nú á døgum finna vit hetta lendið m.a. í Baffin Bay í Kanada, á oynni Disko í Vesturgrønlandi og suður við eysturstrond Grønlands og so eisini fram við eystara parti av Norðuratlantshavi frá Norðurírlandi og Skotlandi og haðani til Føroya.

Hetta drúgva gostíðarskeiðið – og eisini hetta at Føroyar vórðu til – skal knýtast at meginlandarákinum, sum byrjaði við rembingartíðini, tá ið stórmeginlandið Pangæa, sum skilti Evropa og Afrika frá Norðurog Suðuramerika, gekk sundur. Gosvirksemið, sum so við og við rakk norðuratlantsøkinum fyri o.u. 62 mio. árum síðani, herdi á fyri o.u. 58 mio. árum síðani í økinum millum Grønland og Útnyrðingsevropa. Orsøkin var, at stórt meingi av groyti (magma) úr serliga heitum parti av linhválvinum (astenosferini) fór at førka seg uppeftir og myndaði íslendska jarðarkápustólpan, sum fyri o.u. 17 mió. árum síðani fekk Ísland at reisast upp um vatnskorpuna. Hetta hevði við sær eitt øgiligt gosvirkni og við tí framleiðsluvøkstur av grótbræðing, hvørs maki ikki er sæddur á jørðini síðan. Føroyar og undirsjóvarháslættin, sum oyggjarnar standa á, eru júst restirnar av hesum gostilburðum.

Jarðfrøði í Føroyaøkinum

Stilbitkrystallar. Stilbit (calciumaluminium-silikat) er ein soðsteinur við einum mikroporøsum, síl-líknandi krystalstrukturi. Hesin eginleikin merkir, at hann kann nýtast at skilja sundur kolvetni, tá ið olja verður reinskað. Hesin er funnin í Føroyum og er um leið 110 mm í tvørmáti.
DIRK WIERSMA/SCIENCE PHOTO LIBRARY/RITZAU SCANPIX

Føroyska økið er 293.623 km2 til víddar; av tí eru 99,5 % hav og um 0,5 % land. Yvirflatan, bæði á landi og havbotni, er ógviliga ymisk við jarðfrøði, sum speglar, hvussu eitt gosøki í 50 mió. ár bæði verður niðurbrotið og ávirkað av jarðskorpurøringum.

Í fyrra helmingi av 1990-árunum varð farið at leita eftir olju og gassi í føroyskum øki. Higartil eru níggju brunnar boraðir, og hóast olja og gass eru funnin í øllum, er tað ikki í nóg stórum nøgdum, at tað loysir seg handilsliga. Harafturímóti hava skjálvtafrøðiligar kanningar og onnur háttaløg, sum vórðu brúkt, meðan leitað varð, verið eitt gott íkast í royndunum at fáa skil á, hvussu jarðfrøðin í økinum skal skiljast.

Djúpar seismiskar kanningar av meginlandsstøðinum við Føroyar og økinum í nánd vísa, at jarðarskorpan ferð eftir ferð er tambað munandi, í sambandi við at meginlandið tók at rembast síðani Devon fyri o.u. 385 mió. árum síðani. Umframt tað geva jarðevnafrøðiligar greiningar av føroysku basaltløgunum ábendingar um, at meginlandsskorpan undir Føroyum er frá tíðarhvarvinum Prækambrium. Tað merkir, at hon er meira enn 541 mió. ára gomul og sostatt javngomul við djúpgrundina í Eysturgrønlandi og Skotlandi. Føroyar eru á jaðaranum av meginlandsskorpuni, sum røkkur frá vestara parti av Barentshavinum fyri norðan til havøkið vestan fyri Írland fyri sunnan. Tað, sum eyðkennir meginlandsskorpuna, eru fleiri botnsignar lægdir, sum myndaðust í tíðarskeiðum, tá ið skorpan varð tambað; sum t.d. hendi, tá ið stórmeginlandið Pangæa tók at rembast. Tað er á markinum millum tær báðar djúphavsskorpurnar, at gos enn eru virkin (t.d. í Íslandi).

Jarðfrøði á landi – hetta at háslætta-basaltløgini myndaðust

Tað sæst, at Vestmanna og tað landslagið, sum uttanum er, er úr miðfláunum, fylkinum Malinstindi, við bøllutum samanhangandi lendi. Trøppumyndan, sum er vanlig manga aðrastaðni í Føroyum, sæst at kalla ikki her. Tað kemst av, at basaltfláirnar eru so nógvar, men tunnar, og fáar legugrýtislindir eru ímillum. ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2020

Jarðfrøðiliga gerðin Føroyum viðvíkjandi er til tað einføld við skiftandi løgum av basalti og gosgrýti, sum leir- og sandsteini, ið eru basaltørga, leirfløgugrót og royðugrót. Hóast fláafylkini eru einføld, siga tey eina rættiliga stórsligna jarðfrøðiliga søgu. Tær myrku basaltfláirnar boða frá ógvisligum eldgosum, har ið basaltgrótbræðing lag fyri lag bygdi upp landslagið, sum eru Føroyar í dag. Tær tunnu fláirnar, sum liggja ímillum, botnsettust í tíðarskeiðnum millum eldgosini, og í teimum finnast m.a. plantusteinrenningar, sum síggjast sum trýstmyndir og tunnur kolafilmur millum fláirnar av leiri og sandsteini, sum ofta eru reydligar á liti. Steinrenningarnar vísa subtropiskan gróður og benda á, at hesa tíðina vaks gróðrarmikil regnskógur í økinum.

Frá vesturstrondini á Suðuroynni og norðureftir til oyggjarnar norðanfyri ber til at fylgja einstøkum vatnrøttum basaltfláum oyggj av oyggj. Fláaskipanin vísir, hvussu upprunaligi basaltslættin myndaðist, lag fyri lag so hvørt sum skift varð millum eldgos og friðarlig tíðarskeið innímillum. Munurin á gossløgum og vavi sæst av tveimum ráðandi sløgum av grótbræðing: einum slagi, sum er sett saman av til tað einsháttaðum um 20 m tjúkkum grótbræðingarstreymi (»simple pahoehoe flows«), og einum slagi, sum myndast av fleiri, ofta heilt tunnum grótbræðingarstreymum (»compound lava flows«).

Gosini, sum bygdu niðasta og elsta partin av Føroyum, eru frá tíðini, undan tí at Norðuratlantsøkið gekk sundur. Hesi eldgos, eru helst komin úr goskluftum, sum vóru vestan fyri, har oyggjarnar nú eru. Kluftirnar hava gingið úr útnyrðingi í landsynning. Goskluftirnar hava goyst ómetaliga nógva grótbræðing reglufast og í so stórum vavi, sum bara er at síggja, tá ið basaltslættar verða myndaðir.

Gosvirksemi tekur seg upp – Lopramyndanin

Burtur úr boringini í Lopra í Suðuroy – 3,565 km djúp – spurdist ein lýsing av higartil elsta kenda partinum av føroysku basaltlindunum, sum sambært radiometriskari tíðarfesting varð mettur at vera 60,8 mió. ára gamal. Borað varð í tveimum umførum, ávíkavist í 1981 og 1996, við tí fyri eyga at útvega litologiskar og lagskipanarfrøðiligar upplýsingar um djúpastu partarnar av føroysku basaltlindunum og teirri jarðfrøðiligu myndanini, ið lá djypri. Grundin var í høvuðsheitum áhugin at kanna møguleikarnar at leita eftir olju í økinum.

Boringin rakk ongantíð niður ígjøgnum gosleiðarlindina, og tí eydnaðist ikki endaliga at staðfesta, hvussu tjúkt goslagið er. Men kanningin vísti tó, at á Lopraleiðini er tjúktin meira enn 1.000 m, og at grótsløgini skifta millum gossandstein og hyaloklasittar, sum eru grótsløg, ið myndast, tá ið grótbræðing og vatn renna saman. Í djúpa partinum av Lopra-boringini eru umframt nøkur innskotin grótsløg at finna.

Stigjøvn lavatilgerð – Beinisvørmyndanin

Stórbærasta myndan, tá ið Føroyar vórðu til, er Beinisvørðmyndanin, sum er nevnd eftir 469 m høga forberginum sunnarlaga á vestursíðuni av Suðuroy. Skapið er íkomið av stigjavnari framleiðslu av groyti (magma), sum kom úr goskluftunum vestan fyri Føroyar. Samlaðu basaltlindirnar eru o.u. 3.250 m tjúkkar; av teimum síggjast um leið 890 m, men restin er í undirgrundini, sum boringarnar í Lopra staðfestu. Myndanin er bygd av sera tjúkkum basalthamrum, har hvør hamari sigur frá einum tíðarskeiði, har gos vóru virkin. Í miðal eru einstøku basaltfláirnar o.u. 20 m tjúkkar, men við Fámjin eru tær stívliga 70 m. Í hvørjum basalthamri er ein botnskorpa, ein sterkari óholaður basaltkjarni og ein ervaskorpa, sum ofta er syndrað og fylt við bløðrudánaðum poknum.

Súluskapað basalt er vanligt í hesum fláafylkjum, og eru hetta 5-6-hyrntar súlur, sum vórðu til, so hvørt sum grótbræðingin smátt um smátt kólnaði og gav seg saman. Basalthamrar við súluskapi eru m.a. at síggja við Froðba í Suðuroy og í Korkadali á norðursíðuni av Mykinesi, har basaltsúlurnar koma upp í 30 m hædd. Millum einstøku basalthamrarnar er reydligt legugrót, sum ovast gerst tjykkri og meira kolhavið. Hetta bendir á, at tíðarskeiðini millum gosini so við og við eru vorðin longri og longri.

Sum nú er, er føroyska økið eystan fyri Miðatlantsryggin og sostatt eisini eystan fyri útbreiðsluøkið. Tað merkir, at upprunajarðarlagið lutaðist millum eystur og vestur, og vit skulu heilt til Blossevilleøkið á eysturstrond Grønlands, vilja vit síggja restirnar av basalthamrunum, sum endaðu vestan fyri útbreiðsluøkið. Her mynda teir Nansenfjarðarøkið, sum, har ið tað er berkað, minnir ikki sørt um føroyska landslagið.

Kvæmir skógir og vøtn – Prestfjalsmyndanin

Eftir ógvisliga gosvirksemið og ómeta- ligu groytisframleiðsluna, sum myndaðu Beinisvørð, kom eitt friðarligari tíðarskeið, har gosvirksemið minkaði munandi.

So við og við tóku ovastu basalthamrarnir at máast burtur, so úthamurin gjørdist óslættur, og av hesum myndaðust grunn vøtn. Í hesum landslagi botnsettist legugrýti við hópin av lívrunnum tilfari. Tað eru hesar lívrunnu botnsetingar, sum eru upprunastøði fyri kolalindunum, sum eyðkenna Prestfjalsfylkið. Umframt kol eru í o.u. 10 m tjúkka fylkinum grótsløg sum lívrunnin leirsteinur og ymiskt annað botnsig.

Í kolalindunum er hópur av plantusteinrenningum, sum ber boð um gróðrarmiklan plantuvøkstur í tá subtropiskum veðurlagi. Vanligasta træið var risastóra vatngranntræið Metasequoia occidentalis, sum gitið er av steinrenningum á øllum norðara jarðarknøtti. Á landi gjørdust deyðir plantulutir mold, men plantulutirnir, sum saman skolaðust í mýrar og vøtn, vórðu skjótt til mógv. Har ið mógvur fór undir heilt og so við og við kom undir tungt farg, broyttist hann til kol. Størstu kolalindirnar eru í Suðuroy, har ið tær fevna um eitt øki o.u. 23 km2.

Kolið í Prestfjalli er brúnkol, sum partvíst er nýrakol (vitrit), partvíst strípukol (durit). Nýrakol er fastari í tí og reinari, hevur hægri brennivirði o.u. 6.000 kcal/kg, men í strípukoli er meira leir og tað hevur minni brennivirði o.u. 4.000-5.000 kcal/kg.

Longu í 1600-talinum vistu fólk um kol í Suðuroy, og síðani hevur verið roynt at brúka tøka kolið. Í 1954 varð mett, at kolanøgdin í oynni var 12. mió. tons, og í 1958, tá ið kolanámsvinnan var í hæddini, vórðu høgd 18.000 tons av brúnkoli í Suðuroy. Umframt finst nakað av koli í Vágum, Mykinesi og Tindhólmi. Í Suðuroy verður kol høgt í einum kolaholi; mest til at vísa yngra ættarliðnum og ferðandi, hvussu arbeitt varð.

Spreingigosvirkni – Fylkið Hvannhagi

Við nýggjari groytisframleiðslu fór aftur at goysa, og hesaferð vóru tað spreingigos, sum høvdu við sær, at fylkið Hvannhagi myndaðist. At gosini nú vóru spreingigos, komst helst av, at groytið rann saman við undirgrund, sum var niðurmáað og umskarað, og sum var vát av jarðarvatni.

Fylkið, ið verður rópt Hvannhagi, er í Suðuroy, Tindhólmi og Vágum, har tað bara er at finna í lægdum í gamla landslagnum. Fyrr varð tað rópt royðugróts-gosmyrjuøkið, og jarðafrøðingar eru ikki á einum máli um, hvørt hetta er sjálvstøðugt fylki ella bara partur av fylkinum Malinstindur; tey eru jarðevnafrøðiliga samlík. Hvannhagafylkið er í flestu støðum 20-30 m til tjúktar, men tætt við gosstøðini í Hvannhaga, í Tindhólmi og Bíggjarskor (í Vágum) er fylkið yvir 50 m tjúkt.

Grótsløgini í fylkinum eru úr gostilfari sum øsku, goseyri, gosmyrju og gosbumbum, sum vórðu til, tá ið grótbræðing, øska og gosilska vórðu slongd upp í luftina, tá ið goysti sum harðast, og síðan duttu niður aftur nær við gosopini. Umframt hesi goskendu grótsløgini síggjast eisini innskotin grótsløg sum óregluligar syllar og geingir.

Í bjørgunum við Bíggjarskor og í Tindhólmi hava nýggjar kanningar gjørt vart við nøkur av gomlu eldfjøllunum. At hesi eldfjøll eru varðveitt, kemst av, at gosvirksemið, ið aftaná kom og skapti fylkið, ið ber navn eftir Malinstindi, var so ógvisligt, at eldfjøllini fóru undir heilt, áðrenn tey máaðust burtur.

Samantvinnaðir grótbræðingarstreymar – Fylkið Malinstindur

Gosini hildu á og myndaðu fylkið Malinstindur, og av tí at bara fáir, stuttir steðgir vóru millum einstøku gosini, rann máttmikla bræðingin at kalla uttan støðg. Nú síggjast fáu steðgirnir í gosvirkseminum sum heilt tunt jaður av goskendum sandsteini millum basaltfláirnar.

Gosini, sum myndaðu hetta fylkið, hava verið til tað fløt dyngjugosfjøll, sum vóru nógv minni enn stóru sprungugosini, sum bygdu niðasta og elsta partin av Føroyum. Tey framleiddu hópin av samantvinnaðum grótbræðingarstreymum, sum til tjúktar vóru úr fáum cm. upp í fleiri metrar. Umframt síggja vit her ofta lavabørk, sum er tunn, sløtt grótbræðing við foyrum, ið líkjast reipi.

Fylkið Malinstindur er í miðal 1.350 m. til tjúktar, tjykst norðanfyri og tynnist nakað suðureftir, so tað um Tórshavnarleiðina bara er o.u. 1.050 m tjúkt.

Yngsta gostíðarskeiðið – Fylkið Enni

Yngsta og og tískil ovasta er fylkið, ið nevnt verður Enni. Tað hevur bygt brøttu fjøllini á oyggjunum norðanfyri. Hetta fylkið er ikki í Suðuroy, Mykinesi ella Vágum.

Andstøðis eldru fylkjunum er fylkið, ið rópt verður Enni, myndað av sameining av grótbræðing frá bæði einvorðnum grótbræðingarstreymum og eisini fleiri tunnum samantvinnaðum grótbræðingarstreymum. Hetta merkir, at landslagið er broytiligt og skiftandi.

Fylkið er í dag í miðal o.u. 900 m til tjúktar, men ivaleyst hevur tað verið munandi tjykkri. Kanningar av steinafrøðini í soðsteinunum í basaltinum benda á, at í ávísum økjum eru máaðir burtur o.u. 1000 teir ovastu metrarnir.

Innskotin grótsløg

Máað strandarlandsløg við Ásmundarstakk vestanfyri á Suðuroynni. Uppskurslaða strondin endurspeglar bæði áhaldandi aldumáanina, sum nú er, og hvussu ísurin í skiftandi ístíðum hevur skorið seg niður ígjøgnum basaltslættan og broytt hann til tær 18 oyggjarnar, sum nú eru Føroyar.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2018

Tá ið groyti fløðir inn í sprungur og holur í eldri basalti og so storknar so líðandi, myndast stóru syllarnar: í hópatali av basaltgongum og óregluligum innskotum, sum eru tekin um seinasta groytisvirksemið í Føroyum. Undir einum verður hetta rópt innskotin grótsløg.

Størstu innskotini eru 13 km2 víða Streymoyarsyllin og 16 km2 víða Eysturoyarsyllin, sum báðar síggjast týðiliga á jarðfrøðikortum og samstundis eru eyðkend landslagseyðkenni í økinum, har sum ísur hevur máað burtur av lendinum. Í báðum syllunum eru fleiri staðni fullmentar stabbagrýtissúlur at síggja; tær eru líkar súlunum í Beinisvørði. Umframt síggjast fleiri til tað lítlar syllar, m.a. í Fugloy og Svínoy, eisini við Morskranes í Eysturoy.

Basaltgongirnar myndaðust, tá ið groyti spríkti lodrætt upp í sprungur í basaltfláunum.

Tær eru nógvastaðni at síggja, og í sambandi við at gjørd eru jarðfrøðilig kort yvir Føroyar, eru yvir 800 basaltgongir skrásettar.

Sostatt eru rivuøki í øllum føroyska basaltháslættanum gjøgnumgatað av basaltgongum; sum oftast eru tær at kalla heilt beinar ella eitt vet bogaðar og nakrar fáar metrar breiðar. Sum heild ganga basaltgongirnar úr útnyrðingi í landsynning í eldru basaltløgunum, í teimum yngru úr landnyrðingi eystri í útsynning vestan.

Tá ið kemur til óregluligu innskotini, eru ættarlinjurnar meira skiftandi. Hesi innskot eru oftast vorðin til á tann hátt, at groyti hevur trokað seg inn í tey til tað stóru legugrýtisløgini sum í Hvannhaga og Prestfjalli, har ið leysari grótsløg eru orsøk til óregluligari tilgongd.

Bæði basaltgongir og syllar eru úr basalttilfari, sum, bæði tá ið hugsað verður um steinafrøði og útsjónd, minnir um hitt basaltið, vit síggja í Føroyum. Vanliga eru steinsløgini í stóru innskotunum tó grovari í tí, og tað bendir á langliga køling, sum eisini ger, at krystaliseringin verður økt.

Grótsløg og mineral

Alráðandi grótslagið er tholeiitiskt basalt, hvørs mineralinnihald í høvuðsheitum verður býtt sundur í tveir bólkar: gosgrýti ella upprunaligu mineralini og tilkomnu mineralini. Upprunaligu mineralini eru sjálvt basaltið, og tað er sett saman av feldspatti, pyroksen, olivin og magnetitti, sum er krystallað beinleiðis úr groytinum, annaðhvørt í djúpu groytisbrunnunum ella storknað á skorpuni eftir eitt eldgos.

Alt eftir, hvussu mineralini eru sundurbýtt og eftir kornstødd, kann basaltið skiftast í ymisk sløg. Fínkornutu basaltsløgini verða nevnd ósjónligt (aphanitiskt) basalt, og basalt við olivin og feldspatítinnu verða ávikavist nevnd olivinporfyriskt basalt ella olivinbasalt og feldspatporfyriskt basalt ella feldspatbasalt.

Tilkomnu mineralini eru skild burtur úr í holum og sprungum í basaltinum, sum oftast stutt eftir eldgos, og sjónskastu teirra eru soðsteinar og kvartssteinsløg. Soðsteinar eru vatnhavin kisilsúr mineral, sum eru úrskild undir til tað løttum fargi og ikki í so nógvum hita. Teir eru rættiliga skroypuligir, og teir vakrastu verða funnir, tá ið tunlar verða boraðir. Kvartsmineralini eru ymislig, tað vanligasta er eldtinna, eisini nevnd grátinna. Umframt eru eisini bergkrystall, opalur og jaspis og eisini onnur sjáldsamari sløg av kvartsmineralum, bæði í basaltinum og í áløgubergi. Umframt soðsteinar og kvartsmineral finnast eisini m.o. kopar, krákugull (pyrit) og jarðgrøni (celadonit) og ymisk uppaftur sjáldamari mineral.

Millum basalthamrarnar eru fláir av legugróti, sum eftir sínum gosuppruna undir einum verða nevnd goslegugrýti. Í tí eru sandsteinur, evja og leirsteinur og eisini grovt eyrgrýti. Í legugrýtinum eru ofta plantusteinrenningar at finna, og her er eisini funnin ein sporsteinrenning. Saman við tilkomnu grótsløgunum finst ofta herd øska, eisini rópt tefra, og grovari goskent spreingitilfar sum gosøska (lapilli) og gosbumbur.

Les meira

Les meira um nátturuna og landslagið í Føroyum

  • Uni Egholm Árting

    (f. 1976) Cand.scient. í jarðfrøði. Jarðfrøðingur á Føroya Jarðfrøðisavni. Adjunktur í jarðfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.

  • Lis E. Mortensen

    (f. 1960) Cand.scient. í náttúrulandafrøði. Vísindaligt starvsfólk á Jarðfeingi.