Fiskur

Sild kemur ofta fyri í stimum. Fiskiskapurin er serliga í Norskahavinum við uppsjóvartrolum.
LARS LAURSEN/BIOFOTO/RITZAU SCANPIX, 2013

Av teimum uml. 240 fisksløgunum, sum sum liva í føroyskum sjógvi, eru 43 av sløgunum bróskfiskar: 24 sløg av hávum, 14 sløg av skøtum og 5 sløg av havmús. Øll hini sløgini eru beinfiskar. Útbreiðslan av teimum einstøku sløgunum er treytað av m.a. føðslugrundarlagnum og av ymiskum ólívrunnum viðurskiftum, so sum hita, salti og streymviðurskiftum. Fiskasløgini verða býtt sundur í uppsjóvarfisk, sum liva uppi í sjónum og botnfisk, sum eru tey sløgini, sum halda til niðri við botnin.

Umleið 14 % av fiskasløgunum á føroyska landgrunninum eru arktisk fiskasløg, so sum íshavsskøta (Amblyraja hyperborea), reyða hornabrosma (Gaidrosarus argentatus), úlvfiskur (Lycodes esmarki) og Lútkens úlvfiskur (Lycodes luetkenii). Borealu fiskasløgini t.e. sløgini við útbreiðslu frá Ermarsundi í suðri og norður til Tromsø í Noregi, eru uml. 37 % og fevna um eitt nú sild (Clupea harengus), longu (Molva molva), blálongu (Molva dypterygia), tungu (Microstomus kitt) og lállu (Glyptocephaluscynoglossus). Seks fiskasløg (uml. 4 %) ferðast í einum blandingsøki, millum tey arktisku og borealu fiskasløgini. Umleið 34 % av sløgunum hava útbreiðslu frá Miðjarðarhavinum í suðri til tað boreala økið fyri norðan. Hini 11 %, sum eftir eru, eru eysturatlantssløg, har Føroyar eru markið í teirra útbreiðsluøkið í ein útnyrðing. Upp í tann síðsta bólkin hoyra sløg sum sandskøta (Leucoraja circularis), brislingur (Sprattus sprattus), glýsufiskur (Trisopterus minutus) og ósaskrubba (Platichtys flesus). Í Føroyum eru tað bara seks fiskasløg, sum liva í feskvatni. Flestu av hesum sløgunum kunnu eisini liva í sjógvi. Tað eru t.d. síl (Salmo trutta), laksur (Salmo salar), kombikk (Gasterosteus aculeatus) og állur (Anguilla anguilla).

Av teimum uml. 240 fiskasløgunum, sum liva undir Føroyum, eru bara 15-20, sum hava handilsligan týdning. Av botnfiski, eru tað serliga trý sløg, sum hava stóran týdning. Toskur (Gadus morhua), hýsa (Melanogrammus aeglefinnus) og upsi (Pollacius virens). Í 2019 var veiðan av hesum trimum sløgunum til samans 47.440 tons, og tað svarar til 83 % av heildarveiðuni av botnfiski á føroyska landgrunninum. Svartkjaftur (Micromesistius poutassou), sild og makrelur (Scomber scombrus) eru einastu sløgini av uppsjóvarfiski, sum verða veidd, og í 2019 var heildarveiðan av hesum trimum sløgunum á 398.661 tonsum.

Bankatoskurin

Føroyabanki er uml. 75 km í ein útsynning úr Suðuroy, og innan fyri 20 metra dýpdarlinjuna er hann 3.630 km2. Sjógvurin melur runt um sjálvan bankan, og tí myndast her ein serstøk vistskipan. T.d. er sjóvarhitin á Føroyabanka 7-8° C um várið og 9-11° C um heystið, sum er 1-2 stig meira enn sjógvurin á føroyska landgrunninum.

Á Bankanum eru skrásett 60 ymisk fiskasløg, og tað er serstakliga toskurin (Gadus morhua), sum ger vart við seg við at vaksa skjótt. Tann nógvi sjóvarhitin og rívilig føðsla gera, at ein trý ára gamal toskur á Føroyabanka vigar í miðal 4,2 kg, og ein javngamal toskur á landgrunninum vigar bara uml. 1,7 kg. Til samanberingar vigar trý ára gamal toskur í sjónum sunnan fyri og eystan fyri Ísland ávikavist 1,9 kg og 0,9 kg í miðal, men úti fyri Vesturgrønlandi vigar hann so lítið sum 700 g.

Ferðingartríkanturin

Fleiri av fikasløgum í føroyskum sjóøki eru ferðandi fiskasløg, sum ferðast árstíðarbundið til og frá ávísum gýtingarstøðum. Tá ið gýtingin er liðug, rekur fiskaynglið við streyminum frá gýtingarstøðunum til uppvakstrarøkið, har ríviligt er av føði, og ynglið fær leitað sær skjól. Tá ið fiskurin gert vaksin, leitar hann til økini, har sum tann vaksni fiskurin heldur til, og ferðast síðan sjálvur aftur til gýtingarstøðini at gýta. Hetta ferðingarmynstrið kalla vit ferðingartríkanturin.

Ferðingarleiðirnar eru ymiskar til víddar. Á føroyska landgrunninum gýtir toskur (Gadus morhua) frá miðjum februar til miðjan apríl. Toskur frá øllum landgrunninum savnast á tveimum høvuðsgýtingarøkjum: Einum stórum gýtingarøki á Norðhavinum, og á einum minni øki vestanfyri, Vágahavi. Rognini eru klakt 2-3 vikur seinni, og streymurin, sum fylgir klokkuni, ber yngulin móti strondini og inn á firðirnar, sum fyri tað mesta venda í ein landsynning. Toskayngulin veksur upp nær landi. Tá ið toskurin er 2-3 ár, fer hann út á størri dýpi. Á landgrunninum verður toskurin kynsbúgvin, tá ið hann er 3-4 ár, og tá fer hann aftur til gýtingarøkið, tað gýtingarstaðið, har hann varð gýttur.

Svartkjaftur (Micromesistius poutassou) hevur ferðingarmynstur átøkt tí hjá toski, men ferðingarøkið er munandi størri. Svartkjaftur gýtir í mars vestan fyri Skotland og Írland, og haðani rekur tann nýklakti yngulin við streyminum til eitt uppvakstrarøki í Norskahavinum, sum er norðanfyri Føroyar. Svartkjaftur verður kynsbúgvin, tá ið hann er umleið tvey ára gamal. Tá ið veturin kemur, svimur hann hann suðuraftur til gýtingarøkið vestanfyri Írland og Skotland. Tá ið hann hevur gýtt, svimur hann aftur til Norskahavið. Ferðingarleiðin til og frá gýtingarstaðnum mekir, at svartkjaftur í ávísum tíðarskeiðum stendur tættur kring Føroyar. Árini frá 2000 til 2020 landaðu skipini millum 20.000 og 646.000 tons um árið, sum vórðu fiskað undir Føroyum. Í miðal er árligi fiskiskapurin av svartkjafti eini 400.000 tons.

Les meira

Les meira um nátturuna og landslagið í Føroyum