Í einum helli millum Sand og Søltuvík búði, sigur søgnin, ein blind gívur, sum mól gull á kvørn. Ein maður stjól gull frá henni, og gívurin rópti á systur sína, sum fór eftir manninum. Fótasporini eftir hana síggjast enn í grótinum har.
Í 2013 tók Hanna á Reynatúgvu saman við listakvinnuni Súsan í Jákupsstovu stig til at binda upp á ein stóran stein við føroyskum tógvi. Tær samdust um at nýta evni úr søgnini í verkinum, sum 20 kvinnur bundu tann veturin. Steinurin, sum er umleið 18 m til ummáls og 4 m høgur, varð klæddur í 2014. Veður og vindur hava slitið plaggið, sum javnan má umvælast, og um veturin verður tað tikið av og goymt inni til summarið.
Bindisteinurin er nú eitt høvuðsferðamál í Sandoy.
Les meira
- Felagslív og sjálvboðið arbeiði
- Kirkjur
- Listahandverk og sniðgeving
- Matur og drekka
- Siðsøgulig søvn og mentanararvur
- Siðvenjur og frásagnir
- Trúgv og trúarligt virksemi
- Varmakelda
Les meira um føroyska mentan