Varmakelda

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

í fjøruni sunnan fyri Fuglafjørð spríkir 18 stiga heitt vatn upp í eini rivu í helluni. Tann lítla keldan eitur Varmakelda, og hon er heit bæði summar og vetur. Longu í katólskari tíð, t.e. fyri 1537, varð keldan nógv vitjað, tí at vatnið skuldi vera lekjandi. Máttur keldunnar skuldi vera mestur náttina millum 3. og 4. juli. Siðurin at vitja kelduna helt aldrin rættiliga uppat.

Síðani 1952 hava fuglfirðingar hildið Varmakeldustevnu fyrsta vikuskifti í juli. Stevnan verður sett á Varmakeldu, har tey kynda bál og dansa føroyskan dans og halda røður. Tey drekka eisini úr kelduni, sum umframt at vera lekjandi eisini skal vera ein ástardrykkur. Tað ber eisini til at fylla eina fløsku at taka við sær ella til onkran, sum hevur brúk fyri tí.

Les meira

Les meira um føroyska mentan