Bundni steinurin

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Bindisteinurin er dømi um, at søgur og sagnir fáa nýtt lív í verkum, har hesar søgur fara fram.
MARTIN N. JOHANSEN/BIOFOTO/RITZAU SCANPIX, 2018

Í einum helli millum Sand og Søltuvík búði, sigur søgnin, ein blind gívur, sum mól gull á kvørn. Ein maður stjól gull frá henni, og gívurin rópti á systur sína, sum fór eftir manninum. Fótasporini eftir hana síggjast enn í grótinum har.

Í 2013 tók Hanna á Reynatúgvu saman við listakvinnuni Súsan í Jákupsstovu stig til at binda upp á ein stóran stein við føroyskum tógvi. Tær samdust um at nýta evni úr søgnini í verkinum, sum 20 kvinnur bundu tann veturin. Steinurin, sum er umleið 18 m til ummáls og 4 m høgur, varð klæddur í 2014. Veður og vindur hava slitið plaggið, sum javnan má umvælast, og um veturin verður tað tikið av og goymt inni til summarið.

Bindisteinurin er nú eitt høvuðsferðamál í Sandoy.

Les meira

Les meira um føroyska mentan

  • Anna Paulina Leo Olsen

    (f. 1975) BA í søgu, MA í løgfrøði og MSSc. í stjórnmálafrøði. Akademiskur fyrisitari við Fróðskaparsetur Føroya.