Mykines

Listamálarin Sámal Joensen-Mikines er føddur og uppvaksin í Mykinesi. Mong listaverk hansara hava myndevni úr heimbygdini, t.d. býlingin Handan Á á myndini Mykines bygd. Gráveður frá 1955.
JAKOB SKOU-HANSEN/STATENS MUSEUM FOR KUNST

Í Mykinesi búgva 15 fólk, og har eru 40 merkur. Av teimum eru 12 merkur, og 10 gyllin og 17 skinn festijørð, býtt millum tríggjar festarar. 27 merkur, 5 gyllin og 3 skinn eru óðalsjørð, ið fyri ein stóran part er ogn hjá fólki, sum býr aðrastaðni. Áseyðatalið er 1.020.

Oyggin Mykines er brøtt og veðurbard, har er kyrruvánt og ikki lendandi, tá ið vindur liggur at landi. Ein djúp 50 m breið gjógv, Hólmgjógv, skilir Mykines frá Mykineshólmi. Hægsta stað í Mykinesi er Knúkur. 17. september 1970 fórst eitt flogfar hjá Flogfelagi Íslands á veg í Vágar og datt niður í Mykinesi; av teimum 34 fólkunum umborð doyðu átta.

Kirkjan er frá 1879 og skúlin frá 1897. Skúlin er ikki formliga avtikin, um skúlabørn eru í bygdini.

Tá ið vitin í Mykineshólmi var bygdur, varð í 1909 gjørd brúgv um gjónna, sum seinni hevur verið endurnýggjað. Í Mykineshólmi vórðu í 1930-árunum bygd hús til starvsfólk á vitanum, men eftir at vitarnir vórðu gjørdir sjálvvirkandi um 1970, hevur eingin búð fast í Mykineshólmi. Tó eru vitameistarahúsini enn í góðum standi.

Mykineshólmur er vestasti landfasti blettur í Føroyum. Fyrsta brúgv um Hólmgjógv varð gjørd í 1909 og endurnýggjað seinni. Tann 40 m langa brúgvin, sum bara er til at ganga á, kom, tá ið vitin í Mykineshólmi varð bygdur.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2009

Mykines var fram til tíðina eftir seinna heimsbardaga ein blómandibygd. Í 1930-árunum var skúlabarnatalið av tí mesta, umleið 30, og ungdómur var í bygdini. Um lendingarviðurskiftini vóru tvørlig, var stutt á fiskileið. Skipsfiskiskapurin um summarið, sum tók seg upp móti endanum á 19. øld, hóskaði saman við lívinum í bygdini: meðan teir yngru menninir vóru til skips, var bygdin kortini nóg væl mannað til at taka sær av landbúnaði, fuglaveiði o.ø.

Mykineshólmur er einasta stað í Føroyum, har súla byggir. Hon verður enn veidd á sama hátt sum í gomlum døgum eina ferð um árið. Fuglaveiði hevði ógvuliga stóran týdning fyrr, men í seinni tíð er fuglurin minkaður so nógv, at sjófuglurin er friðaður fyribils. Fyrr vórðu oksar fitaðir í Mykineshólmi, og teir tiltiknu mykinesoksarnir vórðu hvørt ár førdir til Havnar og seldir slaktarum.

Mykines fekk el mitt í 1960-árunum, men tað, at bygdin var fjarskotin og atkoman ofta var óviss, hevði tá elvt til, at nógvar familjur vóru rýmdar, og tað gamla bygdarlívið gjørdist tungt, nú ið bygdin ikki longur var væl mannað. Seyðarøktin fer fram eftir gomlum siði, men tørvur er á hjálp uttanífrá ávísar tíðir, og eingi neyt eru nú í oynni.

Mykines er millum tey støð í Føroyum, sum flest ferðafólk vitja. Ferðafólkaskip siglir um summarið úr Sørvági við ferðafólkum, sum ætla sær at ganga í lundalandinum og síggja allan fuglin og haðani um brúnna út í Mykineshólm. Tey flestu gera dagstúr, men tað ber til at gista í oynni. Um veturin er ferjusambandið óregluligt, afturfyri er regluligt tyrlusamband.

Listamálarin Sámal Joensen-Mikines var føddur og uppvaksin í Mykinesi.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Jóan Pauli Joensen

    (f. 1945) Dr.phil. í søgu og fil.dr. í tjóðlívsfrøði. Professari emeritus, adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya og fyrrverandi rektari Setursins.

  • Jon Sigurð Hansen

    (f. 1967) Cand.mag. í søgu. Rithøvundur, sjálvstøðugur.