Í Hesti, sum er 5,9 km2 til støddar, búgva 19 fólk, og hon er 18 merkur, av teimum eru 11 merkur óðalsjørð og 7 merkur festijørð. Seyðatalið er 600 seyðir.
Kirkjan er frá 1990, og Magnus Jacobsen úr Havn hevur teknað hana. Fyrsti skúli í bygdini kom í 1890, men eingir næmingar eru í 2021. Við hugskoti úr bygdini og hjálp frá ungum fólki frá Mellemfolkeligt samvirke eydnaðist í 1983 at lata ein innandura svimjihyl upp í bygdarhúsinum.
Oyggin hevur eina lítla havn, og dagligt ferjusamband er millum Gomlurætt og Hest. Fyrr var fiskivinna týdningarmikil vinna, men so er ikki longur.
Les meira
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum