Sund

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Á Sundi býr eitt fólk, og har eru 12 merkur av festijørð, festini eru tvey, annað er á Sundi og hitt í Kaldbaksbotni. Seyðatalið er 400 áseyðir.

Síðan 1973 hevur SEV havt eitt av sínum oljuriknu orkuverkum við Sund. Í 1984 varð ein stór kei til stór skip tikin í nýtslu. Upprunaliga varð økið hugsa sum miðdepil fyri fiskavirking og -gransking, men hetta hendi ikki. Á havnarøkinum er í dag ein asfaltsfabrikk, sum Landsverk eigur og tvær framleiðsluhallir til timbur- og betongarbeiði, sum Artcon eigur.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Jóan Pauli Joensen

    (f. 1945) Dr.phil. í søgu og fil.dr. í tjóðlívsfrøði. Professari emeritus, adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya og fyrrverandi rektari Setursins.