Miðøld

Á hesum 63 cm breiða skjali standa váttaðar avskriftir av seks skjølum, skrivað árini 1403 og 1405, savnað í eitt diplom, fest á blað í Havn í 1407. Tey sonevndu Húsavíkarbrøvini snúgva seg um ríkastu kvinnu í Føroyum, Guðruna Sjúrðardóttur, og arv eftir hana. Tá ið hon andaðist í Húsavík í 1405, átti hon ongan arving til ognir sínar í Føroyum, Hetlandi og Noregi. Í dag liggur skjalið í einum diplomsavni frá norska ríkinum, sum Føroyar, Hetland og Orknoyggjar tá vóru undir. Skjalið er í varðveitslu í Árna Magnussonar savni á Universitetinum í Keypmannahavn og er merkt »AM Dipl. Norv. Fasc.«.
SUZANNE REITZ/THE ARNAMAGNAEAN MANUSCRIPT COLLECTION, 2014
Fingurringur av Velbastað av forgyltum silvuri, prýddur við kristnu teknunum, dúgvum og krossi. Hann varð funnin í sambandi við kanningina av lítlu kirkjutoftini í rundleitta kirkjugarðinum har.
FINNUR JUSTINUSSEN, 2016

Føroyar vórðu sannlíkast saman við samfeløgum í Hetlandi, Orknoyggjum, Hebridum og Man drignar upp í norsku ríkissavningina um ár 1100, tá ið oddamenninir í hesum londum gjørdust lensmenn undir norskum kongi og skattskyldugir; viðvíkjandi Føroyum verður hildið, at hetta fór fram um 1035. Hesar oyggjarnar metti pávakirkjan eisini sum norsk áhugaøki, og í Føroyum varð biskupsdømi sett á stovn umleið 1120. Umframt biskupsdømini á Man og í Orknoyggjum varð føroyska biskupssetrið saman við Íslandi og Grønlandi lagt undir hin nýggja erkibiskupsstólin í Niðarósa í Noregi. Fram til avtøkuna í 1557 var biskupsgarðurin í Kirkjubø.

Á eysturendanum á Magnusarkirkjuni sæst henda halgilutagoymsla. Hon er skorin út úr fitisteini fyrst í 1300-talinum. Í rúminum aftanfyri er ein blýggjeskja við m.a. beinum, ið sambært latínskum teksti fram við kantunum eru av halgimennunum Magnusi og Torlaki.
EMIL HELMS/RITZAU SCANPIX, 2021

Í 1200-talinum varð steinkirkja reist, undir henni hevur verið ein onnur kirkja. Um ár 1300 varð reist enn ein kirkja, Magnusarkirkja, í Kirkjubø, sum var nógv størri og nógv meira prýdd, og sum skuldi avloysa ta gomlu dómkirkjuna. Norska ríkissavningin fór undir sítt síðsta umfar í 1200-árunum. Í árunum 1261-64 vórðu Grønland og Ísland løgd undir norska kongsvaldið sum skattlond til 1380, tá ið Føroyar saman við Noregi, Íslandi og Grønlandi gjørdust partar av danska ríkinum. Í 1271 varð Gulatingslógin, sum galt í Gulatings løgdømi í Noregi, sett í gildi í skattlandinum Føroyum. Fyri 1280 kom kortini í hennara stað landslóg Magnusar Lógbøtara, sum galt fram til norsku lóg Kristians IV frá 1604, sum fyri tað mesta er ein donsk týðing av landslógini. Í 1688 kom norska lóg Kristians V í staðin fyri ta miðaldarligu lóggávuna. Landslóg Magnusar Lógbøtara gjørdist sostatt karmurin um ta politisku, ættarligu og búskaparligu menningina í Føroyum sum land í tí kongliga norska ríkinum í há- og seinmiðøldini heilt fram til einaveldið. Stýrislagið í norska ríkinum var eyðkent av samstarvi millum ríkisvaldið og nærsamfelagið gjøgnum umboðandi ting ella løgting.

Líkt er til, at Føroya løgting varð sett á stovn um 1350 og kom saman í Havn. Kongur og hansara embætismenn settu eftir lógini løgmann og løgrættumenn, sum vóru ávikavist dómari og dómsmenn á løgtingi. Almenna ákæranum og innheintingini av skatti og gjøldum tók kongsins umboðsmaður sær av, og honum til hjálpar í sýslunum vóru sýslumenn settir og valdir millum bøndur har. Fyrstu ferð hetta skifti av landinum verður nevnt, er um ár 1400.

Við kongligu lóggávuni frá endanum av 1200-talinum varð eisini ein skattaskipan fyri ríkið sett í gildi, sum stóð við fram til nútíðina. Harumframt kom ein metingarskipan av jørð, sum enn er grundarlagið, tá ið jørð verður virðismett. Ein partur av avtaluni millum føroyingar og kongsvaldið í 1271 var, at kongur skuldi tryggja vøruflutningin við tveimum skipum um árið.

Tað brotakenda keldutilfarið frá 1300- og 1400-talinum bendir á, at kongur leigaði handilsavtaluna burtur, og at bæði norskir keypmenn, hansastaðirnir og seinni hálendingar vóru virknir í handlinum. Somuleiðis bendir keldutilfarið á, at kongliga stýrið varð umsitið av monnum úr norskum aðalsættum sum lensharrum, og at teirra skyldur í landinum vórðu útintar av fútum.

Fyrst í 1500-árunum vóru Føroyar eitt len undir Bergenhús skansa, men í tíðini frá 1529 til 1553 vóru bæði len og handil leigað burtur til keypmenn úr Hamborg.

Føroyska samfelagið var fáment í há- og seinmiðøldini. Ein meting av jarðar- og skattaskránni frá 1584 vísir, at tað vóru um 305 skattskyldugar garðaeindir um ár 1300, móti 427 í 1584. Við eini mettari miðal húskisstødd, umleið 8 fólk, gevur tað umleið 2.440 íbúgvar um ár 1300 og 3.426 í 1584. Skattur varð latin fyri hvørt húski, sama hvussu stórur garðurin var. Í 1584 vóru ríkisins skattainntøkur úr Føroyum verdar 331 gyllin í føroyskum vørum. Í framleiðsluvirði svarar tað til umleið 14 kg av turrum fiski fyri húskið um árið. Umframt skatt fevndu kongsins inntøkur eisini um landskuld, toll og bøtur.

Eisini kirkjan tók móti veitingum frá fólkinum í tíggjund, og undan trúbótini eisini bøtur. Tíggjundin fór til fígging av biskupsstólinum, kirkjunum, prestalønum og fátækrahjálp. Harafturat stóð kirkjan undan trúbótini fyri skúlaskipanini. Í 1300-talinum og 1400-talinum fór stór útbygging av biskupsstólinum í Kirkjubø fram, tá ið stór bygningsverk vórðu reist, sum longu í 1600-talinum lógu í toftum.

Trap Føroyar

Les meira

Les meira um Føroya søgu

  • Andras Mortensen

    (f. 1960) Ph.d. og cand.mag. Lektari á Søgu- og Samfelagsdeildini, Fróðskaparsetri Føroya.