Útbúgving og gransking

ZETA Arkitektar hava teknað Skúlan á Fløtum í samstarvi við Brim Arkitektar og Árna Winther Arkitektar. Pláss er fyri 850 næmingum, og tað er størsti fólkaskúli í Føroyum.
ÓLAVUR FREDERIKSEN/TRAP FØROYAR, 2021

Fram til 1990-árini gingu ung vanligast í fólkaskúla í heimbygdini og/ella í einum felagsskúla nærindis. Síðani leitaðu fleiri til Havnar at fáa sær útbúgving á studentaskúlastigi. Tá var neyðugt hjá teimum flestu at flyta uttanlands, oftast til Danmarkar, til framhaldslestur. Stórur partur av hesum lesandi kom ongantíð heim aftur.

Seinastu 20 árini hevur eyðsýnd menning verið á útbúgvingarøkinum. Fleiri útbúgvingartilboð eru komin, umstøðurnar eru betri, og fleiri nýggir skúlar eru bygdir. Í 2020 vórðu tríggir nýggir fólkaskúlar vígdir, og skúlaárið 2021/22 gingu 873 næmingar í Skúlanum á Fløtum í Havn, á Skúlatrøð í Klaksvík gingu 707 næmingar, og í Skúlanum við Streymin á Oyrarbakka gingu 222 næmingar.

Fróðskaparsetur Føroya hevur síðan 2008 víðkað útbúgvingartilboðini, og tað hevur økt um talið á lesandi í Føroyum, samstundis sum talið á føroyingum lesandi í útlondum stendur í stað. Í 2019 lósu fyri fyrstu ferð fleiri føroyingar í Føroyum enn í Danmark.

Í 2018 vórðu allar miðnámsútbúgvingar í Havn lagdar saman til Glasir, har tað eru yvir 1.500 lesandi og 250 starvsfólk. Glasir flutti inn í ein nýggjan felags bygning teknaður av arkitektafyritøkuni BIG – Bjarke Ingels Group.
ÓLAVUR FREDERIKSEN/TRAP FØROYAR, 2022

Undirvíst verður á føroyskum í allari útbúgvingarskipanini. Bøkur og annað undirvísingartilfar til fólkaskúlan verður framleitt av forlagnum Nám, sum eisini gevur ein part út til gymnasialu útbúgvingarnar.

Á Fróðskaparsetrinum eru einstøk skeið á enskum. Tað kemst fyri ein part av, at tey, sum undirvísa, eru útlendingar og ikki tosa føroyskt, partvíst er tørvur á og ynski um at bjóða út úrval av skeiðum og útbúgvingum á enskum.

Nýklaktir studentar úr Miðnámi á Kambsdali halda dagin á Gøtusandi hin 22. juni 2021.
JESPER HOUBORG/RITZAU SCANPIX

Føroyar stovnaðu í 1988 eina sjálvstøðuga stuðulsskipan til lesandi stýrd av Stuðulsstovninum frá 2010 nevndur Studni. Lesandi á ungdómsútbúgvingunum og framhaldsútbúgvingunum kunnu fáa stuðul og lán. Føroysk lesandi hava sum danskir ríkisborgarar rætt til SU í Danmark og eisini, um teir lesa í øðrum londum. Haraftrat kunnu tey fáa eitt árligt ferðagjald frá Studna. Lesandi, sum vilja lesa uttan fyri Norðurlond, gjalda sum ikki ES-borgarar hægri lestrargjald enn donsk lesandi. Studni kann veita stuðul til ein part av hesum lestrargjaldi.

Allir skúlar og øll útbúgvingarstøð eru undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum, sum fevnir um útbúgving, gransking, mentan og síðan 2019 eisini uttanríkisviðurskifti. í 2018 varð Undirvísingarstýrið stovnað undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Stýrið hevur fyrisitingarligu ábyrgdina av fólkaskúlanum og pørtum av ungdómsútbúgvingunum. Haraftrat eru eisini Studni, Musikkskúlaskipanin og Yrkisdepilin ein partur av stýrinum.

Fólkaskúlin

Fólkaskúlin er kravdur frá 1. til og við 9. flokk, og 10. flokkur er tilboð til allar næmingar. Forskúlaflokkar kunnu eftir umsókn frá kommunum verða settir á stovn sum tilboð og eru serliga á teimum stóru skúlunum. Tað vóru í 2021 uml. 40 skúlar, har næmingatalið lá ímillum ein og 850. Tað eru tilsamans uml. 7.000 næmingar í fólkaskúlanum, íroknað frískúlar og serskúlatilboð.

Fólkaskúlin er skipaður eftir lóg frá 1997. Undirvísingarmálaráðið hevur búskaparligu ábyrgdina av skúlaleiðslum og lærarum, ímeðan kommunurnar hava ábyrgdina av skúlabygningum, øðrum starvsfólki og rakstrarútreiðslum. Siður hevur verið, at skúlar vóru í øllum bygdum og býum. So hvørt, sum krøvini til skúlarnar og undirvísingina eru vaksin og undirstøðukervið munandi útbygt, eru fleiri smáir skúlar niðurlagdir. Í fleiri smærri skúlum ganga í dag 1.-7. flokkar, og eldru næmingarnir taka 8.-10. flokk á einum størri skúla. Rákið við størri skúlaeindum hevur verið eyðsýnt seinastu tíggju árini.

Tað eru sernámsfrøðilig tilboð á flestu miðalstóru og stóru skúlunum við fakligum stuðli frá Sernámi. Skúlin á Trøðni hevur serundirvísing við 7-18 ára gomlum næmingum úr øllum landinum.

Nakrir frískúlar eru, og teir verða stjórnaðir eftir lóg um frískúlar frá 2002.

Fróðskaparsetur Føroya varð sett á stovn sum akademi í 1965. Í 1987 fekk stovnurin støði sum universitet. Arbeitt verður fram ímóti at savna allar deildir á økinum kring Debesartrøð, har Setrið byrjaði.
ÓLAVUR FREDERIKSEN/TRAP FØROYAR, 2021

Miðnámsútbúgvinar

Gymnasialar útbúgvingar vendar ímóti vinnulívinum eru í Klaksvík, á Kambsdali, í Vestmanna, Havn og Hovi. Umframt fleiri gymnasialar linjur og HF er ein røð av vinnulívsútbúgvingum innan fyri tøkni, bygging, flutning, skrivstovu, handil, búskap, matvørur, tænastu og heilsu. Eisini er ein serstøk tónleikalinja sum fyrireiking til hægri tónlistarskúla.

Kontrast projekteraði Tórshavnar Musikkskúla og var høvuðsráðgevi. Skúlin stóð liðugur í 2018. Astri Luihn stóð fyri myndprýðingini.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2019

Gymnasialar útbúgvingar til studentsprógv byrjaðu við, at Løgtingið í 1937 setti á stovn eitt tveyára studentaskeið í Havn, og tað varð í 1959 broytt til eina 3 ára útbúgving til student. Eftir 25 ár í fyribils hølum í býnum flutti nýggja studentsútbúgvingin í 1962 í Hoydalar, har gamla tuberklasanatoriið saman við nýggja skúlabygninginum, sum varð bygdur í 1963, gjørdist karmur um Studentaskúlan í Hoydølum. Frá 1974 bar til at fáa sær hægri fyrireikingarprógv (HF), og skúlin broytti navn til Føroya Studentaskúli og HF-skeið.

Ástøðiligi parturin av lærlingaútbúgvingini byrjaði í 1935 sum kvøldskúlaundirvísing, men frá 1960 var hon broytt til dagundirvísing á einum tekniskum skúla í Havn og einum í Klaksvík. Skúlaheim eru knýtt at báðum skúlum. Føroya Handilsskúli varð settur á stovn í 1967 og fekk nýggj høli úti í Marknagildi í Havn í 1984. Umframt tær meiri praktisku handilsfakligu útbúgvingarnar ber eisini til at fáa handilsfakliga gymnasiala útbúgving.

Eftir drúgva politiska umhugsan varð í 2013 gjørt av at savna ástøðiliga partin hjá lærlingunum og teimum ymisku gymnasialu útbúgvingunum í einum og sama útbúgvingarstovni, Glasir – Tórshavn College, sum eisini hevur hægri yrkisútbúgvingar í samstarvi við ímillum aðrar CBS í Keypmannahavn.

Styttri útbúgvingar eru t.d. eftirskúlar, háskúlar og húsarhaldsskúli. Tað eru 14 musikkskúlar í musikkskúlaskipanini, sum hevur undirvísing fyri børnum og ungum upp til 25 ára aldur.

Føroysk lesandi til hægri útbúgvingar í Føroyum, Danmark og í øðrum londum 2009-21. UNDIRVÍSINGARSTÝRIÐ AND FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA, 2022

Framhaldsútbúgvinar

Fróðskaparsetur Føroya er einasta universitet í Føroyum. Í 2008 vórðu Fróðskaparsetur Føroya, Læraraskúlin (hevur verið til síðani 1870, hevur haraftrat havt eina sosialpedagogiska útbúgving síðani 1990) og Sjúkrarøktarfrøðiskúlin (Sjúkrasystraskúlin, sum varð settur á stovn í 1960) løgd saman til ein stovn við fimm megindeildum við gransking og granskingargrundaðum útbúgvingum á bachelor- og masterstigi, haraftrat eru hjálærugreinar á einstøkum yrkisøkjum umframt ein røð av skeiðum og eftirútbúgvingum. Tað eru uml. 1.000 lesandi og uml. 150 ársverk.

Glasir hevur eina røð av útbúgvingum á akademi- og diplomstigi, onkrar teirra í samstarvi við útlendskar stovnar.

Gransking

Havstovan er størsti almenni stovnur innan fyri gransking við sterkum umhvørvi til havgransking við altjóða tilknýti og hevur í nógv ár luttikið í stórum evropeiskum verkætlanum. Fiskaaling er skipað sum partafelag og er í tøttum samstarvi við ídnaðin um granskingarverkætlanir innan fyri aling í sjógvi og vatni.

Fram til seinnu helvt av 1900-talinum var langt ímillum granskararnar í Føroyum. Skitsa av Koltri hjá fólkaminnasavnaranum og málgranskaranum J. C. Svabo. Indberetninger, indhentede paa en allernaadigst befalet Rejse i Færøe i Aarene 1781 og 1782. DET KGL. BIBLIOTEK

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu er leiðandi granskingarstovnur á heilsuøkinum og hevur í nógv ár lagt seg eftir, hvat árin dálking í havinum hevur á børn og ung. Meginparturin av granskingini er fíggjaður við játtanum til verkætlanir. Ílegusavnið byggir við FarGen-verkætlanini upp eina tjóðaríleguskipan. Landssjúkrahúsið hevur eina røð av granskingarverkætlanum, tær flestu eru ph.d.-verkætlanir. Síðan 2016 hava stovnarnir savnað granskingina á heilsuøkinum í ein depil undir leiðslu av Fróðskaparsetri Føroya. Fróðskaparsetur Føroya er størsti granskingarstovnur við gransking, sum fevnir víðast. Ein stórur partur av orkuni verður nýttur á útbúgvingarøkinum, men seinnu árini hevur størri dentur veðið lagdur á gransking á ávísum økjum.

Haraftrat eru hesir almennir granskingarstovnar: Jarðfeingi, Umhvørvisstovan, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Búnaðarstovan, Tjóðsavnið, Tjóðskjalasavnið og Landsbókasavnið.

Tætt samstarv er ímillum setrið og hinar stovnarnar um bæði útbúgving og gransking.

Setrið hevur síðani 1996 útbúgvið ph.d.-kandidatar á fleiri økjum. Nakrir fáa starv á setrinum, aðrir arbeiða á granskingarstovnum og fyritøkum og eru skrivaðir inn á setrinum. Fleiri føroyskir ph.d.-kandidatar eru skrivaðir inn á útlendsk universitet, serliga í Danmark, Noregi og Bretlandi. Nakrir teirra arbeiða á føroyskum stovnum og virkjum í ph.d.-tíðarbilinum. Til 1996 høvdu gott 30 føroyingar vart ph.d. ella doktarastig. Síðan er talið vaksið til uml. 250, sum svarar til 10-15 nýggjar kandidatar um árið.

Granskingarráð og granskingar- og innovationspeningur

Ein nýggj lóg um ráðgeving og stuðul til gransking og innovatión kom í gildi 1. januar 2021. Stovnsett verður eitt landsumfevnandi strategiskt ráð fyri gransking og innovatión, og samskipanin av landsumfevnandi og altjóða samarbeiðinum innan fyri gransking verður styrkt.

27 ára gamla Helma Maria Tróndheim er gott dømi um menningina á útbúgvingarog granskingarøkinum. Hon gekk í fólkaskúla í heimbygdini Leirvík og tók gymnasiala miðnámsútbúgving á tøknibreytini á Tekniska Skúla í Klaksvík. Eftir eina bachelorútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya í Havn tók hon eina tvey ára master í Danmark. Nú er hon aftur í Føroyum og er farin í holt við eina vinnu-ph.d. hjá orkuframleiðaranum SEV í samstarvi við Aalborg Universitet og Fróðskaparsetur Føroya. Hon býr í Leirvík og pendlar til Havnar.
ÓLAVUR FREDERIKSEN/TRAP FØROYAR, 2022

Granskingarráðið varð sett á stovn sum ráðgevandi í 1996. Í 2002 varð Granskingarráðið sjálvstøðugt og býtir á hvørjum ári í miðal 7,5 mió. kr. út til granskingarverkætlanir, sum eru viðkomandi fyri landið. Her verður serligur dentur lagdur á ph.d.-verkætlanir. Granskingarráðið hevur eisini staðið fyri øðrum peninganøgdum, seinast 25 mió. kr. av donsku fíggjarlógini til havgransking í Norðuratlantshavi.

Í 2001 vórðu Fiskivinnuroyndir stovnsettar við peningi at býta út á fiskivinnuøkinum. Hesin peningur verður fyri tað mesta býttur út til menningarætlanir, men eisini til verkætlanir innan fyri gransking. Játtanin hevur verið eitt sindur ymisk, hon er nú 6,5 mió. kr. árliga. Í 2017 var ein fiskivinnugrunnur settur á stovn og 13,5 mió. kr. settar í sum grundupphædd. Enn er grunnurin ikki virkin.

Vinnuframagrunnurin varð settur á stovn í 2001. Ein av høvuðsuppgávunum hjá grunninum er at býta pening til vinnu- ella innovatiónsverkætlanir.

Í 2014 fekk Granskingarráðið við lóg handað 28 mió. kr. frá privatum sjúkrakøssum, sum vórðu niðurlagdir nøkur ár frammanundan. Knapt 20 mió. kr. vórðu í tíðarskeiðinum 2014-20 býttar út til granskingarverkætlanir og smærri verkætlanir á heilsuøkinum. 8,5 mió. kr. vórðu játtaðar til Depilin fyri Heilsugransking undir Fróðskaparsetri Føroya við granskarum frá Fróðskaparsetri Føroya, Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Landssjúkrahúsinum og seinni Ílegusavninum.

Altjóða samstørv

Frá byrjan hava føroyskir granskarar arbeitt saman við granskarum í Norðurlondum, men eisini aðrastaðni í Evropa og USA. Flestu teirra hava tikið alla ella ein part av útbúgvingini uttanlands og hava tí eitt stórt altjóða netverk. Tey seinnu árini er altjóða samarbeiðið munandi ment, við at Føroyar luttaka í evropeiskum granskingar- og innovatiónssamstarvi. ES og Føroyar gjørdu í 2010 sínámillum avtalu um at luttaka í sjey ára ætlanini FP7. Í 2014 varð avtalað gjørd um framhaldandi luttøku í Horizon 2020. Fyrst í 2021 kom nýggja sjey ára ætlanin Horizon Europe í gildi, har Føroyar eisini taka lut. Fleiri stovnar og virki hava luttikið í verkætlanini við fígging úr ES-granskingarsamstarvinum.

Undirstøðukervi undir gransking

Jákup Sverri er bygdur á skipasmiðjuni Mest (skrokkurin tó í Litava) og er smekkfullur av útgerð til havgransking og stovnsmetingar.
ÓLAVUR FREDERIKSEN/TRAP FØROYAR

Granskingarstovnarnir hava hvør í sínum lagi uppbygt undirstøðukervi til tey ymisku granskingarøkini. Hetta fevnir ímillum annað um skjalasøvn og søvn av skjølum, royndum, lutum og myndum, kohortum á heilsuøkinum, og eina røð av dátugrunnum um serstøk evni og útgerð til royndarstovur.

Trolarin Magnus Heinason, bygdur í 1978, varð í 1981 umbygdur til havrannsóknarskip og varð brúktur til endan av 2020. Hann varð avloystur av Jákupi Sverra, sum er fyrsta skip, sum er bygt til havgransking kring Føroyar.

Í 2009 varð granskarastovnurin iNOVA stovnaður í einum niðurløgdum virkisbygningi. Talan er um rannsóknar- og skrivstovuhentleikar til gransking og innovatión. Peningurin til umbygging og stovnseting kom frá Vinnuframagrunninum. iNOVA verður rikin sum partafelag við almennum og privatum eigarum.

Granskingarstovnar

  • Búnaðarstovan
  • Deildin fyri Arbeiðs- and Almannaheilsu
  • Fiskaaling
  • Fróðskaparsetur Føroya
  • Havstovan (áður Fiskirannsóknarstovan)
  • Heilsufrøðiliga Starvsstovan
  • Ílegusavnið
  • iNOVA
  • Jarðfeingi
  • Landsbókasavnið
  • Landssjúkrahúsið
  • Tjóðsavnið (áður Fornminnissavnið, Náttúrugripasavnið og Jarðfrøðisavnið)
  • Tjóðskjalasavnið (áður Landsskjalasavnið)
  • Umhvørvisstovan

Les meira

Les meira um føroyska samfelagið og vinnulívið