Fiskivinnan

Bruttovirðið í ráevnisvinnuni.
HAGSTOVA FØROYA

Tá ið strandalondini í Norðuratlantshavi í 1970-árunum fluttu fiskimørkini út á 200 fjórðingar, gjørdust stór havøki, sum fyrr høvdu verið altjóða sjógvur, nú fiskiøki hjá einstøku londunum. Soleiðis broyttust stórir partar av havfiskiskapinum frá at vera fiskiskapur í altjóða sjógvi til í høvuðsheitum at vera fiskiskapur í egnum sjógvi saman við fiskiskapi, sum var grundaður á avtalur ímillum tjóðirnar um fiskakvotur á havleiðum hjá hvørjum øðrum.

Árligi útflutningurin av fiskavørum tíðarskeiðið 1993-2021.
UH01050

Fyri Føroyar merkti hetta, at landið í 1977 fekk ognar- og fyrisitingarrætt til fiskatilfeingið í einum øki, sum er uml. 300.000 km2. Men samstundis varð atgongdin til fiskiskap á fjarleiðum avmarkað soleiðis, at føroyski fiskiflotin í størri mun enn áður var noyddur at fiska á føroyskum havleiðum. Tó verða á hvørjum ári avtalur gjørdar við onnur strandalond um atgongd til fiskakvotur í sjóøkinum hvør hjá øðrum, og rættindi fáast við at býta um kvotur, serliga við ES, Bretland, Russland, Noreg, Ísland og Grønland. Harumframt verður eisini fiskað í altjóða sjógvi. Hetta snýr seg serliga um pelagiskar fiskastovnar, ið ferðast, men verða umsitnir í samstarvi ímillum strandalondini, ið eru partar av hesum.

Føroyski fiskiskapurin kann verða býttur í tveir høvuðspartar: botnfiskiskap og uppsjóvarfiskiskap. Størsti parturin av botnfiskiskapinum verður skipaður við fiskidøgum, sum verða býttir út á hvørjum ári. Uppsjóvarfiskiskapurin verður hinvegin skipaður við árligum kvotum. Skipanin er bygd á vísindaliga ráðgeving og umsitingarligar ætlanir. Í nøgd er uppsjóvarfiskur størri partur enn botnfiskur soleiðis, at uppsjóvarfiskur er uml. 75 %, og botnfiskur er uml. 25 % av samlaðu føroysku veiðuni. Men av tí at botnfiskur vanliga verður seldur fyri hægri prís enn uppsjóvarfiskur, er botnfiskur samanlagt eitt sindur størri partur enn uppsjóvarfiskur av samlaða útflutningsvirðinum.

Botnfiskiskapur

Føroyska botnfiskaveiðan hevur seinastu árini verið uml. 130.000 tons um árið. Av hesum eru uml. 80.000 tons úr føroyskum sjógvi og restin í havøkjum hjá øðrum tjóðum, í høvuðsheitum við Ísland, Eysturgrønland og Kanada, og haraftrat í Barentshavinum og í altjóða sjógvi. Botnfiskasløgini eru eyðkend av at vera búfiskur og sjáldan flyta seg langt.

Fiskivinnan hevur síðan seinast í 1800-talinum verið týdningarmesti vinnuvegur í Føroyum, men nú er laksaalingin farin framum. Laksaaling er lutfalsliga nýggj vinna í Føroyum, men góðu líkindini og høgu prísirnir hava givið alingini góðan byr.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2019

Hetta slagið av fiskiskapi er nógv meira fjøltáttað enn uppsjóvarfiskiskapur og hevur fleiri skip, sum eru sera ymisk, tá ið talan er um stødd og veiðihátt, og sum eru egnað til ymisk fiskasløg og ymisk landafrøðilig veiðiøki. Útróðrarbátar fiska nærri landi og fiska í høvuðsheitum tosk, hýsu, longu, brosmu o.a. Manningin er oftast eitt til trý fólk, og túrarnir eru vanliga eitt til tvey samdøgur. Fiskað verður við línu ella snellu.

Línubátar eru stórur partur av flotanum. Teir minstu fiska bara á landgrunninum og bankunum nærindis. Størru línubátarnir fiska partvíst á landgrunninum og á djúpum vatni og harumframt á øðrum havleiðum, serliga við Ísland, í altjóða sjógvi og eystan fyri Kanada og í grønlendskum sjógvi.

Trolarin Steintór tekur trolið inn á havleiðunum við Føroyar. Trolarar á hesari stødd fiska fyri tað mesta á djúpum havleiðum.
ERIK CHRISTENSEN/CREATIVE COMMONS/WIKIMEDIA, 2011

Trolarar eru ymiskir í stødd. Teir minstu hava loyvi at fiska á avmarkaðum økjum á grunninum, fyri tað mesta eftir flatfiski, men størsti parturin av trolfiskiskapinum gongur fyri seg á djúpari leiðum, annaðhvørt sum partroling ella sum troling við einum skipi. Partroling, t.v.s. at tveir trolarar hála eitt botntrol ímillum sín, er nógv brúkt í Føroyum. Orsøkin til hetta er fyrst og fremst, at tað verður brúkt minni olja enn við einum trolara, t.v.s. við trollemmum at spíla sundur veingirnar á troli. Hjá trolarum er týdningamesta fiskaslagið upsi. Haraftrat eru verksmiðjutrolarar, sum mest eru í Barentshavinum og í grønlendskum sjógvi; her er meginparturin av veiðuni toskur og rækjur.

Ein bólkur av fiskiskipum brúkar botngørn til veiðu eftir svartkalva og havtasku kring Føroyar. Harumframt er nakað av fiskiskapi eftir jákupsskel á landgrunninum, og í firðum og sundum verður hummari veiddur við rúsum.

Uppsjóvarfiskur

Sild kemur ofta fyri í stimum. Fiskiskapurin er serliga í Norskahavinum við uppsjóvartrolum.
LARS LAURSEN/BIOFOTO/RITZAU SCANPIX, 2013

Uppsjóvarfiskiskapur er meira einsháttaður enn botnfiskiskapur, og veitt verður við stórum trolarum ella kombineraðum nótaskipum fyri tað mesta eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild. Á flestu skipum verður fiskurin goymdur í stórum kølitangum við køldum sjógvi og verður síðani landaður til virkini. Summi skip hava verksmiðju umborð til at flakaskera, at útvinna lýsi og at framleiða fiskamjøl.

Sløg sum svartkjaftur, makrelur og sild eru uppsjóvarfiskur. Tey ferðast ofta langa leið í rættiliga føstum, árstíðarbundnum ferðingarmynstrum ímillum gýtingarøki, vakstrarøki, føðsluøki og viðhvørt eisini vetrartilhaldsøki. Allir tríggir stovnarnir ferðast eftir føði í Norskahavinum um várið og summarið, har stórar nøgdir av djóraæti eru. Ferðingarmynstrið hjá fiskinum hevur við sær, at stovnarnir fara yvir um fleiri landamørk á hvørjum ári, og tí eru teir at síggja sum felagsogn hjá teimum strandalondum, har stovnarnir ferðast. Fiskiflotarnir hjá teimum londunum, talan er um, fylgja stovnunum, har teir ferðast, og eru tvílandaavtalur um tað, kunnu teir fiska innan fyri fiskimørkini hvør hjá øðrum.

Svartkjaftur er tað slagið, sum føroyingar veiða mest av. Hendan veiðan byrjaði í 1970-80-árunum og øktist nógv í 1990-árunum. Fiskað verður við uppsjóvartrolum.

Sildin er tann av hesum nevndu fiskasløgunum, sum hevur longstu søguna í føroyskari uppsjóvarveiðu. Í 1950-árunum og 1960-árunum var eftir tátíðar umstøðum nógv sildaveiða, serliga eystan og norðan fyri Føroyar, men hon minkaði burtur, tá ið sildin hvarv fyrst í 1970-árunum. Tá ið stovnurin í 1990-árunum var komin fyri seg aftur, varð veiðan tikin upp aftur, nú við størri og meira nútímans skipum. Veitt verður í Norskahavinum, í føroyskum, norskum, íslendskum og altjóða sjógvi.

Verksmiðjuskipið Norðborg við heimstaði í Klaksvík, á sínum fyrsta túri í 2009. Norðborg, sum reiðaríið P/F Hvalnes eigur, varð bygt á Kilensku skipasmiðjuni ASMAR, Talcahuano Shipyard í 2009. Skipið er 83,63 m langt og 17,4 m breitt og hevue ein Rolls Roys motor.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2009

Makrelveiðan er nógv broytt seinastu árini. Til fyrst í øldini áttu Føroyar ein lítlan part av samlaðu makrelveiðuni. Men síðan víðkaði makrelurin ferðingina eftir føði um summarið vestureftir inn í føroyskan og íslendskan sjógv. Hetta hevði við sær, at parturin, sum landið átti, vaks samsvarandi.

Bæði svartkjaftur, sild og makrelur verða fyri tað mesta landað til virki, sum annaðhvørt frysta ella virka fiskin.

Frá sildatunnum til verksmiðjuskip

Stóra sildaveiðan norðan fyri Føroyar eftir seinna heimskríggj hevði nógv sildaarbeiði við sær á landi. Sildin varð saltað í tunnur og flutt út til lond sum Eysturtýskland og Svøríki.

Í 1966 varð sildaverksmiðjan Havsbrún bygd í Fuglafirði. Aðrar smærri sildamjølsverksmiðjur vórðu bygdar í Gøtu, Klaksvík og á Tvøroyri og Velbastað, sum ímillum annað framleiddu fóður til minkar. Útflutningurin av fiskamjøli og fóðri rakk í 2019 upp til 527 mió. kr.

Í 1970-árunum varð ein røð av verksmiðjum gjørd at góðska sildina, sum varð løgd í gløs og tí gjørdist liðugvøra. Í 1980-árunum vórðu haraftrat royndir gjørdar at framleiða surimi (crab stick) úr svartkjafti bæði umborð á skipi og á landi, men royndirnar bóru ikki á mál. Tá ið kvoturnar av uppsjóvarfiski øktust frá ár 2000, vildu reiðararnir fáa so nógv sum gjørligt burtur úr makreli, sild, svartkjafti og lodnu. Síðan 2005 eru soleiðis bygdar tríggjar verksmiðjur til góðsking, og í 2009 kom Norðborg til Føroya sum fyrsta verksmiðjuskip í uppsjóvarflotanum. Ætlanin var at virka alla veiðina og at betra góðskuna. Umborð á Norðborg bar til úr sild og makreli at framleiða ymiskar vørur umframt fiskamjøl og fiskaolju.

Eitt dømi frá 2016 eru tey uml. 40.000 tonsini av uppsjóvarfiski, sum høvdu eitt virði upp á 107 mió. kr., tá ið veiðan var komin óvirkað í land. Men eftir at fiskurin var frystur heilur og pakkaður antin umborð ella á landi, hækkaði virðið til 179 mió., tvs. prísvøksturin var 67 %. Ein annar fyrimunur er, at góðskubetraða vøran vigaði ein triðing minni, enn um hon varð útflutt heilfryst, og tí minkaðu útreiðslurnar til flutning munandi. Við at góðska frysta fiskin økist góðskan haraftrat 9 %. Betran av góðskuni av allari uppsjóvarveiðuni kann geva ímillum 200 og 300 mió. kr. meiri inntøku til fiskiídnaðin.

Í dag verður ein munandi partur av fiskinum virkaður umborð á verksmiðjuskipum, sum hava flakamaskinur og frystiorku. Línuskipini, sum fyri 10-15 árum síðani seldu veiðuna feska, hava nú næstan øll frystilast.

Millum mongu flakavirkini, sum lótu upp í 1960-árunum og 1970-árunum, var Bacalao, har tey framleiddu turran fisk. Mynd frá 1974.
SIGURD BECH/RITZAU SCANPIX

Frá klippfiski til flakavirki

Fiskivinnan menti seg, eftir at íslendingurin Holger Jacobæus í 1844 kom til Føroya at læra føroyingar at hagreiða klippfisk. Áðrenn hetta var fiskurin bara kloyvdur og turkaður.

Tá ið fyrstu sluppirnar í 1870-árunum komu til Føroya, øktist fiskiveiðan. Fyrstu turkihúsini til fisk vórðu bygd fyrst í 1900, og í 1930-árunum vórðu tey avloyst av nútímans húsum, har fiskurin varð turkaður við luft frá motorriknum maskinum. Nú bar sostatt til at virka klippfisk alt árið. Frá 1870 til 1960 vóru klippfiskur og saltfiskur størsti parturin av landsins útflutningi.

Í 1950-árunum vórðu elverk bygd um allar Føroyar. Tí bar til at frysta fiskin, og frá seinast í 1950-árunum og inn í 1960-árini vórðu fleiri flakavirki bygd, har fiskurin var flakaskorin og frystur í smærri pakkar. Frá 1970-árunum, tá ið fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar, vaks veiðan av feskfiski munandi; nógv flakavirkir vórðu bygd, stórar íløgur vórðu gjørdar í flakamaskinur og frystigoymslur. Men sjálvt tá ið øll virkini høvdu flakamaskinur, var tað framvegis tørvur á arbeiðsmegi, tí hvørt flak skuldi eisini reinskerast.

Í Havn um ár 1900. Vaskaði saltfiskurin (mest toskur) er breiddur á helluna at turka til klippfisk. Tað var fyrst og fremst konufólkaarbeiði undir uppsýni av einum formanni.
NATIONALMUSEET

Bæði landspolitiskt og ikki minst nærpolitiskt snúði tað seg líka nógv um at gera arbeiðspláss sum at menna eina lønandi vinnu. Flakavirkir vórðu bygd í næstan øllum teimum størru bygdunum, og í 1978 vóru 21, sum tilsamans høvdu 1.249 starvsfólk – 606 menn og 643 kvinnur. Hóast almennan stuðul gav flakavinnan í síni heild undirskot, og nógv virki fóru á húsagang. Eftir búskaparligu kreppuna í 1992 var talið á flaka- og saltfiskavirkjum minka niður í 7.

Í dag arbeiða uml. 600 fólk á virkjunum, og rávøran er toskur, upsi, hýsa og onnur sløg av botnfiski. Av hesum eru 300-400 starvsfólk á teimum báðum størstu virkjunum, sum eisini eru tey mest støðugu, tí tey hava tryggjað sær rávøru við at hava skip knýtt av virkjunum. Flestu flakavirkini frysta fløkini í blokkar, og tvey ella trý salta tey.

Upsi verður í høvuðsheitum útfluttur til ES-londini. Serliga Týskland, Frakland og Pólland. Toskur verður mest útfluttir til Bretlands, Póllands og Danmarkar, og hýsan verður útflutt til Bretlands. Saltfiskurin verður útfluttur til Spania, Italia og Portugal.

Toskur er dýrasti botnfiskurin, og í 2019 útflutti landið fyri 1,2 mia. kr. Útflutningsvirðið á frystum toskafløkum rakk 353 mió. kr., og toskurin, sum var frystur heilur, varð seldur fyri 203 mió. kr.

Saltfiskavirkini útfluttu fyri 246 mió. kr. og toskafløk fyri 217 mió. kr. Útflutningurin av upsa rakk sama ár 273 mió. kr., av hesum var útflutningurin av frystum fløkum 234 mió. kr. Útflutningurin av hýsu rakk 184 mió. kr., og tað snúði seg serliga um útflutning av heilum, køldum fiski.

Veiðan hjá verksmiðjutrolarunum – toskur og hýsa í høvuðsheitum veidd í Barentshavinum – er við í hesum uppgerðunum.

Les meira

Les meira um føroyska samfelagið og vinnulívið

  • Helgi Jacobsen

    (f. 1954) Journalistur. Fríyrkisjournalistur og rithøvundur.

  • Eilif Gaard

    (f. 1957) Dr.phil. í havlívfrøði. Granskari á Havstovuni.