Í Miðvági búgva 1.125 fólk. Har eru 48 merkur; av teimum eru 22 merkur, 14 gyllin og 17 skinn festijørð, og 25 merkur, 1 gyllin og 3 skinn óðalsjørð. Festijørðin er býtt millum 16 festarar. Áseyðatalið er 1.598.
Miðvágs hagi gongur tvørtur ígjøgnum Vágar, fram við Sørvágsvatni og Fjallavatni. Við frárenslið úr Fjallavatni, Munnan, er næststørsti fossur í Føroyum, Reipsáfossur. Við syðra enda á Sørvágsvatni er størsti fossurin, Bøsdalafossur, og forbergið Trælanípan er væl umtókt ferðamál.
Fornfrøðiligi útgrevsturin á Tvørgarði í Miðvági er tíðarsettur til miðøld. Hetta er niðursetugarður, lagdur av frá einum av hinum víkingaaldargørðunum í bygdini. Tann forni tingstaðurin í Vágum var í Miðvágs haga; seinni varð ting hildið innandura á bóndagarðinum Heimi í Stovu í býlinginum á Ryggi. Teir seks fornu býlingarnir tóku seinast í 19. øld at vaksa saman, og nýggir býlingar tóku seg upp so við og við.
Frá katólskari tíð hevur Miðvágur verið prestbygd og kirkjan sostatt høvuðskirkja i prestagjaldinum. Peder Ahrboe og Beinta Broberg vóru víða gitin prestahjún í gamla prestagarðinum í Jansagerði. Beinta gav eitt nú Jørgen-Frantz Jacobsen íblástur til skaldsøgupersónin Barbaru í skaldsøgu við sama navni. Tann gamli náðinsgarðurin í Kálvalíð er millum elstu varðveittu hús í Føroyum og er nú bygdarsavn.
Kirkjan, sum nú er, var liðugt bygd í 1952. Heini Joensen, snikkarameistari úr Miðvági, útbúgvin í Bergen, teknaði hana. Hon er stoypt úr betongi og ávirkað av jugendstílinum í vesturnorskari byggilist.
Heimamissiónin og hvítusunnusamkoman hava hvør sítt missiónshús í bygdini.
Í 1961, eftir at preliminerdeild kom í Vágum í 1959, bygdu táverandi Miðvágs kommuna og Sandavágs kommuna ein skúla í felag á Giljanesi. Í 2014 varð hann høvuðsumvældur. Ítróttahøll hoyrir til skúlan.
Frá seinnu helvt av 19. øld kom vøkstur í fólkatalið, m.a. tí at nú vóru tey fleiri, ið fingu atgongd til partar av haganum hjá kongs- og serliga prestjørðini, so tey fingu havt kúgv og annars lívbjargað sær við útróðri. Tá ið handilin varð fríur, komu fleiri handilsmenn, sum keyptu fisk frá útróðrarmonnum á staðnum. Saman við skipsfiskiskapi og tí, at fleiri skip vórðu keypt til bygdina, gav tað grundarlag undir klippfisaframleiðslu í bygdini.
Miðvágur hevur frá gamlari tíð av røttum borið orð fyri at vera besta hvalvág í Føroyum, og tað hevði stóran búskaparligan týdning fyri alla oynna. Tann fyrsti vatnorkurikni maskinverkstaðurin varð bygdur í bygdini í 1919. Har vórðu smíðað vindeygu, hurðar, trappur o.a. Núverandi maskinverkstaður, Oilwind – J. K. Joensen & Sonur, varð stovnaður eftir seinna heimsbardaga, og í mong ár gjørdi hann útgerð til føroyska fiskiflotan, samstundis sum royndir vórðu gjørdar við vindmylluframleiðslu.
Fyrsta rættiliga havnarlag við mola varð bygt í 1920-árunum, og seinast í 1960-árunum varð tað útbygt. Um somu tíð kom flakavirkið Snarfrost. Flakavirkið var stongt eina tíð frá 2010, men hevur nú nýggjar eigarar og er aftur farið til verka. Hiddenfjord elur laks í sjónum úti fyri Sandavági og Miðvági.
Miðvágur var fyri stórum missi undir seinna heimsbardaga. Miðvágstrolarin Nýggjaberg varð skotin niður í mars 1942. Sekstan menn úr bygdini fórust, og eftir sótu einkjur og faðirleys børn.
Í Miðvági er kirkjugarður fyri bretskar hermenn.
Ymsir mentamenn eru føddir í Miðvági, millum aðrar mál- og mentanargranskarin Jens Christian Svabo, skaldið Mikkjal Dánjalsson á Ryggi, skaldið Olivar á Ryggi og rithøvundurin og háskúlamaðurin Rasmus Rasmussen (Regin í Líð).
Les meira
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum