Sandur, nevndur í Hundabrævinum, er 96 merkur og 12 gyllin. 55 merkur og 8 gyllin eru festijørð, sum er býtt millum 24 festarar, og 41 merkur og 4 gyllin eru óðalsjørð. Áseyðatalið er 3.064. Á Sandi búgva 521 fólk.
Fornfrøðikanningar hava víst á búseting á Sandi longu frá millum ár 300 og ár 500, og tískil er Sandur millum elstu bygdir í landinum. Tann gamli tingstaðurin er í Trøðum við tingsteininum, sum enn sæst, og sum forbókstavir og árstalið 1789 er høgt í.
Móti sjónum eru Mølheyggjar, sum eru friðaðir og eru einasta stað í Føroyum, har marhálmur veksur. Á víkini uttanfyri hevur MOWI laksaaling.
Tann siðbundna timburkirkjan við flagtekju er bygd í 1839. Fornfrøðiútgrevstur hevur víst, at fleiri aðrar kirkjur hava staðið har undan hesari, og á kirkjuøkinum varð í 1863 funnin ein dýrgripur av 98 silvurmyntum frá umleið árinum 1000; fleiri av teimum hevur Haraldur Hárfagri kongur gjørt.
Mitt í bygdini liggur tað friðaða húsið Norðara Koyta, sum er bygdarsavn.
Listasavnið á Sandi varð stovnað 2006. Tað hýsir savninum hjá Sofusi Olsen av verkum eftir føroysk listafólk, sum hann hevur givið listasavninum. Bókasavnið á Sandi varð stovnað í 2009. Bulurin í savninum er stór bókagáva, sum Daniella Olsen hevur latið.
Ungmannafelagið Virkið varð stovnað í 1923 og hevur sítt egna felagshús. Ítróttafelagið B71 nýtir fótbóltsvøll og aðrar ítróttarhentleikar hjá Sandoyar Meginskúla. Á Sandi er barnagarður og vøggustova.
Eitt av trimum ellisheimum í Sandoynni er á Sandi, annað í Skálavík og tað triðja í Skopun. Fólkið í hinum kommununum hevur umvegis kommunuavtalu atgongd til hesar stovnar.
Les meira
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum