Lítla Dímun, ið er óbygd, hevur síðan 1850 verið privat ogn, býtt millum nógvar ognarar. Orðið Dímun er av keltiskari rót og merkir »tvífjall«. Hvalbingar eru sera ernir av oynni, sum teir gjørdu sítt ítasta fyri at ognast. Í oynni er hús, sum menninir kunnu gista í, tá ið teir eru á fjalli. ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2021
Lítla Dímun er óbygd. Hon er 0,82 km² og mett til 1 mørk og 8 gyllin. Hon var áður festijørð, men varð í 1880 seld hvalbingum á uppboði. Áseyðatalið er 280.
Eitt lítið skýli er gjørt í oynni, har tað ber til at vera, tá ið farið verður á fjall og at veiða fugl. Um heystið verður seyðurin seldur á uppboði, og peningurin fer til felagskassa Lítlu Dímunar.
(f. 1945) Dr.phil. í søgu og fil.dr. í tjóðlívsfrøði. Professari emeritus, adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya og fyrrverandi rektari Setursins.