Borðoy

Borðoy er 94,90 km2 í vídd og er tann størsta av Norðoyggjum. Fjallið Lokki er 754 m, men 600 metrar norðanfyri er hægsta staðið í økinum, tað er 772 m. Tær 7 markatalsbygdirnar í oynni eru Múli, Depil, Norðtoftir, Árnafjørður, Skálatoftir, Strond, Klaksvík og Norðoyri. Aftur at teimum koma niðursetubygdirnar Norðdepil, grundað 1866, og Fossá, grundað í 1860-árunum og yvirgivin í 1953. Fólkatalið í oynni háttar sær so, at Klaksvík er vaksin sera nógv, men tær smáu bygdirnar langt frá Klaksvík eru minkaðar.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Hans Andrias Sølvará

    (f. 1962) Ph.d. í søgu og cand.mag. í søgu og heimspeki. Professari og dekanur á Søguog Samfelagsdeildini, Fróðskaparsetri Føroya.