Norðoyri

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Á Norðoyri búgva 109 fólk, og hon er 24 merkur, 17 merkur og 12 gyllin eru festijørð, og 6 merkur og 4 gyllin eru óðalsjørð. Festijørðin er býtt sundur í fýra festi. Seyðatalið er 330 áseyðir.

Bygdin verður nevnd fyrstu ferð í 1463, men tað verður hildið, at har hevur verið bústaður í víkingatíð, tí at slíkar toftir finnast í bygdini. Í 1745 fór ein garður í bygdini av skalvalopi.

Sýslumaðurin Sámal Mikal Matras búði á Uppistovugarðinum frá 1813, til hann doyði 1857. Hann skrivaði nágreiniliga dagbók um alt virksemi í arbeiðinum á garðinum. Dagbókin, sum er í varðveitslu á Tjóðskjalasavninum – ein lítil partur av henni tó á skjalasavninum í Klaksvík – er eindømi sum kelda til Føroya landbúnaðarsøgu.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum