Ósalt vatn

Nógvar stórar áir eyðkenna líðina í Tjørnuvík, tá ið nógv avfall er.
BJARNE JAKOBSEN/BIOFOTO/RITZAU SCANPIX, 2013

Føroyska veðurlagið er merkt av nógvum avfalli, og í miðal regnar ella kavar meira enn 270 dagar um árið. Í Havn t.d. er miðalavfallið yvir 1.200 mm um árið, men eitt sindur longri norðuri, í Hvalvík, er miðalavfallið 3.200 mm um árið. Í útjaðaraøkjum sum Mykinesi og Akrabergi er turrari; har er avfallið í miðal undir 900 mm um árið. Øll henda vatnnøgdin er grundin til alt ósalta vatnið, sum er í Føroyum.

Sum hvítir vattdoddar reisir ullinta mjáblaðaða mýrigrasi (Eriophorum angustifoliumi)) seg upp úr einum slevjutum hvammi við Fuglafjørð í Eysturoy. Hetta eyðkenda mýrigrasi er vanlig planta í føroyskum mýrum, har hon veksur saman við m.ø. mýrimosa og ymiskum størsløgum og eisini túvuskúsgrasi, blágresi og beinbrotskattarklógv.
GASTINEAU/RITZAU SCANPIX, 2015

Inntil nýliga hevur vanliga verið hildið, at einki grundvatn var í Føroyum, og at alt avfallið rann yvir klettar og hellur sum omanávatn út í vøtn, løkir og áir og so á sjógv. Men grundvatn er í Føroyum. Tað sæst í keldum, sum ikki torna, hóast einki avfall er. Harumframt má haldast, at heitar keldur sum Varmakelda við Kambsdal hava samband við grundvatn, sum er djypri. Grundvatn sæst eisini í mongu lekunum í fleiri tunlum, og tað sæst eisini í boriholum í sambandi við, at jarðhiti verður lagdur inn í hús og aðrar bygningar.

Hóast grundvatn er til, rennur ógviliga stórur partur av avfallinum í vøtn og áir sum omanávatn, og tað sæst sum oftast týðiliga. Tá ið regnar illa, hækkar vatnstøðan, og øgil kemur í áirnar, men tað øvuta hendir næstan líka skjótt, tá ið slítur í. Fleiri terradagar kunnu gera tað, at smáar tjarnir liggja turrar, og er turkur í fleiri vikur, eru sjálvt fittliga stór vøtn turrløgd, og áir verða løkir.

Umhvørvisstøðan vøtnum og áum viðvíkjandi

Fosfor er ikki nógv í føroysku undirgrundini, og av tí at so lítið av loystum fosfori er í vøtnunum og áunum, eru tey í høvuðsheitum føðslulítil. Tó hevur økt meingi av føðsluevnum frá landbúnaði, fiskaaling og bygging ovbyrjað ávís vøtn og ávísar áir. Hetta kann hava við sær, at økt algublóming, ger sýnið verri og tálmar trivnaðin hjá vatnplantunum, og hetta kann, tá ið samanum kemur skaða djóralívið. Føðsluátyngdin kann tó eisini koma av náttúrligari ávum. Rituflokkar seta seg t.d. ofta við ávís vøtn, og skarnið frá fuglunum kann hava við sær, at vatnið verður dálkað.

Fram við eini á við Eiði í Eysturoy gyllir landslagið gult av mýrisóljum (Caltha palusthsl), sum standa í blóma. Børn plaga at gera látipípur av leggunum, og blóman hevur prýtt frímerkir, eins og ofta verður tikið til hennara bæði í yrkingum og sangum. Tí er tað helst ikki av leið, at sóljan í 2005 varð kosin at vera tjóðarblóma Føroya. MARTIN N. JOHANSEN/BIOFOTO/RITZAU SCANPIX, 2018

Plantu- og djóralív í vøtnum

Til tað er ikki nógvur gróður í føroyskum vøtnum. Í mýrunum eru mjáblaðað mýrigras (Eriophorum angustifolium), tvíbýlisstør (Carex dioica) og graskent stør (Carex nigra) og so eisini fleiri ymisk sløg av mýrimosa (Sphagnum spp.). Ein annar mosi, sum ørgrynna sæst av, er ljósagrøni mosin (Philonotis fontana). Hann sæst serliga í keldum, har ið hann ofta veksur saman við stjørnusteinbroti (Saxfraga stellaris).

Føroysku áirnar eru ofta so brattar og tí so stríðar, at ilt er hjá plantum at festa rót. Tó finst keldumosi (Fontinalis antipyretica) í flestu áum, men í minni løkum, har streymurin ikki er so stríður, kunnu eisini vera plantur sum avlangt tjarnaks (Potamogeton pofygomfolius) og áartúsundblað (Myriophyllum alternflorum).

Fert tú upp á áarbakkan, verður plantulívið nógv margfaldari. Hetta er serliga galdandi fyri áir, sum eru í bygdum øki, har ið seyður ikki sleppur at. Fram við t.d. bæði Sandá og Hoydalsá í Havn, finnur tú summarhálvuna upp ímóti 60 ymiskum plantusløg, teirra millum gloym-meg-ei, eisini rópt hoylús (Myosotis scorpioides) og mýrisólju (Caltha palustris) og eisini innræsin sløg sum veitarbládeplu (Veronica beccabunga) og gulari apublómu ( Mimulus guttatus).

Bæði í vøtnum og áum eru nógv ymisk skordýrasløg. Fram við áum eru fleiri sløg av brúnligum náttfirvaldslíkum heygsmonnum, sum á ormverustigi halda til í svalligum streymandi vatni. Av føroyskum heygsmonnum eru sløg við ormverum, sum kitta sandskorn og grús til flytandi húsar, og onnur sløg, har ið ormverurnar sita á botni í eini silkinót, sum smádýr enda í sum ormveruføði. Afturat kemur atgongdi Rhyacophila dorsalis, hvørs ormverur jagstra fong á áarbotninum. Ormverur av mýggjabitum (Chironomidae spp.) eru eisini fjølmentar í áunum. Har eru tær týdningarmikil føði hjá bæði sílum og fuglum.

Mýggjabitaormverur eru eisini í vøtnunum, har ið vit finna tær á botni sjálvt í djúpum vøtnum. Í vøtnunum eru eisini sniglar og marflugur og fleiri sløg av heygsmonnum, sum byggja sær húsar, og hvørs ormverur mósett ættarverum sínum, sum liva í áum, sum oftast byggja sær húsar av plantulutum. Í smáum grunnum vøtnum eru klukkur sum stóri vatnkálvurin (Agabus bipustulatus), og tekurnar eru tvinnar, bæði sløg búksvimjarar: Callicorixa wollastoni og Arctocorisa carinata.

Bæði í áum og vøtnum finna vit kombikk (eisini nevnt horngeil) (Gasterosteus aculeatus) í hópatali. Álur (Anguilla anguilla) er eisini at finna í vøtnum og áum, men stovnurin er nógv minkaður síðan 1970-árini. Við hvørt svimja skrubbur (Platichthysflesus) niðan í áir og vøtn, men tær gýta ikki í vatni.

Síl (Salmo trutta) eru at kalla í øllum áum. Sjósílið, sum vit kunnu kalla vistfrøðiligt sílaslag, sum eftir at hava gýtt heldur til havs, er eisini at síggja í Føroyum, serliga í Saksunarvatni og Sandsvatni. Stuttleikafiskarum dámar væl at veiða tað, og góður matfiskur er, og fram ímóti 1900 varð so nógv fiskað, at sílastovnurin var stórliga í afturgongd. Í Leynavatni í Streymoy er upprunastovnur av bleikju (Salvelinus alpinus), og bleikja er eisini sett út í avbyrgt vatn við Vestmanna, og haðani er tað farið í onnur avbyrgd vøtn. Stuttleikafiskarum til fyrimunar eru ælabogasíl (Oncorhynchus mykiss) sett út í Nesvatn í Eysturoy.

Hóast ávísar áir eita Laksá og Laksará, hevur laksur (Salmo salar) neyvan verið áarfiskur í Føroyum, fyrr enn Føroya Sílaveiðifelag (felagið hjá føroyskum stuttleikafiskarum) i 1947 fór at seta út islendskt laksayngul i áirnar. Tað hevur havt við sær, at oyggjarnar í dag hava ein endurframleiðandi laksastovn.

Nýtslan av feskvatni

Feskt vatn er eyðvitað væl umtókt hjá stuttleikafiskarum, men tað verður eisini brúkt m.a. sum drekkivatn og til at framleiða ravmagn við. T.d. vórðu yvir 100 áir og løkir úr ymiskum avfalsøkjum veitt gjøgnum savningartunlar til byrgingina við Eiðisvatn í sambandi við stóru vatnorkuverkætlanina í Eysturoy. Umframt verður vatn eisini brúkt til vinnulig endamál t.d. á flakavirkjum og smoltstøðum. Enn ber illa til at siga, hvørjar umhvørvisligar avleiðingar standast av hesi miklu vatnnýtslu.

Les meira

Les meira um nátturuna og landslagið í Føroyum

  • Leivur Janus Hansen

    (f. 1975) Lívfrøðingur. Kuratorur á Tjóðsavninum.

  • Lis E. Mortensen

    (f. 1960) Cand.scient. í náttúrulandafrøði. Vísindaligt starvsfólk á Jarðfeingi.