Havið kring Føroyar

Kaldbaksfjørður er eyðkendur føroyskur fjørður, har nýggja rannsóknarskipið, Jákup Sverri, regluliga ger kanningar.
ÓLAVUR FREDERIKSEN/TRAP FØROYAR, 2021

Hvar ið tú so ert staddur í Føroyum, er ongastaðni longri enn 5 km til strondina, og havið um oyggjarnar hevur ómetaligan týdning fyri veðurlagið, náttúruna og vinnulívið. Heili 99,5 % av føroyska økinum er hav, og í vídd er tað næstan trífalt so vítt sum danska havøkið. Henda stóra havleiðin røkkur frá flógva Atlantshavinum í ein útsynning til kalda Norðurhavið fyri norðan. Og her eru bæði djúpir firðir og opið hav, har ið dýpið kann vera fleiri túsund metrar.

Norðureftir hevur føroyska havøkið mark móti bæði íslendskum og norskum sjógvi. Suðureftir er markið móti bretskum sjóøki. Í 2021 var útsynningsmarkið óavgreitt, men bíðað varð eftir úrskurði í Sameindu Tjóðum.

Botnurin

Føroyar eru á Grønlands-Skotlandsrygginum, sum er undirsjóvarryggur, sum røkkur frá Grønlandi til Skotlands. Ryggurin skilur Norðuratlantshav frá Norðurhøvum og hevur avgerandi ávirkan á, hvussu rákið er í økinum. Tann parturin av rygginum, sum er millum Íslands og Føroya, verður róptur Íslandsryggurin. Á hesum teininum er meginparturin av rygginum grynnri enn 500 m dýpi, men so líðandi dýpist hann inn móti føroyska landgrunninum. Suðursnippurin av landgrunninum er langur og smalur og markar partvíst mótið millum Hetlandsrennuna í ein landsynning og Bankarennuna í ein útsynning. Vestan fyri landgrunnin eru tríggir stórir bankar. Av teimum er Føroyabanki størstur og næstur Føroyum. Síðani koma Ytribanki og Ytstibanki.

Frá Føroyabanka gongur Bankaryggurin (BRy) inn á skotska landgrunnin. Sæð burtur frá tí partinum, sum vendir móti Íslandsrygginum, er heilt djúpt rundan um allan landgrunnin. Í Hetlandsrennuni eru støð, sum eru djypri enn 1.000 m, og Bankarennan, sum á gáttini er 840 m djúp, er djypsta skarðið um Grønlands-Skotlandsryggin.

Opnu havleiðirnar

Eyðkenni fyri opnu havleiðirnar kring Føroyar eru rákini ávikavist úr útsynningi við flógvum atlantssjógvi og úr landnyrðingi við køldum arktiskum sjógvi. Hesi bæði rákini eru partur av termohalina rákinum, sum hevur so stóran týdning fyri veðurlagið í Føroyum, eins og tey í stóran mun treyta, hvussu rák, temperaturur og saltinnihald eru bæði í ovaru og niðaru løgum á opnum havi.

Evnisnøgdin á sjógvi er treytað bæði av temperaturi og saltinnihaldi, soleiðis at heitur sjógvur við lágum saltinnihaldi er lættur, meðan kaldur sjógvur við høgum saltinnihaldi er tungur. Flógvi atlantssjógvurin, sum við Norðuratlantsstreyminum rekur í ein landnyrðing móti Føroyum, er tískil ervasjógvur.

Streymurin fer í tveimum greinum um Íslandsryggin og savnast aftur í Føroyastreyminum norðan fyri Føroyar. Síðani fer streymurin aftur í tvíningar; onnur greinin rekur eystureftir móti Noregi, og hin rekur í ein útsynning inn í Hetlandsrennuna. Greinin, sum rekur inn í Hetlandsrennuna, møtir einum geira av atlantssjógvi, sum rekur vestaneftir og úr útsynningi, og saman rekur hesin streymurin í ein landnyrðing fram við Hetlandi. Hesir mongu streymarnir eru allir greinir av Norðuratlantsstreyminum, og saman gera teir tað, at í næstan øllum føroyska havøkinum er flógvur atlantssjógvur í ovaru løgunum.

So hvørt sum atlantssjógvur kemur longri og longri norður, kølnar hann og verður kaldur arktiskur sjógvur. Samstundis blandast hann við sjógv, sum ikki er so saltur; hetta hevur við sær, at ein partur av arktiska sjónum verður verandi so lættur, at hann heldur seg í erva. Arktiskur sjógvur rekur suðureftir, men norðan fyri Føroyar bremsar flógvur atlantssjógvur honum.

Meginparturin av arktiska sjónum varðveitir tað mesta av saltinnihaldinum, og tá ið hann samstundis kølnar munandi, søkkur hann niður á dýpi, so tað munar. Stóru lægdirnar norðan fyri Grønlands-Skotlandsryggin eru tí fullar av ísakøldum arktiskum sjógvi. Umvegis djúpu skørðini streymar djúpi arktiski sjógvurin um undirsjóvarryggin og rekur í ein útsynning. Hóast størsti parturin av rákinum fer gjøgnum Grønlandsfjørðin millum Grønland og Ísland, rekur umleið triðingurin av sjónum gjøgnum Hetlandsrennuna og síðan gjøgnum Bankarennuna. Ein partur rekur eisini um Íslandsryggin og Bankaryggin.

Tá ið djúpi yvirflotssjógvurin rekur úr Bankarennuni, møtir hann atlantssjónum á 500-1.000 m dýpi. Á so stórum dýpi er atlantssjógvurin kaldari enn í vatnskorpuni, men hann er enn væl heitari enn arktiski sjógvurin, og blandingin millum hesi bæði rákini er ógvislig. Samsvarandi blanding hendir arktiska rákinum, sum fer um Grønlandsfjørðin, og saman verður hesin blandaði sjógvurin róptur djúpur atlantssjógvur. Djúpi atlantssjógvurin er um størsta partin av djúpa Atlantshavinum, og rákið flytir við sær serliga súrevni (O2), men eisini koltvísúrni (CO2) úr Norðuratlantshavi til syðra part av Atlantshavinum og hiðani eisini til Kyrrahavið og Indiahavið.

Landgrunnurin

Føroyski landgrunnurin er um leið 20.000 km2 til víddar, og miðaldýpdinliggur um á leið 100 m. Norðanfyri er landgrunnurin rættiliga flatur, men her eru eisini fleiri bankar, og serliga eystanfyri eru djypri rennur um bankarnar. Streymviðurskiftini á landgrunninum eru ávirkað av hørðum sjóvarfalli, sum summstaðni kann reka harðari enn 1 m/s. Sjóvarfalsaldurnar úr Atlantshavi og úr Noregshavi møtast her og mynda ein sokallaðan amfidromiskan depil, sum aldan snýr sær um. Í amfidromiska deplinum er so at siga stórt sæð eingin munur á flóð og fjøru. Munurin millum flóð og fjøru er størstur vestanfyri og minkar so við og við eystureftir; samstundis seinkast tíðin fyri ávikavist flóð og fjøru eisini so við og við. Í Havn er t.d. sera lítil munur á flóð og fjøru. Seinkanin og skiftið ímillum, hvussu stórur munur er á flóð og fjøru, hava við sær, at stríðir sjóvarfalsstreymar eru millum oyggjarnar, og tey hava eisini tað við sær, at sjógvurin á landgrunninum melur um oyggjarnar við sólini.

Stríðu sjóvarfalsstreymarnir blanda sjógvin á landgrunninum, og har ið sjógvurin er grynstur, er hann blandaður av botni upp í vatnskorpuna árið íkring. Um veturin verða grynru økini kaldari enn sjógvurin uttanum, soleiðis at ein frontur myndast á o.u. 100 m dýpi millum svalliga sjógvin á landgrunninum og flógva atlantssjógvin. Fronturin er sera broytiligur, og í mai-juni verður hann til ein lagskipaðan sjóvarfalsfront. Um várið verður henda gongdin í høvuðsheitum stýrd av lofthavsviðurskiftum, og tí kann hon skifta nógv frá ári til árs. Eru viðurskiftini til vildar, kunnu algublómingar taka seg upp í blandaða sjónum á landgrunninum tíðliga á árinum, og seinni kann sama henda, har ið sjóvarfalsfronturin er. Onnur ár eru viðurskiftini ikki til vildar, og lítið sæst til gróður í sjónum.

Sjóvarhitin á landgrunninum skiftir eftir árstíðunum. Kaldast er oftast frá seinast í februar til nakað út í mars mánað, 6-7 °C, meðan tað er heitast í august og september, um 10-11 °C. Hvussu heitt er valdast partvíst lofthavið, men eisini hvussu heitur ella kaldur atlantssjógvurin er. Bæði móti endanum av tíðarskeiðnum 1910-20 og miðskeiðis í 1990-unum var atlantssjógvurin rættiliga kaldur, men seinastu 15 árini hevur hann verið nøkulunda varandi flógvur.

Firðirnir

Føroyar hava eftir støddini sera langar strendur, við mjáum, vágskornum firðum. Fleiri av firðunum eru gáttarfirðir, har ið ein gátt ella fleiri gáttir býta einstøku firðirnar sundur í djypri lægdir, og har ið hægsta gáttin ofta er í sjálvum fjarðarmunnanum. Inni á botni á fjørðinum og fram við honum renna áir og tí vatn í fjørðin.

Av tí at flóð og fjøra oftast ikki ávirka firðirnar so nógv, blandast áarvatnið og sjógvurin alt fyri eitt, og vit fáa brakkvatn, sjóblandað vatn. Av tí at brakkvatnið ikki er so salt sum sjógvurin, er tað lættari og legst sum eitt o.u. 10-20 m tjúkt lag ovast. Brakkvatnið rekur móti fjarðarmunnanum, og fyri at viga upp ímóti tí sjóblandaða vatninum, sum rekur út, rekur saltur landgrunssjógvur inn á fjørðin undir brakkvatninum.

Á sumri hitnar landgrunssjógvurin og gerst tískil so lættur, at hann ikki søkkur niður á botn í firðunum. Í djypru lægdunum á gáttarfirðunum kann hetta hava við sær, at botnsjógvurin ikki verður skiftur út, og tá minkar súrevnið. Hetta endurtekur seg t.d. hvørt ár á Skálafjørðinum, sum er longsti og djúpasti fjørður í Føroyum. Tíðarskeiðið við minkaðum súrevni kann vara í fleiri mánaðir, men endar um heystið, tá ið sjógvurin kølnar, og svalligur sjógvur av landgrunninum aftur veitir botnsjónum meira súrevni.

Stóralgur við strendurnar

Algur er felagsheiti á mongum ymsum bólkum av lívverum og røkka um umboð fyri plantur og einkyknaðar verur eins væl og bakteriur. Tað er vanligt at býta tær í mikroalgur og stóralgur, ið eru tær størru fleirkyknaðu algurnar. Tær flestu stóralgurnar eru havalgur. Tær eru fastsitandi lívverur, sum vaksa fram við strondini á leiðum, har undirstøðið er haldgott. Saman við havgrasasløgunum verða tær eisini nevndar tari. Á klettastrondunum í Føroyum er gilt av stóralgum, og teir víðlendu, gróðrarmiklu taraskógirnir eru ómissandi fyri sjógvumhvørvi nær landi, umframt at teir eru heimavist og uppvakstrarstað hjá eini nøgd av fiskasløgum og enn størri nøgd av ryggleysum dýrum.

Vakstrarviðurskifti

Ljósgeislingin, innihaldið av føðslusøltum, saltleikin eins væl og hitastigið eru avgerandi fyri, hvussu stóralgurnar vaksa og breiða seg.

Saltleikin í sjónum við Føroyar heldur sær rættiliga fast á umleið 35 ‰ alt árið, men ljós, sjóvarhiti og nøgdin av upploystum føðslusøltum skiftir við árstíðini. Ljósmagnið ger av, hvussu djúpt stóralgurnar vaksa, og hvussu skjótt tær vaksa. Sjóvarhitin, sum sveiggjar millum umleið 7 °C og 10-11 °C um summarið, er eisini avgerandi. Tá ið hitin og ljósmagnið eru í hæddini summarhálvuna, er stóralguvøksturin mestur.

Innihaldið av upploystum føðslusøltum avmarkar eisini alguvøksturin, og eins og ljósið og hitin er tað skiftandi eftir árstíðum. Nitrat (NO3-) er vanliga tað føðslusaltið, sum skjótast verður uppi, og verður tí avmarkandi fyri stóralguvøksturin. Mátingar í sjónum yvir føroyska landgrunninum hava víst, at nitratinnihaldið í mai-september sveiggjar millum 2,2 og 10,2 μM. Tað er vøksturin av mikroalgum um várið, sum elvir til hesi sveiggini. Støddin á teimum planktonsku mikroalgunum ger, at tær taka nógv betur við teimum upploystu føðslusøltunum enn stóralgurnar, og bæði nitrat og onnur føðslusølt bindast tí skjótt í mikroalgu-lívheimin. Í ovastu fláini av sjógvi á firðunum, har tjykst er av mikroalgum, kann nitratið verða brúkt heilt upp, so at innihaldið í styttri ella longri tíðarskeið fellur heilt niður í 0 μM. Men aldur og streymur ávirka eisini nitratinnihaldið, og kanningar á Kaldbaksfirði hava víst, at tíðarskeiðini við lítlum innihaldi eru stytst, tá ið fjørðurin er mest ávirkaður av veðri og streymi.

Økisuppbýtið av algusamfeløgunum

Øll tey mongu sløgini av stóralgum seta hvørt sær ávís krøv til umhvørvið, sum tey vaksa í, og tey breiða seg tí til ymisk vakstrarstøð, sum hvørt sær eyðkennist av ávísum umhvørvistáttum, sum t.d. upptorningarstigi, hitastigi, ljósmagni og streymviðurskiftum. Stóralgur koma fyri frá nakað oman fyri flóðina og niður á 30 metra dýpi. Tær breiða seg í mun til dýpi, og hvussu ábært tað er viðvíkjandi ávirkan frá náttúrukreftunum, soleiðis at eitt meira ella minni greitt økisbýti myndast. Tá ið aldurnar bróta móti teimum ábærastu strondunum, stendur sjósprænurin høgt upp í bergið, og tað hevur við sær, at summar stóralgur megna at vaksa so høgt uppi sum 20 m yvir flóðini. Á firðunum og um tær betur vardu strendurnar er tað harafturímóti í størri mun flóðin, sum ger av, hvussu langt upp algurnar breiða seg. Økið, sum flóðin røkkur um, eyðkennist av tarum sum bólatara (Ascofyllum nodosum) og bløðrutum skúvtara (Fucus vesiculosus). Hesir báðir mynda flotbløðrur, sum bera teir uppi. Serliga bólatari er ábending um vardar strendur og er als ikki at finna har, sum strondin er ábær. Bløðrutur skúvtari tolir betur ávirkan frá náttúrukreftunum, hóast hann er sjáldsamur á ábærum strondum og har serliga veksur í rivum í berginum, har hann er vardur fyri brimi. Á teimum ábæru strondunum eyðkennist økið, sum flóð og fjøra røkka um, í staðin av ymiskum reyðtara sum korallalgu (Corallina officinalis), vørtutara (Mastocarpus stellatus), sølum (Palmaria palmata) og purpurhinnu (Porphyra umbricalis) umframt reipatara (Himanthalia elongata). Kring um fjørumarkið finst harumframt tang (Alaria esculenta).

Undir fjørumarkinum, í økinum, sum altíð er undir í sjógvi, byrja tarasløg, sum ikki tola at torna, at kykna upp. Serliga á teimum ábæru strondunum eru umstøðurnar góðar fyri stóralgur. Her hava streymur og aldur borið legugrýtið burtur, og eftir stendur fast undirstøði, sum stóralgur fáa fest seg í. Tey stóru sløgini av blaðtara fara nú at taka seg upp; fyrst tarablað (Laminaria digitata) og á eitt sindur størri dýpi eisini tonglatari (Laminaria hyperborea), sum í hesum økinum mynda stórar, víðfevndar taraskógir. Á 20 metra dýpi fara taraskógirnir á teimum ábæru strondunum at tynnast. Kemur tú niður á 30 metra dýpi, er lítið av tonglatara, og á hesum dýpi eigur tað minkandi ljósið ivaleyst sín part í at avmarka alguútbreiðsluna.

Á teimum vardu strondunum finnast stóralgur bara út til dýpi upp á nakrar fáar metrar. Tann avmarkandi tátturin er ofta legugrýtið; í tí kyrra sjónum legst tað í eitt tjúkt lag av fínari runu, sum algur ikki fáa sett seg í. Stórir brúntarar sum sukurtari (Saccarina latissima), tarablað og tonglatari eru við yvirlutan í teimum ovastu metrunum og breiða seg í tí nevndu raðfylgjuni. Ólíkt tí, sum er á teimum ábæru strondunum, megnar tonglatari ikki at mynda stórar taraskógir, og tær einstøku taraplanturnar eru yvirhøvur smáar.

Margfeldi av stóralgum

Ein partur av tí víðtøknu Biofarverkætlanini var at kanna margfeldið av stóralgum í Føroyum gjølla í tíðarskeiðinum frá juli 1994 til august 2000. Algufrøðingarnir Ruth Nielsen og Karl Gunnarsson stóðu fyri kanningini, og stóralgur vórðu savnaðar frá 260 ymiskum støðum ymsastaðni í Føroyum. Til samans vísti kanningin 260 ymisk sløg av stóralgum, sum bólkaðust í 113 sløg av reyðalgum, 83 sløg av brúnalgum og 63 sløg av grønalgum. Av teimum vóru 41 sløg ikki kend áður í Føroyum.

Í kanningini varð serliga hugt eftir kálkreyðalgum og purpurhinnum. Síðan varð hildið fram við serliga purpurhinnum, og tað hevði við sær, at eitt nýtt slag varð funnið og lýst alment í 2012. Slagið fekk navnið Pyropia njordii eftir Njørði, sum var gudur fyri m.a. sigling í norrønari gudalæru. Umframt í Føroyum er slagið kent í Íslandi, Grønlandi, New England í USA og Nova Scotia í Kanada, men typueintakið, sum skilmarkar tað nýggja slagið, varð innsavnað við Tjaldavík á Trongisvágsfirði í 2006.

Arbeiðið, sum varð framt í sambandi við Biofar-verkætlanina, ger, at tað ber til at skráseta broytingar í stóralgusamfelagnum í Føroyum. Higartil eru ongar broytingar skrásettar, men væntast kann, at tann hækkandi sjóvarhitin, sum stavar frá heimsumfatandi veðurlagsbroytingum, sum frá líður fer at fáa nýggj sløg av stóralgum at sløðast sunnanífrá til Føroya.

Taraskógur á fjøru. Tonglatari gevur øðrum sløgum góðar treytir fyri at trívast í taraskóginum, og søl vaksa ofta á stelkinum á tonglatara.
AGNES MOLS MORTENSEN, 2020

Stóralgurøkt

Í Asia er long siðvenja fyri at røkta og eta stóralgur, men í Norðurevropa er stóralgurøkt ein nýsprottin vinna. Í Føroyum hava tó longu í fleiri ár verið gjørdar royndir at røkta tang (Alaria esculenta) og sukurtara (Saccharina latissima), og so við og við er ein vinnulig gagnnýting av hesum báðum sløgunum uppbygd. Harumframt eru eisini gjørdar royndir at røkta bæði tonglatara (Laminaria hyperborea), tarablað (Laminaria digitata) og søl ( Palmaria palmata), men hesi trý sløgini verða ikki røktað á vinnuligum stigi enn.

Tað norðurlendska átakið Nordic Seaweed Project stóð í 2005 fyri fyrstu royndunum at røkta tara í Føroyum. Tang var fyrsta slagið, sum roynt varð at røkta, og slagið vísti seg at hava stórar møguleikar. Harnæst fór Fiskaaling (føroyski granskingarstovnurin fyri sjógvaling) at granska stóralgur og metir nú stóralgurøkt sum nýggja sjógvaling í Føroyum.

Nú eru tvær fyritøkur í Føroyum við stóralgurøkt sum høvuðsvirksemi: TARI – Faroe Seaweed og Ocean Rainforest. Føroyskir myndugleikar lótu trý tey fyrstu loyvini til stóralgurøkt í juli 2020. Tískil fekk Ocean Rainforest loyvi at røkta sukurtara á Funningsfirði, og TARI – Faroe Seaweed fekk loyvi at røkta tang, tarablað, sukurtara, søl og nalvapurpurhinnu á Kaldbaksfirði. Harumframt fekk TARI – Faroe Seaweed loyvi til eina landstøð í Fámjin. Har verða nøringareindirnar, sum verða nýttar í tí framhaldandi røktartilgiongdini, fráskilaðar, og línurnar, sum stóralgurnar vaksa á, verða sáddar.

Stóralgurnar, sum verða framleiddar í Føroyum, verða seldar bæði til nýtslu og sum liðugur úrdráttur og tilfarsúrdráttur. Ein partur verður eisini seldur sum djórafóður. Millum teir mongu úrdráttirnar eru t.d. Ocean Wings, gjørdir av tangi, ið er røktað á staðnum.

Tonglatari – Føroya størsta stóralga

Næstan 3 metrar langur úr enda í annan er tonglatari (Laminaria hyperborea) størsta stóralga í havinum kring Føroyar, og hann er tann berandi bygnaðartátturin í tarastórskógunum við strendurnar. Tonglatari hoyrir til brúntararnar, og saman við sukurtara og tarablaði nevnist hann blaðtari.

Eins og hinir blaðtararnir hevur tonglatari sterkar rótfestur, langan, grovan og óslættan stelk. Blaðið er tjúkt og leðurkent og sundurbýtt í nógvar deildir, sum líkjast fingrum. Bæði rótfesturnar og stelkurin eru fleiráragróður, men blaðið følnar og má vaksa av nýggjum hvørt ár. Seint á vetri sæst tað nýggja blaðið vaksa fram úr samankomingini millum stelkin og tað gamla blaðið. Stelkurin sjálvur verður upp í 2,3 m langur, og tað ber til at aldursgreina tonglatara eins og trø við at leggja ein skurð niðast gjøgnum stelkin og telja árringarnar. Elsti tonglatari, sum funnin er í Føroyum, var 13 ára gamal.

Eitt ríkt dýra- og algulív er knýtt at stelki og rótfestum á tonglatara. Á fjøru sæst týðiliga reyðtarin søl (Palmaria palmata) vaksa ovast á stelkinum á tonglatara. Søl eru ein vanligur reyðtari í Føroyum og vaksa frá fjøru og út á umleið 15 metra dýpi. Tonglatari er eins og søl væl dámdur til matna.

Taraskýli, nevnt AkvaNest, gevur reinsifiskinum natúrligt býli á laksaalistøðunum. TARI hevur ment AkvaNest saman við føroyska laksaídnaðinum, og úrslitini boða frá góðum.
AGNES MOLS MORTENSEN, 2019

Stóralgur í laksaaling

Laksalús (Lepeophtheirus salmonis) er til stóran ampa í laksaaling í Føroyum. Tað lítla krabbadýrið livir sum sníkur á laksinum og føðir seg av slími, skræðu og blóði av honum.

Í nógv ár hava laksaalarar nýtt rognkelsi (Cyclopterus lumpus) til at beina fyri laksalúsini. Rognkelsið verður koyrt í aliringarnar saman við laksinum og virkar har sum munagóður lúsaátari. Tíverri trívst rognkelsi illa í aliringum, og í teimum mongu royndum at bøta um umstøðurnar hjá hesum týdningarmikla »reinsifiski« hava stóralgur víst seg at vera ein møguleiki. Ólíkt laksi, sum svimur frítt, mugu rognkelsi hava eitt undirstøði at sita á og krógva seg í, og tað hava tey natúrliga í taraskógunum. Tí hava mong laksaalivirki roynt seg við plastskýlum, sum skulu líkjast tara.

TARI – Faroe Seafood hevur saman við laksaídnaðinum ment eitt natúrligari taraskýli enn plastskýlið til rognkelsið. Á taraskýlunum verða ymiskar stóralgur røktaðar, so tær virka eins og flótandi taraskógir, har rognkelsið fær krógvað seg. Ætlanin er, at tey natúrligu taraskýlini á burðardyggan hátt skulu fáa rognkelsið at trívast betur.

Les meira

Les meira um nátturuna og landslagið í Føroyum

  • Karin Margretha Húsgarð Larsen

    (f. 1969) Havfrøðingur og ph.d. Deildarleiðari á Havstovuni.

  • Bogi Hansen

    (f. 1945) Lic.scient. í alisfrøðiligari havfrøði. Seniorgranskari á Havstovuni.

  • Agnes Mols-Mortensen

    (f. 1977) Ph.d. og lívfrøðingur. Granskari á Fiskaaling, medstovnari og medeigari av virkinum TARI – Faroe Seeweed.