Verandi sóknarkirkja í kirkjubø varð bygd í 13. øld. Hon er einasta miðaldarkirkjan, sum enn er í nýtslu í landinum. Fornfrøðiligar kanningar undir kirkjugólvinum vístu, at kirkjan stendur oman á leivdum av eldri kirkjum og leiðum. Kirkjan er rætthyrnt, mátini uttan eru 21,5 x 7,5 m, og hon hevur sama snið sum fleiri norskar kleysturkirkjur í sama tíðarskeiði, ið eyðkennast av, hvussu longdin er í mun til breiddina. Kirkjan er grótlaðað við skilpi millum steinarnar, og útveggirnir eru pussaðir og kálkaðir. Eystarumegin í kirkjuni hevur verið eitt borðklætt kór, ið var skilað frá skipinum miðskeiðis á kórvegginum. Um 1420 var eitt kapell bygt upp í kirkjuna norðarumegin til minnis um Erlend bisp. Erlendur man vera kendasti bispur í Føroyum í katólskari tíð og sat frá 1269 til 1308. Sambært eini heimild frá um 1420 hevði biskupsstólurin í umbúna at gera Erlend til halgimenni Føroya. Tá ið fornfrøðiligar kanningar vórðu gjørdar árini 1963 til 1967 varð m.a. ein grøv funnin í kirkjuni, ið ætlandi er frá 13. øld.
Kirkjan stendur soleiðis fyri við sjóvarmálan, at vandi var fyri at brimið mataði grundina undan henni. Í 1870 var tí ein brimverja laðað millum kirkjuna og fjøruna, eftir at kirkjan í 1864 var lýst at vera ónýtilig. Kirkjan varð umbygd í 1874 og fekk eitt øðrvísi yvirbragd. Í hesum sambandi vórðu teir sermerktu stólarnir saman við øðrum innbúgvi í kirkjuni tiknir úr henni og fluttir á savn – í fyrsta umfari á Danska Tjóðsavnið í Keypmannahavn, men í 2002 komu stólar og innbúgv aftur til Føroya og eru nú á Tjóðsavni Føroya. Hetta eru 16 bonkargalvar (teir sokallaðu Kirkjubøstólarnir), tveir lesi- ella bønarpultsgalvar og ein skriftastólur. Innbúgvið er gjørt úr furu og ætlast vera frá tíðliga í 15. øld. Í kirkjuni stóð ein skurðmynd av Mariu moy við Jesubarninum í fanginum, og hon varð eisini flutt á savn. Skurðmyndin, ið er telgd í træ og upprunaliga var málað, er 125 cm høg og helst gjørd í Vesturnoregi í 13. øld. Tá ið kirkjan varð umvæld í 1874, fekk hon nýgotiskt snið bæði uttan og innan, men tá ið hon varð umvæld aftur í 1960-árunum, varð roynt fáa hana aftur í sítt miðaldarliga líki, so væl sum til bar. Altartalvuna, Jesus gongur á vatninum, gjørdi listamaðurin Sámal Joensen-Mikines.
Les meira
- Bókmentir
- Byggisiðir í Føroyum
- Bygningar á biskupssetrinum
- Dómkirkjan
- Felagslív og sjálvboðið arbeiði
- Kirkjur
- Landsbókasavnið
- Líkhús
- Magnuskirkjan
- Mál og málføri
- Siðsøgulig søvn og mentanararvur
- Siðvenjur og frásagnir
- Tjóðsavnið
- Tjóðskjalasavnið
Les meira um føroyska mentan