Á prentmiðlamarknaðinum vóru við árslok 2020 fýra bløð: Dimmalætting, Norðlýsið, Sosialurin og Oyggjatíðindi og harumframt fleiri tíðindaportalar á netinum. Summir teirra eru knýttir at bløðunum, men øðrum standa einstaklingar ella nøkur fá starvsfólk fyri. Bløð og portalar verða fíggjað við lýsingainntøkum, gjøgnum privatar fyritøkur og við miðlastuðli.
Søguliga hava 27 ymisk bløð verið útgivin í Føroyum, og blaðsøgan kann skiftast sundur í fimm tíðarskeið: Føringatíðindi komu út níggju ferðir í 1852, og við teimum byrjaði fyrsta tíðarskeiðið. Ikki fyrr enn í 1877 fór eitt nýtt blað at koma út, tað var Dimmalætting. Frá 1890-árunum og fram til 1946 var tann sokallaða gulløldin. Um og eftir aldaskiftið 1900 vórðu fleiri bløð stovnað. Fyrsta staðbundna blaðið var Norðlýsið, stovnað í 1915. Føroya Sosialdemokrat (seinni Sosialurin) kom út fyrstu ferð í 1927. Dagblaðið, ið seinni gjørdist málgagnið hjá Fólkaflokkinum og legðist á borgarliga veingin, var stovnað í 1935.
Flestu bløðini komu bert út í nøkur fá ár, og orðaskiftið í bløðunum var merkt av tjóðskaparspurninginum og ídnaðargeringini. Triðja tíðarskeiðið, frá 1946 til 1990, stóðu floksbløðini í blóma. Kalda kríggið gjørdi ljóðbotnin í orðaskiftinum, og tann partapolitiski journalistikkurin vant upp á seg. Teir fýra stóru flokkarnir høvdu hvør sítt blað: Javnaðarflokkurin hevði Sosialin, Fólkaflokkurin Dagblaðið, Sambandsflokkurin Dimmalætting, og 14. September, sum byrjaði í 1947, gjørdist málgagnið hjá Tjóðveldisflokkinum, tá ið flokkurin var stovnaður í 1948.
Útvarp Føroya fór at senda í 1957, og við tað fingu bløðini minni týdning sum tíðindamiðlar. Floksmiðlarnir broyttust lítið fram til um og eftir 1990. Fjórða tíðarskeiðið í blaðsøguni, frá 1990 til 2008, var merkt av kreppuni í 1990-árunum. Um 13 % av fólkinum fóru av landinum, blaðsølan minkaði í stórum, og fleiri bløð góvust. Í kjalarvørrinum av, at kommunisman fall í Eysturevropa, og netmiðlar tóku seg upp, broyttust viðurskiftini í viðvíkjandi samanhangi og útgávumøguleikum, og bløðini gjørdust alsamt minni heft av flokkunum. Í 1998 fór Sosialurin á netið, og síðan komu fleiri smáir tíðindaportalar.
Fimta tíðarskeiðið, frá 2008 og úteftir, eru stórar rembingar farnar gjøgnum føroyska miðlaheimin eins og í øðrum londum. Bløðini royndu at viga upp ímóti minkandi sølu eftir kreppuna við at bjóða nethald, sum tó ikki kastaði líka nógv av sær. Minni álit var eisini í lýsingarinntøkunum, tí amerikanskir tøknirisar bjóðaðu líkindi til bíligari lýsingar á sínum miðlapallum. Dimmalætting fór á heysin, men varð síðan endurstovnað sum vikublað í 2014.
Fíggjarligu viðurskiftini hjá privatu miðlunum fingu seg ongantíð aftur á tað støðið, har tey vóru undan kreppuni. Í 2016 samtykti landsstýrið at veita hesum miðlastyrk, og 2 milliónir vórðu játtaðar til endamálið.
Útvarp Føroya (ÚF)
Við heimild í løgtingslóg fór Útvarp Føroya at senda í 1957. ÚF sendi tíðindi, veðurlíkindi og talu- og tónleikasendingar hálvanannan tíma um dagin. Í 1960-árunum var sendiflatin víðkaður við eitt nú beinleiðis sendingum og útvarpsleikum. Inntøkurnar vóru útvarpsgjald og lýsingar. Í 1969 fór ÚF undir eydnuspælið V4, við inntøkunum frá tí bar til at nútímansgera stovnin, og í 1982 varð flutt í nýbygdu útvarpshúsini í Sortudíki. Fram undir túsundáraskiftið varð senditíðin víðkað til 24 tímar.
Frá byrjan var ÚF hugsað at vera ein almenn upplýsingatænasta, og útvarpið gjørdist tískil ein tjóðsavnandi stovnur. Í 2005 vórðu ÚF og almenna sjónvarpið, SVF, løgd saman til Kringvarp Føroya (KVF).
Sjónvarp Føroya
Sambært løgtingssamtykt fór Sjónvarp Føroya at senda í 1984. Inntøkurnar vóru hyggjaragjald og lýsingar, men fólkatalið gjørdi, at tilfeingið var avmarkað. Umframt Dag og viku, sum varð send eina ferð um vikuna, varð dentur lagdur á barna- og mentanarsendingar. Tey fyrstu árini sendi sjónvarpið hvønn dag og fylti annars sendiflatan við sendingum frá DR og TV2 sambært avtalu við hesar støðirnar. Orka var ikki til at týða hesar sendingarnar til føroyskt.
So við og við varð sendiflatin víðkaður, fleiri føroyskar tíðindasendingar og tíðarbært tilfar legðist aftrat, og sent varð eisini frá ítróttartiltøkum, gudstænastum og møtum. Í 1997 kom Gekkurin og gav sjónvarpinum eina munaverda eykainntøku. SVF gjørdi í 1998 ta fyrstu avtaluna við myndugleikarnar um almenna upplýsingatænastu. Nú varð sent øll kvøld, men Dagur og vika varð send fýra ferðir um vikuna.
Kringvarp Føroya (KVF)
KVF hevur frá byrjan virkað eftir umleið sama leisti sum Danmarks Radio og aðrar almennar upplýsingatænastur í grannalondunum. Tann fyrsta avtalan við myndugleikarnar um almenna upplýsingatænastu varð gjørd í 2011, og hugtakið almenn upplýsingatænasta varð stigvíst víðkað frá at hava eitt uppalandi endamál fyri samfelagið og almenningin til eisini at vera í fólksins tænastu. Umframt tíðindatilfarið varð stórur dentur lagdur á barnasendingar. Útvarpið sendir burturav á føroyskum, men í sjónvarpinum koma alment upplýsandi norðurlendskar sendingar, sum ikki eru týddar, aftur at teimum føroysku sendingunum. Inntøkurnar eru í høvuðsheitum kringvarpsgjaldið, sum nú verður kravt inn um skattin. Gekkurin gevur enn eitt munavert íkast til raksturin. Inntøkur av lýsingum fara í ein almennan upplýsingargrunn, sum aðrir miðlar eisini hava atgongd til.
Aðrir elektroniskir miðlar
Lindin varð stovnað í 2000 og sendir í dag kristiligar sendingar allan sólarringin. Inntøkurnar koma frá stuðlum og ymsum fyritøkum. Gjøgnum árini eru fleiri royndir gjørdar at stovna útvarpsstøðir við tilhoyrandi netsendingum fíggjaðar við lýsinga- og stuðulspengum. Teimum flestu hevur ikki verið langt lív lagað. Fremst av teimum var R7, sum fór at senda í 2015 og var ætlað at viga upp ímóti KVF sum ein borgarlig og staðbundin útvarpsstøð. R7 gavst móti ársenda í 2020 og varð loyst av av Radio.fo, sum hevur sama endamál sum R7.
Les meira
- Bókmentir
- Felagslív og sjálvboðið arbeiði
- Filmur
- G! festivalurin
- Ítróttur
- Myndlist
- Mál og málføri
- Siðvenjur og frásagnir
- Sjónleikur
- Tónleikur
- Trúgv og trúarligt virksemi
Les meira um føroyska mentan