Lítla Dímun

Lítla Dímun, ið er óbygd, hevur síðan 1850 verið privat ogn, býtt millum nógvar ognarar. Orðið Dímun er av keltiskari rót og merkir »tvífjall«. Hvalbingar eru sera ernir av oynni, sum teir gjørdu sítt ítasta fyri at ognast. Í oynni er hús, sum menninir kunnu gista í, tá ið teir eru á fjalli.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2021

Lítla Dímun er óbygd. Hon er 0,82 km² og mett til 1 mørk og 8 gyllin. Hon var áður festijørð, men varð í 1880 seld hvalbingum á uppboði. Áseyðatalið er 280.

Eitt lítið skýli er gjørt í oynni, har tað ber til at vera, tá ið farið verður á fjall og at veiða fugl. Um heystið verður seyðurin seldur á uppboði, og peningurin fer til felagskassa Lítlu Dímunar.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Jóan Pauli Joensen

    (f. 1945) Dr.phil. í søgu og fil.dr. í tjóðlívsfrøði. Professari emeritus, adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya og fyrrverandi rektari Setursins.

  • Jens Hákun Leo

    (f. 1987) MA í altjóða politikki og hjágrein í søgu frá Fróðskaparsetri Føroya. Lærari á Skúlanum við Streymin.