Oyggin er 2,3 km2 til støddar og 17 merkur av festijørð, og har býr eingin fast. Seyðatalið er 160 áseyðir. Síðani 2015 hevur Koltur verið partur av Tjóðsavninum, sum hevur umsitingina av oynni sum útisavn.
Í 2013 var álagt Tjóðsavninum at umsita Koltur. Tjóðsavnið virkar fyri at varðveita, granska og miðla víðari tey siðmenningarligu og náttúrusøguligu virðini á oynni. Koltur er við sínum 230 ha minsta bygda oyggj í Føroyum. Farvegur av búseting sæst heilt aftur í víkingatíðina.
Heima í Húsi, elsti býlingurin, er við sínum umvældu sethúsum, gróthúsum og neysti eitt sera væl varðveitt dømi um tað gamla bóndasamfelagið. Við yngra býlingin Norði í Gerði er Gróthústangi, ið hevur navnið hjá sær, eftir hjallum og torvhúsum, ið har stóðu. Innangarðs eru teigalendini, sum í 1995 gjørdust partur av húsa- og røktarlandslagsfriðingini í Koltri.
Les meira
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum