Tíðarskeiðið 1536-1850

Mynd á korti, sum vísir grindarakstur. Hjalshurð stendur upp á víðan vegg, so at hon leggur beinini, og hjallurin skal verða fyltur við grind. Úr kortleggingini av Føroyum í 1793 hjá C. L. U. Born. DET KGL. BIBLIOTEK

Trúbótin kom í umleið 1538 og var heilt fullførd í 1540, tá ið ein evangeliskur superintendantur avloysti seinasta katólska biskupin. Biskupsdømið varð niðurlagt í 1557, tá ið Føroyar gjørdust próstadømi undir Bergens biskupsdømi, og í 1620 undir Sælands stifti. Kirkjugóðsið varð við trúbótini lagt undir krúnuna. Tað var umleið 48 % av samlaða jarðarvirðinum í Føroyum, og kongsjørðin var 5 %. Kongsjørðin varð síðani latin kongsbóndum sum festi.

Í tíðarskeiðinum fram til 1619 var føroyski handilin á ymsum hondum. Í fyrstuni hevði kongur einarætt til handilin, men í nøkur ár fingu føroyingar tó loyvi at hava frían handil. Magnus Heinason tók við handilsloyvinum í 1579. Hann bygdi í tey fimm árini, hann hevði handilin, ein skansa í Havn til tess at verja staðin ímóti sjórænarum.

Broytingar í fyrisiting og handli

Í 1619 fekk Íslendska handilsfelagið rættindi til handilin í Føroyum, sum hevði við sær, at handilin flutti úr Bergen til Keypmannahavnar. Bæði tann verðsliga og tann kirkjuliga fyrisitingin av Føroyum fluttu um sama mundið eisini til Keypmannahavnar, og harvið endaði gamla sambandið millum Føroyar og Noreg, sum hevði havt so stóran týdning alla miðøldina.

Bara fyrisitingarliga sæð var broytingin ikki so stór, av tí at Føroyar framvegis vóru stýrdar eftir norskari lóg og reglum, men viðvíkjandi vinnulívinum hendi stór broyting. Av tí at handilin óbeinleiðis var røktur um Noreg, var turrur fiskur ein týðandi handilsvøra, men íslendska handilsfelagið hevði størri áhuga fyri hosum enn fiski. Føroyingar fingu góðan prís fyri ullintar hosur, sum so við og við gjørdust týdningarmesta útflutningsvøran.

Fyrisitingarliga merktist broytingin ikki fyrr enn í 1665, tá ið Fríðrikur 3. setti danan Balzer Jacobsen sum løgmann. Hann var ikki maðurin, løgtingið hevði viðmælt, og misnøgdin millum løgrættumenninar var so stór, at løgmaður skjótt varð nevndur Illi løgmaður. At kongur setti annan mann enn tann, løgtingið vildi hava, er greitt prógv um, at einaveldið gjørdist sterkari og sterkari, og at løgtingsins vald so við og við minkaði samsvarandi. Ríkið var kortini ikki so sterkt enn, at tað var ført fyri at seta seg upp ímóti løgtinginum, so eftir fá ár tók Balzer Jacobsen seg úr løgmansembætinum, og tann, sum løgtingið upprunaliga hevði viðmælt, varð tilnevndur. Tey næstu 100 árini vóru allir løgmenn føroyingar.

Tann fyrsta skansan í Havn grundaði Magnus Heinason umleið 1580. Eftir seinna heimsbardaga, tá ið bretar gjørdu broytingar í sambandi við hersetingina, varð skansin umvældur og fekk tað skap, hann hevði eftir umleið 1794.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2016

Gablatíðin

Samstundis sum roynt varð at tilnevna dana til løgmann í Føroyum, fekk Christoffer Gabel Føroyar í len, og í 1662 fekk hann eisini litið handilin í Føroyum upp í hendurnar. Christoffer Gabel var ein av kongsins næstu ráðgevum, tá ið einaveldið varð framt í 1660. Sonurin, Frederik Gabel, arvaði lenið eftir faðirin og sat við tí til sín deyða í 1708.

Meðan Frederik Gabel umsat handilin, gjørdist so við og við alt truplari at sleppa av við føroyskar hosur, og tí hevði handilin støðugt størri hall. Gabel og hansara handilsmenn gjørdu av, at handilin í framtíðini skuldi taka ímóti (vaskaðari) ráull í staðin fyri at keypa bundnar hosur, men tá ið henda avgerð varð kunngjørd í Føroyum, gjørdist stór misnøgd. Føroyingar vistu, at avgerðin fór at hava við sær, at teir fóru at missa sínar týdningarmestu inntøkumøguleikar, sum júst lógu í at virka ullina til hosur. Løgtingið kom saman at orða misnøgdina, og tað stóð greitt, at uppreistur var í væntu, varð ikki avgerðin tikin aftur. Løgtingslimirnir samdust um, at lívskor føroyinga fóru at gerast ótolandi, hvarv hesin inntøkumøguleikin.

Tá ið tað frættist um misnøgdina í Keypmannahavn, álegði kongur løgtinginum at senda eina sendinevnd við fýra av landsins evnaríkastu monnum til Keypmannahavnar at skifta orð um trupulleikan. Samráðingarnar høvdu við sær, at nýggjur handilstakstur var ásettur fyri allar tær vørur, sum handilin keypti ella seldi í Føroyum. Hesin handilstaksturin frá 1691 gekk í høvuðsheitum teim føroysku klagunum á møti, og sum hevði við sær, at Frederik Gabel til sín deyð hevði hall av føroyska handlinum. Fyri føroyingar merkti handilstaksturin, at tað stóð púra greitt, hvussu nógvar vørur teir skuldu selja handlinum, fyri at fáa tað, teimum tørvaði. Handilstaksturin frá 1691 varð nevndur hundraðárataksturin, tí hann var galdandi óbroyttur í næstan hundrað ár fram til 1790.

Í dag hevur landsstýrið høvuðsstøð í Tinganesi í Havn við skrivstovu løgmans ytst í nesinum. Men fram til 1856 húsaðist kongligi føroyski handilin í hesum søguligu bygningunum.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2016

Frá kongaligum einhandli fram móti fríhandli

Tá ið Frederik Gabel doyði í 1708, var tíðin hjá Gablunum sum lensharrum úti. Einaveldið var í hesum árum betur og betur skipað, og nú skuldi fyrisitingin í Keypmannahavn fáa skil á hesum ríkispartinum. Har varð sett ein setningsnevnd, sum skuldi orða eina greinandi frágreiðing um landsins almennu ognir í Føroyum. Ein av nevndarlimunum var kongsins fúti, sum var settur sum einvalda kongsins umboðsmaður og skuldi taka sær av teim almennu viðurskiftunum í Føroyum. Fútin skuldi somuleiðis standa á odda fyri handlinum, og hann skuldi standa sum trygd fyri, at alt var rætt gjørt upp í sambandi við kongsins yvirtøku av handlinum frá Gablafeðgunum í 1708. Hinir báðir nevndarlimirnir vóru ein høgur yvirmaður í herflotanum og Føroya løgmaður.

Burtur úr setningsnevndararbeiðinum spurdist Kommissionsbetænkningen 1709-10 ang. Færøernes Tilstand ved Kongens Overtagelse af Enehandelen paa Færøerne. Hetta álit var leingigrundarlagið fyri, hvussu meginfyrisitingin í Keypmannahavn stýrdi í Føroyum, og tíðarskeiðið 1709-25 vísti, at fyrisitingin royndi at fáa tamarhald á øllum viðurskiftum viðvíkjandi Føroyum. Eftir hetta hevði fyrisitingin í Keypmannahavn tó bara avmarkaðan áhuga at blanda seg upp í viðurskiftini í Føroyum fram móti umleið 1770.

Tá ið kongur yvirtók einahandilin, yvirtók hann eisini hallið, hann leingi hevði havt av handlinum við teim føroysku hosunum. Eftirspurningurin eftir hosum vaks tó, og sum 1720-árini liðu, broyttist hallið til yvirskot, og bæði handilin og føroyingar fingu áhuga at binda so nógvar hosur sum gjørligt.

Eftirspurningurin gav búskaparligan framburð meginpartin av 1700-talinum, men um 1770 var øll ullin, sum fáast kundi av føroyska seyðinum, brúkt. Tá ið tað ikki longur bar til at fáa meira menning við at økja um rávøruna, kom tann stóri spurningurin um, hvør skuldi hava rætt til ta avmarkaðu rávøruna. Hetta vandamálið lá óivað sum grund undir lógini frá 21. mai 1777, í føroyskum samanhangi ofta kallað trælalógin. Nú bar til at noyða arbeiðsmegina til bøndurnar í bygdunum, og við lógini kundu hjúnaløg forbjóðast áðrenn fýra ára starvsetan á garði. Harafturat var ætlanin við lógini at halda fólki til at velta meira korn. Hetta var liður í teirri fysiokratisku rørsluni, har fysiokratarnir hildu, at vælferðin bara kundi økjast, um tað bar til at fáa jørðina at bera meira.

Einahandilin gav stórt hall í 1780-árunum, og tí varð nevnd sett í 1789, sum skuldi gera uppskot um, hvussu hallið kundi fáast burtur. Tá ið tað árið eftir varð lagt uppskot fram um eina nýggja reglugerð fyri føroyska handilin, stóðust mótmæli av hesum tilmæli í Føroyum. Og tí varð avtøkan av einahandlinum í fyrstu syftu útsett til 1796. Hann varð tó ikki tikin av, og ikki fyrr enn í 1856, 60 ár seinni, var fríhandil ásettur.

Emilius Løbner varð settur amtmaður í Føroyum í 1816, og í 1821 gjørdist hann fyrsti veruligi amtmaður við bústaði í Føroyum.
PER Á HÆDD/3269/TJÓÐSAVNIÐ, 1999

Føroyar gerst amt

Bara fyrisitingarliga vóru fútin og løgmaður í 1700-talinum teir hægstu myndugleikapersónarnir í Føroyum. Í 1720 var ein stiftamtmaður settur fyri Føroyar og Ísland, men tá ið stiftamtmaðurin í 1770 búsetti seg á Bessastøðum í Íslandi, gjørdist honum trupult at røkja føroyska lutin av ein partur av teimum uppgávunum, sum stiftamtmaðurin í Sælands amti hevði ábyrgdina av. Stiftamtmaðurin hevði ein fulltrúa í Føroyum at taka avgerðir í málum, sum ikki kundu bíða eftir viðgerð í Danmark. Vanliga vóru fútin og løgmaður fulltrúar stiftamtmansins vegna. Tá ið onglandskríggið brast á í 1807, vóru tann gamli fútin og kommandanturin á Havnar skansa báðir fulltrúar fyri stiftamtmannin, og sum fylgja av stríðnum virkaður hesir báðir menninir í alt størri heild sum eitt sjálvstøðugt slag av »amtmonnum«.

Við Kielerfriðinum í 1814 misti danakongur Noreg, men gomlu norsku skattlondini Føroyar, Ísland og Grønland vórðu verandi undir donsku krúnuni. Tað hevði við sær, at meginfyrisitingin í Keypmannahavn vildi styrkja um sína fyrisiting av Føroyum. Í fyrstuni vildi amtmaðurin ikki siga uppgávuna frá sær, men tá ið hann í mai 1816 fekk annað embæti at røkja, lá væl fyri at fremja fleiri broytingar. Í sambandi við at seta nýggjan amtmann fyri Sælands amt varð avgjørt at gera Føroyar til amt við fyribils amtmanni í Føroyum. Kommandanturin á Skansanum, sum frammanundan hevði virkað sum amtmansins fulltrúi, varð tilnevndur. Samstundis vórðu tað aldagamla løgtingið og løgmansembætið tikin av, so at amtmaðurin einsamallur gjørdist hægsti myndugleiki í Føroyum.

Umbøtur og nútímansgerð

Prospekt av Eystaruvág í Havn eftir C. Rosenmeier frá 1782. Hetta var, meðan Rybergs handil hevði stóra ávirkan á lítla staðin, ið kortini var størsti býur í Norðuratlantshavi.
DANMARKS NATIONALMUSEUM

Saman við amtmansembætinum varð eisini stovnað ein meginfyrisiting, og amtmaðurin megnaði enn betur enn embætismenninir í gomlu skipanini at fremja broytingar, sjálvt um teir sterkastu bøndurnir í bóndasamfelagnum settu seg upp móti umbótum. Í 1821 varð kommandanturin settur sum amtmaður, men sum heryvirmaður var hann als ikki so broytingarhugaður. Hetta broyttist tó í 1825, tá ið hin fyrsti av fleiri ungum løgfrøðingum varð settur í starv sum amtmaður, og nútíðargerðin av samfelagnum mentist. Til dømis varð í 1829 bygt bæði eitt sjúkrahús og stovnaður ein grunnur at byggja skúlar fyri.

Tað gjørdist hesum amtmonnum greitt, at einahandilin var størsta forðing fyri at menna føroyska samfelagið. Samstundis var tað eisini handilin, sum tryggjaði atgongd til tær neyðugu vørurnar, sum var ein trygd, ið føroyingar treyðugt kundu siga frá sær. Amtmenninir hildu, at einahandilin eisini hevði forðað fyri menning av føroyingum, so at teir andliga sæð ikki vóru førir fyri at taka móti fríhandli. Tí var neyðugt at fyrireika teir til hansara, og millum framtøkini vóru at stovna skúlaskipan og fleiri úthandlar. Amtmenninir stóðu á odda fyri at stuðla teimum, sum høvdu hug at seta seg niður í niðursetubygdum, ella sum vildu velta upp úr nýggjum. Teir skiltu somuleiðis skjótt, at størsti møguleikin fyri búskaparligum vøkstri lá í einari mentari fiskivinnu. Tí varð farið undir tílíka vinnu í 1830-árunum, og tað eydnaðist at fáa gongd á vinnuligan útróður tey seinastu árini, áðrenn einahandilin varð tikin av í 1856.

Øll hesi framtøk høvdu stóran fólkavøkstur við sær. Eftir at tað í 1801 vóru umleið 5.000 íbúgvar, var fólkatalið vaksið upp í umleið 8.500, tá ið einahandilin varð tikin av, og vøksturin helt á. Føroyar høvdu flutt seg inn í eina tíð, sum bæði var merkt av stórari menning og stórum broytingum.

Hin 26. apríl 2016, í sambandi við 250 ára dagin fyri føðing Nólsoyar-Páls varð frímerki við mynd av honum givið út. Archibald Black teknaði, og Martin Mörck risti í málm.
POSTA

Nólsoyar-Páll

Poul Poulsen Nolsøe (1766-1808) var føddur í Nólsoy og varð tí nevndur Nólsoyar-Páll. Hann fór ungur í langferð, fekk stýrimansútbúgving í Keypmannahavn og sigldi sum skipari til m.a. Amerika.

Eftir at hava verið búsettur í Keypmannahavn saman við føroysku konu síni flutti hann til Føroya um ár 1800. Tá ið konan doyði, giftist hann uppaftur við bóndadóttur úr Klaksvík, har hann gjørdist kongsbóndi.

Hann gjørdi vart við seg sum t.d. talsmaður fyri frían handil. Hann bygdi tað fyrsta skipið í Føroyum, Royndina Fríðu, í 1804. Undir napoleonskrígnum var vøruflutningurin til Føroya ótryggur, og í tí sambandi eydnaðist honum í 1807 at fáa serligt loyvi frá danska krúnprinsinum at føra eina kornlast til Føroya við skipi sínum. Um miðjan november 1808, tá ið Havnin frammanundan var vorðin rænd, og hungursneyð hótti, fór Nólsoyar-Páll avstað aftur úr London til Føroya við kornfarmi, men skipið hvarv og kom ongantíð fram. Hann var tá 42 ára gamal.

Nólsoyar-Páll dró ikki altíð somu línu sum teir donsku embætismenninir, hóast bróðirin starvaðist hjá handlinum, og hann yrkti ein heilan hóp av táttum um m.a. danskar embætismenn. Kendasta yrkingin eftir hann er Fuglakvæðið, skrivað 1806-07, har hann líknar embætismenninar við rovfuglar og seg sjálvan við tjaldrið, sum verjir tey minni mentu og sakleysu fuglarnar. Nógvir av hansara táttum verða enn kvødnir á gólvi.

Nólsoyar-Páll fekk serliga eftir lívssøguna hjá Jakobi Jacobsen um hann frá 1912 aftur vaksandi umrøðu í Føroyum og er síðan mettur sum tjóðarhetja.

Trap Føroyar

Les meira

Les meira um Føroya søgu

  • Erling Isholm

    (f. 1969) Ph.d. í søgu. Adjunktur við Fróðskaparsetur Føroya.