Fiskiskapur og saltfiska- og klippfiskaframleiðsla kravdu frá endanum á 19. øld og alla 20. øld stóra nøgd av salti. Í mong ár komu skonnartir og saltdamparar fleiri ferðir um árið við salti úr miðjarðarhavslondum til Føroya. Tað, sum ikki beinanvegin varð lossað umborð á fiskiskipini, varð goymt í pakkhúsum kring landið. Henda skipanin var tó ikki tann hentasta. Tí tóku Otto G. Helwigh, stjóri í donsku deildini av tí franska Compagnie Commerciale de Sels Marins, Magnus Dahl keypmaður og Edward Mitens landsrættarsakførari, teir báðir seinnu føroyingar, stig til at byggja saltsilo.
Eitt partafelag, North Atlantic Salt Company A/S, varð stovnað til endamálið. Partapeningurin var 100.000 kr.; av teimum átti tað franska saltsamtakið 70.000 kr. og hinir stovnararnir hvør sínar 10.000 kr. Edward Mitens var fyrsti nevndarformaður í partafelagnum.
Siloin, sum franskur arkitektur teknaði, varð bygd av danska byggifelagnum C. G. Jensen í Keymannahavn og staðsett á Drelnesi við Tvøroyri, har ætlanin longu var at gera havnarlag til uppskiping av kolinum, sum varð høgt í fjøllunum har í nánd. Farið varð undir byggingina í 1937, og siloin stóð liðug í 1938. Tá kostaði hon umleið 350.000 kr. Gólvvíddin var 1000 m², hæddin umleið 25 m, og har rúmtust 10.000 tons. Hon var útgjørd við 110 m longum flutningsbandi, sum flutti umleið 50 tons um tíman.
Tann fyrsta lastin, 6.300 tons, kom við franska damparanum Albi hin 17. november 1938, og fyrsta avskipanin var hin 8. februar árið eftir til fiskiskipið Godthaab, sum reiðaríið P/F N. J. Mortensen á Tvøroyri átti. Hin 9. oktober 1941 bumbaði eitt týskt flogfar siloina, og tann stóri skaðin versnaði í einum stormi í februar 1944. Siloin stóð hareftir at kalla sum ein toft, til hon varð uppafturbygd í 1946-47 og av nýggjum var saltsilo til 1980-árini. Eftir tað fall hon í órøkt.
Eftir túsundáraskiftið fóru nakrir eld- hugaðir einstaklingar á staðnum í holt við at menna eina hugmynd um at endurreisa siloina. Samband varð tikið upp við kommunustýrið í 2002, og Ólavur Rasmussen prestur gjørdist høvuðsmaður í verkætlanini at heildarendurnýggja siloina og nýta hana sum mentanarhús. Hetta gjørdist veruleiki við stuðli frá danska ríkinum, løgtinginum, A. P. Møller Fonden og kommununi, og byggitilgongdin byrjaði í 2013. Tað kostaði 80 milliónir at heildarendurnýggja bygningin.
Øll høvuðseyðkennini í tí upprunaligu byggilistini eru varðveitt. Á upprunaligu siloini stóð við stórum hvítum bókstøvum SALT á tekjuni. Tað nýggja mentanarhúsið heldur fast við tað gamla navnið, men nú er tað samansett av Sound, Art, Live, Theatre – SALT. Fyrsta stóra tiltakið var í mai í 2017, og síðan tá hevur mentanarhúsið verið nýtt til eina langa røð av tiltøkum. Áhugafelagið Suðuroyar Sjónleikarfelag hevur innivist í SALT.
Les meira
- Bakkafrost
- Fiskivinnan
- Føroya stjórn og stýrisskipan
- Hiddenfjord
- Íbúgvar og bústaðir
- Koks
- Kommunurnar
- Laksaaling
- Landbúnaður
- Orkuveiting
- Reiðaríið Varðin
- Veltan
- Vinna og arbeiðsmarknaður
Les meira um føroyska samfelagið og vinnulívið