Í 1985 kom landsstýrið við tí sokallaða skipapakkanum, sum skuldi tryggja, at føroysk skip vórðu bygd til at fiska svatkjaft í føroyskum sjógvi. Í januar 1987 sigldi reiðaríið hjá Jákupi Jacobsen og Tummasi Thomsen sítt fyrsta skip Trónd í Gøtu inn á Gøtu.
Tá ið fíggjarkreppan rakti Føroyar í 1990, varð eisini reiðaríið rakt, og til tess at bjarga skipinum avgjørdi manningin at lækka sína egnu hýru nakað og seta nýggjan kapital í reiðaríið. Tí hóraði Tróndur í Gøtu undan, sum annað av bara tveimum skipum. Skipapakkin hevði umfatað 16 skip.
Í 1990-árunum gekk væl við svartkjaftaveiðuni, og eisini fiskiskapur eftir sild og makreli byrjaði. Sostatt var reiðaríið væl fyri, tá ið uppsjóvar fiskarí av álvara tók seg upp í føroysku fiskivinnuni stutt eftir 2000. Reiðaríið fekk møguleika at keypa onnur uppsjóvarskip og teirra veiðikvotur.
Í 2011 broytti reiðaríið framferð. Saman við øðrum valdu tey at keypa bæði skip og verksmiðjur frá Faroe Seafood, sum var farið á heysin. Hetta virkið, Faroe Origin, hevur tvey flakavirki og seks trolarar, sum serliga fiska og viðgera upsa. Í 2012 bygdu tey eina uppsjóvarverksmiðju á Tvøroyri við navninum Varðin Pelagic, har tey stóru skipini hjá reiðarínum fáa landað sína stóra veiðu.
Í dag arbeiða næstan 400 fólk í reiðarínum, og árligi umsetningurin er yvir eina milliard krónur.
Les meira
- Bakkafrost
- Fiskivinnan
- Føroya stjórn og stýrisskipan
- Heilsa og umsorgan
- Hiddenfjord
- Íbúgvar og bústaðir
- Koks
- Kommunurnar
- Laksaaling
- Landbúnaður
- Orkuveiting
- Politikkur og ætlanir
- Salt
- Útbúgving og gransking
- Veltan
- Vindmyllir
- Vinna og arbeiðsmarknaður
Les meira um føroyska samfelagið og vinnulívið