Heilsa og umsorgan

Hvíti bygningurin høgrumegin á myndini er elsti parturin av Landssjúkrahúsinum frá 1924. Grøni bygningurin í miðjuni er frá 1968, og tann grái vinstrumegin er frá 2004. Aftast á myndini sæst nýggjasti bygningurin.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2019

Heilsustøðan í Føroyum er sum heild góð. Væntaða livitíð og burðaravlop eru ímillum tey hægstu í Norðurlondum, alkoholnýtslan hevur søguliga verið – og er enn– mátalig, og tað áður rættiliga stóra talið á roykjarum minkar nógv. Tó eru tekin um, at sálarliga trívast tey ungu fyri ein part ikki væl, og orsøkirnar til hetta eru ikki funnar. Trý sjúkrahús eru staðsett ávikavist í norðara, mið- og sunnara parti av landinum, umframt at læknar og tannlæknar arbeiða um alt landið. Og avbjóðingin, sum í løtuni er at fáa fatur í læknum, væntast at batna næstu árini.

Skipan av heilsuverki og tilfeingisnýtsla

Støddini á heilsuverkinum, rakstrinum og fíggingini stendur Landsstýrið fyri saman við kommununum. Tað eru trý sjúkrahús, eitt í Havn, eitt í Klaksvík og eitt á Tvøroyri. Landssjúkrahúsið í Havn er høvuðssjúkrahús við seingjadeildum til medisinskar, kirurgiskar og psykiatriskar sjúklingar. Haraftrat eru deildir til kanningar av eygnasjúkum, oyrna-nasa-hálssjúkum, húðsjúkum og sjúkum í nervalagnum. Síggja vit burtur frá skurðviðgerðum í heila og bringu eru flestu sergreinar í føroyska sjúkrahúsverkinum. Í flestu størvum eru føroyskir serlæknar, men haraftrat verða størv røkt av serlæknum aðrastaðni frá, serliga úr Danmark. Sjúkrahúsini í Klaksvík og á Tvøroyri eru smærri.

Landssjúkrahúsið hevur verið undir útbygging tey síðstu nógvu árini, og ein nýggj psykiatrisk deild er næstan liðugt bygd. Seingjarplássini eru fækkað seinastu áratíggjuni við at stytta um innleggingarnar og økja um ambulantan diagnostikk og viðgerð. Er tørvur á nærri greining og/ella kanning, verða sjúklingar vístir til sjúkrahús uttanlands, fyrst og fremst til Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn, har føroyingar reka eitt sjúklingahotell.

Fyrsti tilburður av kovid-19 varð staðfestur 3. mars 2020. Nóg mikið av royndarútgerð og arbeiðsorku og skjót svar, sóttarhald av øllum smittaðum og nærsambondum teirra og krøv um at lata seg kanna við landamarkið gjørdu, at smittutalið var lágt, og at samfelagið sum heild var sum vant.
ÓLAVUR FREDERIKSEN

Kommunulæknar eru um alt landið og arbeiða antin einsamallir ella í læknahúsum. Teir eru alment settir, men meginparturin av løn teirra er knýttur at einstøku viðgerðini, sum Heilsutrygd rindar. Tað eru 34 skipað størv sum kommunulæknar, men í nøkrum størvum eru vikarar. Læknarnir kunnu vísa til viðgerð í sjúkrahúsverkinum, men eisini til sjálvstøðugar sálarfrøðingar, fysioterapeutar, ergoterapeutar og dietistar.

Tann vanliga tannrøktin er privat, men barnatannrøktin er kommunal og ókeypis. Tað eru tilsamans 51 tannlæknar, harav nakrir bara arbeiða í barnatannrøktini. Skúlatannrøktin byrjaði síðst í 1950-árunum og er so líðandi víðkað til alt landið, soleiðis at støðan hjá børnunum sum heild er góð. Gjaldið fyri tannrøkt verður partvíst goldið av borgaranum og partvíst við einum ískoyti frá Heilsutrygd.

Almennu útreiðslurnar til heilsuverkið vóru í 2020 tilsamans 1,4 mia. kr., sum eru uml. 7 % av BTÚ. Talið á læknum, serliga serlæknum, er lægri enn í Danmark í mun til fólkatalið, serliga av trupulleikum at útvega fólk. Tó bendir okkurt á, at trupulleikin fer at minka í framtíðini, av tí at nógvir ungir føroyingar eru undir útbúgving til lækna.

Skipanin av umsorgan og tilfeingisnýtsla

Almannamál eru fyri tað mesta uppgáva hjá landinum, men einstøk øki eru løgd út til kommunurnar at umsita. Tann landsfevnandi fyrisitingin av almannamálum liggur undir landsstýrismanninum við almannamálum. Haðani verður lógarverkið fyri sosialar veitingar og stovnar og tænastur innan fyri serforsorg stýrt, sum fevnir um bú- og viðgerðartilboð og persónligan stuðul umframt vardar bústaðir og verkstøð. Tað sosiala lógarverkið í Føroyum er grundað á tað danska, og bæði lógarverk og fyrisiting eru partvíst yvirtikin frá donskum myndugleikum og lagað til føroysk viðurskifti. Eftirlønarlógin tryggjar øllum borgarum frá 67 árum fólkapensjón, sum er 8.240 kr. um mánaðin fyri einsamøll og 6.371 kr. fyri hvønn hjúnafelaga. Haraftrat varð í 1991 Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin settur á stovn, sum í 1997 byrjaði at gjalda til fólk frá 67 ára aldri, og í 2020 er gjaldið 5.740 kr um mánaðin.

Haraftrat tryggjar lógin, at øll, sum vegna sjúku ella aðrar umstøður onga løn fáa, fáa eina uppihaldsveiting. Tað er Almannaverkið, sum skipar fyri arbeiðsbúgving og virknisvenjing og lønarískoyti til tillagað starv. Skipanir við arbeiðsbúgving og lønarískoyti eru fyri tað mesta í samstarvi við vinnulívið, men til er eisini sjálvsognarstovnurin Dugni til endurbúgving og arbeiðsvenjing. Haraftrat hevur Almannaverkið avlamis- og fyritíðarpensjónir um hendi, og tær eru á trimum stigum: lægsta, mittasta og hægsta.

Tey, sum vóru í virkisvenjing og fingu lønarískoyti, vóru fyrst í 2020 3 % av allari arbeiðsmegini ímillum 18 og 67 ár. Til samanberingar var parturin av óarbeiðsførum og fyritíðarpensjónistum umleið 6 % av teimum ímillum 18 og 67 ár. Fólkapensjónistarnir eru 8 % av fólkatalinum.

Tað eru kommunurnar, sum hava ábyrgd av eldrarøkt, herundir røktarheim og heimarøkt. Nakrar kommunur taka sær einsamallar av hesari uppgávu, men aðrar, helst smærri kommunur, eru gingnar saman í felagsskapir at loysa hesar uppgávur. Kommunurnar hava eisini ábyrgdina av vøggustovum, barnagørðum og forskúlaflokkum. Haraftrat eru barnaverndartænastur lagdar saman undir eina felags barnavernd. Í samstarvi við landsins myndugleikar, fútan og Kommunufelagið er sett á stovn eitt barnahús eftir líknandi skipan sum í Danmark. Tað er barnaverndin, sum stendur fyri barnahúsinum. Stovnstilboð til børn og ung og Familjudepilin liggja undir Almannaverkinum.

Almannaverkið umsitur haraftrat peningaligar stuðulsskipanir til barnagjald, serligt barnaískoyti og familjustuðul til fíggjarliga trongdar familjur. Tað er eisini Almannastovan, sum umsitur stuðul til ættleiðing, sum er tann hægsti í Norðurlondum. Á sosiala økinum verður veittur beinleiðis stuðul til feløg á brekøkinum og feløg fyri eldri og tey, sum eru darvað av hoyrn og sjón. Tað sama er galdandi fyri feløg, sum arbeiða fyri rættindum hjá børnum og ungum, eitt Fountain House til sálarliga sjúk og Kvinnuhúsið Kreppumiðstøðin til kvinnur, sum hava verið fyri harðskapi.

Í 2020 vóru útreiðslurnar til Almannaverkið 1,7 mia. kr., útreiðslurnar hjá kommununum til umsorgan av teimum gomlu og heilsutænastur vóru 700 mió. kr., og útreiðslurnar til børn og ung komu upp á knappar 600 mió. kr.

Heilsustøðan

Væntaði livialdurin, eftir at eitt barn er komið í heim, er 85,3 ár hjá gentum og 80,4 ár hjá dreingjum, ella fyri bæði kyn 82,7 ár. Kvinnurnar hava harvið hægst væntaða livialdur í Norðurlondum og liggja sum heild ímillum tær ovastu í ES. Haraftrat eiga tær 2,4 børn í miðal, og tað er flest børn í Norðurlondum. Talið á deyðføddum og deyðum áðrenn fyrstu viku er lágt, uml. 5 fyri hvørji 1.000 fødd, sum er tað sama sum í hinum Norðurlondum. Næstan øll børn verða fødd á sjúkrahúsi. Tað er ikki frí fosturtøka, men fosturtøka kann verða framd eftir meting hjá lækna. Talið á fosturtøkum er tí lágt, uml. 20 % av fosturtøkutíttleikanum í Danmark (uml. 50 fyri hvørji 1.000 livandi fødd).

Umleið ein fjórðingur av fólkinum doyr av hjarta- og æðrasjúkum, og ein annar fjórðingur doyr av krabba. Hinar orsøkirnar eru serliga ígerðarsjúkur, sjúkur í nervalagnum, lungnasjúkur og vanlukkur. Í hesum líkjast Føroyar hinum Norðurlondum. Deyðavanlukkur íroknaðar ferðsluvanlukkur hava verið uml. 10 um árið. Fá sjálvmorð eru, og seinastu árini hava verið uml. 2 um árið.

Sjúkur eru í høvuðsheitum tær somu sum í hinum Norðurlondum, tó er títtleikin av brunakendum sjúkum í tarmum hægri í Føroyum borið saman við hini evropeisku londini, og talið sær út at vaksa. Parkinsons sjúka kemur oftari fyri í Føroyum enn í hinum Norðurlondum. Títtleikin av diabetes er nøkulunda tann sami sum í Danmark, 6 % av týpu 2 diabetes og 0,7 % av týpu 1 diabetes. Títtleikin av krabba og krabbasløgum er mestsum tann sami sum í hinum Norðurlondum. Kynssjúkurnar syfilis og gonore eru vorðnar sera sjáldsamar seinastu áratíggjuni, og tað sama er galdandi fyri hiv-smittu.

Fyribyrging og heilsuframi

Føroyska alkoholsøgan víkir skilliga frá hinum Norðurlondum, við at forboð var sett fyri at skeinkja og selja alkohol árini 1907-92, sum varð avloyst av einari skipan við almennum einkarsølum av alkoholi, líkar teimum í hinum Norðurlondum, men ikki Danmark. Henda skipan hevur gjørt, at árliga nýtslan av alkoholi fyri hvørt fólk yvir 15 ár í dag er á sama støði sum í 1992, uml. 6 litrar um árið. Og við hesum hevur tað eydnast at halda endamálið við lógarbroytingini, at frígeringin ikki skuldi hava vøkstur við sær. Spurnablaðakanningar í 9. flokki vísa tó, at 13 % av næmingunum siga seg hava verið ávirkaðir síðsta mánaðin, og gongdin er vaksandi.

Í teimum almennu hagtølunum eru skaðar av alkoholi ikki vanligir. Tað eru lutfalsliga fáir tilburðir av skropnilivur og øðrum kendum fylgjum av ov nógvum alkoholi. Tað eru tó ikki so fá fólk, sum hava trupulleikar av alkoholi. Tveir stovnar til viðgerð av alkoholmisnýtslu verða tí riknir við almennum stuðli, Blái Krossur, sum byggir á kristna grund, og Heilbrigdið, sum byggir á Minnesota-meginreglurnar.

Royking hevur síðani seinna heimskríggj verið vanlig hjá bæði monnum og kvinnum, íroknað tannáringar. Tey seinastu 25 árini hava myndugleikarnir tó við tiltøkum ávarað ímóti royking, serliga ímillum fólkaskúlanæmingar. Tað hevur gjørt, at talið á roykjarum í 9. flokki er fallið munandi tey seinastu 30 árini: Har parturin av næmingum í 9. flokki, sum roykja, í 1989 var 30 %, er hann nú lækkaður til 7 %. Parturin av vaksnum, sum roykja dagliga, er 19 % og er farin niður í helvt seinastu tjúgu árini.

Nýtslan av narkotiskum evnum hevur verið lutfalsliga lítil, sum eftir øllum at døma stavar frá, at Føroyar liggja so fjarskotnar við fáum leiðum higar. Tað hevur gjørt, at eftirlitið við landamarkið virkar væl.

Føroyingar hava eins og stórur partur av heiminum trupulleikar av yvirvekt. Gott 60 % av teimum vaksnu viga ov nógv (BMI oman fyri 25), sum er hægri enn í Danmark, Noregi og Svøríki og næstan á hædd við Ísland. Tað er fyri tað mesta menninir, sum viga ov nógv, men gongdin sæst eisini hjá kvinnum, serliga teimum ungu.

Føroyingar eru so at siga á sama støði sum hini Norðurlondini víðvíkjandi kropsligari rørslu. Ítróttatilboðini eru mong, og ein stórur partur av fólkinum íðkar ítrótt bæði einsæris og á liði. Kortini røkka uml. 30 % av teimum vaksnu ikki minstu tilmælini frá WHO um kropsligt virksemi.

Spurnablaðakanningar benda á, at ein partur av ungdóminum mistrívist. Um hesin mistrivni er nýliga íkomin, ella tað er gamalt fyribrigdi, vita vit ikki. Heldur ikki grundirnar eru greiðar.

Les meira

Les meira um føroyska samfelagið og vinnulívið

  • Pál Magni Weihe

    (f. 1949) Serlækni í arbeiðs- og samfelagsmedisini. Yvirlækni við Sjúkrahúsverk Føroya og adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya.