Viðareiði

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Frá gamlari tíð hevur prestagarðurin í Norðoyggjum verið í Ónagerði á Viðareiði. Núverandi prestagarður, sum er bygdur 1854, er enn bústaður sóknarprestsins. Kirkjan á Viðareiði, sum er bygd úr gróti og tikin í brúk í 1892, er bert eitt hanagleiv frá prestagarðinum.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2016

Viðareiði, nevnd í Hundabrævinum frá 1350, er 48 merkur. 44 merkur eru festijørð og 4 merkur óðalsjørð. Festijørðin er býtt í átta festi. Seyðatalið er 1.163 áseyðir.

Viðareiði er landbúnaðarbygd, og ein garður hevur mjólkineyt. Bygdin hevur sjógv báðumegin oynna, men har er eingin natúrlig havn, og tað er næstan ómøguligt at gera havnarviðurskifti til nýmótans fiskiskap og fiskivinnumenning. Síðani 1962 hevur bygdin tessvegna havt samstarv við Hvannasunds kommunu um havnina í Hvannasundi.

Viðareiði var í gomlum døgum høvuðsbygdin í Norðoyggjum, og í 1801 búðu 94 fólk í bygdini. Bygdin hevur síðani 1950 verið sjálvstøðug kommuna, og fólkatalið er vaksið úr 202 upp í 352 í tíðarskeiðinum 1966-2020.

Viðareiði er ein eyðkend bygd, sum liggur á einum eiði við sjógvi báðumegin, so at har er tvírøtt. Á myndini hómast kirkjan og prestagarðurin høgrumegin. Tann gamli ótryggi vegurin varð í 2019 skiftur út við ein tunnil.
ÓLAVUR FREDERIKSEN

Til 1934 vóru Norðoyggjar eitt prestagjald við sjey sóknarkirkjum – frá 1592 við einum sóknarpresti, sum búði í Ónagerði á Viðareiði. Síðani 1934, tá ið prestagjaldið bleiv býtt sundur í tvey, hevur sóknarpresturin á Viðareiði umframt kirkjuna á Viðareiði bara havt ábyrgdina av kirkjunum í Hattarvík, á Kirkju og í Svínoy. Núverandi kirkja er bygd í 1892.

Tá ið vekingarrørslurnar byrjaðu í Føroyum síðst í 1800-talinum, var fyrsta undirtøkan í Norðoyggjum á Viðareiði. Brøðrasamkoman, sum nýtti vaksnamannadóp, hevði longu í 1906 ein sal í bygdini, og í 1907 varð fyrsti persónur endurdoyptur til teirra læru.

Viðareiði fekk sín fyrsta skúla í 1895. Nýggjur skúli bleiv bygdur í 1986. Har verður undirvíst frá 1. til 7. flokk, síðani halda næmingarnir fram í skúlanum í Klaksvík. Í skúlanum eru høli sett av til dagstovn til smábørn og til frítíðarskúla.

Viðareiði hevur samband við restina av landinum við vega-, brúgva- og tunnilssambandi til Hvannasunds og Klaksvíkar. Í 2016 varð tann ótryggi vegurin til Hvannasunds skiftur út við ein nýmótans tunnil, Viðareiðistunnilin.

Hotel Norð á Viðareiði varð endurnýggjað í 2019 og hevur umframt kømur og íbúðir eisini matstovu og fundarhentleikar.

Christian Matras, yrkjari og professari í norðurlendskum málum og frá 1965 fyrsti professari á Fróðskaparsetri Føroya, var av Viðareiði.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Hans Andrias Sølvará

    (f. 1962) Ph.d. í søgu og cand.mag. í søgu og heimspeki. Professari og dekanur á Søguog Samfelagsdeildini, Fróðskaparsetri Føroya.