Niðursetubygdin Slættanes varð bygd í 1835 við stuðli frá Føroya Amti soleiðis, at niðursetufólk fingu haga til uppdyrkingar og kríatúr og lívbjargaðu sær harumframt av útróðri og fuglaveiðu. Tann hagin, sum so við og við varð veltur, var traðir, sum ongan rætt høvdu í Sandavágs haga.
Í 1940 var fólkatalið av tí mesta: 74 fólk býtt millum 12 hús. Eitt skifti var handil í bygdini, og skúlin virkaði eisini sum kirkja. Við tað, at bygdin hvørki fekk vegasamband ella el, flutti tað síðsta húskið burtur í 1964, og húsini verða nú nýtt sum summarhús.
Les meira
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum