Sandavágur

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Kort av sýslum og kommunum.
KF.FO OG PEDER DAM, 2022.

Í Sandavági búgva 1001 fólk, og har eru 48 merkur í jørð. Av teimum eru 2 merkur og 8 gyllin festijørð, sum er býtt millum seks festarar, og 45 merkur og 8 gyllin eru óðalsgørð. Áseyðatalið er 2.222.

Steigargarður var, frá 1555 til løgtingið varð avtikið í 1816, embætisgarður løgmans. Har var V. U. Hammershaimb, próstur og faðir at føroyska skriftmálinum, føddur, og í bygdini er reist minnismerki um hann. Hann var sonur Jørgen-Frantz Hammershaimb løgmann.

Eftir at fríhandilin kom, mentist Sandavágur sum onnur pláss í Føroyum. Keypmenn gjørdust her eins og í hinum báðum bygdunum eisini reiðarar og gjørdu íløgur í sluppir og trolarar. Størsta og fjølbroyttasta virkið var í mong ár J. E. Thomsen. Ein partur av hesum gamla framleiðsluumhvørvi er nú endurreist við pakkhúsi og steinsettum fiskastykkjum, har saltaður toskur áður varð turkaður til klippfisk. Í pakkhúsinum er nú kaffistovan Fiskastykkið, har borðreitt verður við mati av heimligari rávøru. Umframt tað siðbundna seyðahaldið var í Sandavági til 2021 tann einasti garðurin í oynni, sum framleiddi mjólk.

Í Sandavági er ein lítil bátahavn, og hon er nú eisini góðkend hvalvág. Tað hendi, eftir at havnarumbygging gjørdi, at umstøðurnar at halda grind til versnaðu í Miðvági.

Núverandi kirkja varð bygd í 1917 eftir tekningum hjá Magnusi Jacobsen byggimeistara í Havn. Hon verður hildin vera ein hin vakrasta í Føroyum. Altartalvuna hevur Lucie Ingemann, sum var gift við prestinum og skaldinum B. S. Ingemann, málað. Teir sjey málningarnir á kórvegginum við íblástri frá katólskari vegamótaandakt eru óvanligir at síggja í Føroyum.

Felagsskúlin í kommununi er Skúlin á Giljanesi.

Í tíðarskeiðinum frá 1975 til 2008 var urtagarðsbrúk og blomsturframleiðsla við vakstrarhúsum. Eftir 2008 varð minkað um virksemið, og hølini vórðu leigað út til annað.

Í dag hevur laksaaling sera stóran týdning í Sandavági. Við Fútaklett hevur Hiddenfjord alistøð til laksayngul.

Tunnilin millum Vágar og Streymoy, sum læt upp í 2002, hevur havt við sær, at fólk eru flutt til bygdina og hava bygt sær hús har, men ofta hava tilflytarar arbeiði í øðrum bygdum.

Rúnasteinurin í Sandavági

Í 1917 varð ein rúnasteinur funnin á Eingjartoftum, einum avtoftaðum bústaði. Týdd til føroyskt er innskriftin á steininum henda: »Torkil Onundarson eystmaður av Rogalandi bygdi henda stað fyrst«. Steinurin er tíðarfestur til 13. øld og hevur longstu rúnainnskrift, sum funnin er í Føroyum. Eftir hetta hava sandavágsfólk mett norðmannin Torkil Onundarson úr Rogalandi at vera landnámsmann í bygdini.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Jóan Pauli Joensen

    (f. 1945) Dr.phil. í søgu og fil.dr. í tjóðlívsfrøði. Professari emeritus, adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya og fyrrverandi rektari Setursins.

  • Jon Sigurð Hansen

    (f. 1967) Cand.mag. í søgu. Rithøvundur, sjálvstøðugur.