Skálavík, nevnd í Hundabrævinum, er 42 merkur, og av teimum eru 16 merkur, 8 gyllin og 14 skinn festijørð, býtt millum tveir festarar, og 25 merkur, 7 gyllin og 6 skinn eru óðalsjørð. Í bygdini búgva 145 fólk. Áseyðatalið er 1.885.
Skálavík er við síni spjaddu búseting ein sonn landbúnaðarbygd við stórum bøi, og har er Dalsgarður við størsta bøi í Føroyum. Felagið Veltan veltir eisini grønmeti í Skálavík, bæði við sølu og nýtslu á staðnum í huga.
Kirkjan frá 1891 er laðað úr gróti og hevur flagtekju, sum varð endurnýggjað í 1957. Í 1922 fekk kirkjan, tann fyrsta í Føroyum, pípuorgul. Tríggjar framskornar myndir eftir Trónd á Trøð hava ápostlarnar og Bileam við asnanum sum myndevni.
Bygdarhúsið Keldan hýsir stórum parti av felagslívinum í bygdini.
Arvingarnir eftir Eiler Jacobsen, reiðara og skipara, sum vaks upp í Skálavík, lótu í 2011 byggja Depilin í Skálavík. Depilin hevur verið gistingarhús, men síðan 2020 hevur har verið kristiligur eftirskúli, »Brúgvin«.
P/F Bakkafrost byggir nú eina smoltstøð í Skálavík til granskingargrundað kynbótararbeiði við tí endamáli at gera føroyska laksastovnin mótstøðuføran ímóti smittu og sjúku. Ætlanin er, at virkið, sum væntandi fer at standa liðugt í 2025, skal framleiða umleið 70 milliónir av laksarognum, og tað fer at skapa arbeiðspláss har um leiðir.
Rithøvundurin Heðin Brú og Kristian Osvald Viderø, prestur og rithøvundur, vóru føddir í Skálavík, har standmyndir eru reistar av teimum.
Les meira
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum