Veðurlag

Kort, ið vísir týdningarmestu havstreymar, vindar og frontar í, og yvir, Norðuratlantshavi og Norðurhøvum. Hesi stýra veðrinum á Føroyaleiðini. Styttingin ‘L’ merkir lágtrýst.
HJÁLMAR HÁTÚN, 2021

Tað, at Føroyar liggja í Norðuratlantshavi girt av hørðum havstreymum, gevur oyggjunum eyðsýnt oyggjaveðurlag. Serligan týdning fyri veðurlagið hevur Norðuratlantsstreymurin, sum er ein landnyrðingsgrein av flógva og salta Golfstreyminum, sum rekur norður við eysturstrond Norðurameriku. Við Nýfundland møtir Golfstreymurin kalda Labradorstreyminum, sum trýstir hann frá landi. Haðani rekur hann í ein landnyrðing sum Norðuratlantsstreymurin tvørtur um Norðuratlantshav til havleiðirnar kring Føroyar.

Norðuratlantsstreymurin hevur stóran týdning fyri havfrøðiligu og veðurlagsligu viðurskiftini og av tí eisini fyri náttúrugrundarlagið í Føroyum og kring oyggjarnar. Hesa 6.700 km longu leiðina kólnar atlantssjógvurin, bæði av hitatapi frá havi til luft og av at kaldur subarktiskur sjógvur í dýpinum blandar seg inn á vinstra streymjaðara. Hóast Norðuratlantsstreymurin kólnar nakað, er hann enn so flógvur, at hann gevur Føroyum, til tað, milt veðurlag.

Men tað er ikki bara Norðuratlantsstreymurin, sum stýrir veðurlagnum. Flógvi streymurin er ein partur av einum samansettum samspæli við aðrar havstreymar, sum saman við lágtrýstunum, ið taka seg upp við pólfrontin, mynda tey veðurlagsligu viðurskiftini, ið ráða í kring oyggjarnar.

Tríggar drívmegir

Sæð í størri høpi verður veðurlagið kring Føroyar stýrt av trimum drívmáttum: thermohalina rákinum, Pólfrontinum í luftini og arktiska frontinum í havinum. Frontarnir verða hereftir bert umtalaðir sum Pólfronturin og Arktiski fronturin.

Termohalina rákið

Golfstreymurin og Norðuratlantsstreymurin eru partar av eini heimsfevnandi ringrás, sum hanga saman og luta hita millum tropurnar og pólarnar. Hesin øgiligi flutningur av sjógvi, kemst av broytingum í evnisnøgdini, sum stendst av hitamuni og muni í saltinnihaldi. So hvørt sum flógvi atlantiski ervasjógvurin rekur norðureftir og kólnar økist evnisnøgdin, so hann tekur at søkka og rekur suðureftir aftur í djúpum streymum. Hendan »pumpan«, nevnd termohalina rákið, dregur meira flógvan sjógv norðureftir, og virkar við til, at havleiðin kring Føroyar er flógvarienn nakað annað stað á sama breiddarstigi – bæði á norðaru og syðru knatthálvu. Orsakað av hesum sermerktu umstøðum hevur onkur umtalað føroyaøkið sum eina stóra »veðurlags-oasu«.

Gransking bendir á, at termohalina rákið var nógv viknað, tá ið ístíðir vóru, og hildið verður, at hesin veruleikin gjørdi sítt til, at tað gjørdist so kalt fyri norðan. Í sambandi við veðurlagsbroytingarnar, har vaksandi hiti hevur við sær minni køling, hevur verið fryktandi fyri, at vit í framtíðini kunnu vænta, at termohalina rákið fer at vikna tilsvarandi. Seinastu 25 árini hevur Havstovan regluliga mátað, hvussu nógvur atlantssjógvur rekur framvið Føroyum, men enn eru eingi tekin til, at rákið er viknað.

Arktiski fronturin

Umframt at vera partur av termohalina rákinum, er Golfstreymurin eisini partur av subtropiska meldrinum, ið er stórur bjølgur av flógvum sjógvi sum rikin av vindi og coriolismátti og melur við klokkuni. Norðanfyri møtir subtropiski meldurin suðurmarkinum á subpolara meldrinum, sum er kaldur og feskari bjølgur av sjógvi, ið spakuliga melur móti klokkuni. Á markinum ímillum hesar báðar meldrar, gongur arktiski fronturin, sum stýrir leiðini hjá Norðuratlantsstreyminum.

Hóast Golfstreymurin rekur við rættiliga javnari ferð, flytur hann seg norður- og suðureftir, serliga har ið hann sleppir amerikanska meginlandsstøðinum.

Hetta ávirkar gongdina hjá arktiska frontinum vestanvert í Norðuratlantshavi. Har ið Norðuratlantsstreymurin nærkast Føroyum, bendir skiftandi, og summi ár stórur partur av streyminum frá og rekur norður gjøgnum Rockallrennuna, sum liggur millum Rokkin og evropeiska landgrunnin. Hesin streymurin ávirkar gongdina hjá arktiska frontinum eystanvert í Norðuratlantshavi.

Bæði ráðandi ættin og hvussu stórur og stríður subpolari meldurin er ávirka arktiska frontin bæði vestanog eystanvert í Norðuratlantshavi. Tá ið subpolari meldurin er stórur, rekur t.d. meira kaldur arktiskur sjógvur norður gjøgnum Rockallrennuna. Hetta ger havið kring Føroyar kaldari, og tá kólnar hitin í luftini eisini.

Við undirsjóvarryggin ímillum Skotland og Ísland møtir flógvi, salti atlantssjógvurin køldum og ikki so søltum sjógvi norðaneftir. Hetta er sjógvur úr Eysturíslandsstreyminum, sum er grein av Eysturgrønlandsstreyminum, sum við ísi rekur suðureftir fram við eysturstrond Grønlands. Til at leggja dent á, hvussu stóran týdning flógvu atlantshavstreymarnir hava, kunnu vit ímynda okkum, at tann parturin av Norðuratlantsstreyminum, sum rekur norður um Føroyar (Føroyastreymurin), hvarv. Tá hevði kaldi Eysturíslandsstreymurin randað føroyska landgrunnin, og okkara havklima hevði tá verið subarktiskt.

Eitt skiftandi vindøki á leiðini sunnan fyri Grønland og Ísland fær ervasjógvin at spjaðast sum eina veiftru. At javna tann sjógvin, sum soleiðis verður trýstur til viks, verður kaldur sjógvur sogin upp úr djúpa partinum av subpolara meldrinum. Um veturin kólnar ervasjógvurin í Labradorhavinum og Irmingarhavinum – hetta kemst av køldum, turrum vindi, sum tráur liggur út av norðuramerikanska meginlandinum. Av tí at kaldur sjógvur er tyngri enn heitur sjógvur, søkkur køldi ervasjógvurin, samstundis sum líka so nógvur sjógvur verður trýstur upp úr dýpinum. Báðar tilgongdir hava við sær, at føðslugóður botnsjógvur streymar upp móti vatnskorpuni; eitt fyribrigdi, sum á enskum verður nevnt »upwelling«.

Botnsjógvurin, sum rísur upp móti vatnskorpuni, hevur við sær, at havið kring Føroyar er sera føðslugott og murrandi fult av æti, sum er grundarsteinur undir stórum føðineti. Plantuæti er føðsla hjá mongum krabbadýrum og øðrum djóraæti, sum smáfiskar eta. Størri fiskur, sjófuglur og havsúgdýr sum kópar og hvalir eta so smærru fiskarnar.

Pólfronturin

Meðan arktiski fronturin er á markinum millum kaldan og heitan sjógv, er Pólfronturin á markinum, har ið kalda pólluftin norðaneftir møtir flógvari luft sunnaneftir. Tað er í hesum økinum, at tey ferðandi atlantslágtrýstini, sum ávirka veðrið, taka seg upp.

Lágtrýstini taka seg oftast upp í økinum millum heita, slavna luft serliga yvir Golfstreyminum og kaldari, tyngri og turrari havluft, sum streymar út av norðuramerikanska fastlandinum. Báðumegin Pólfrontin fáa smáir munir í vindøkjunum frontin at ringjast, so ein frontskipan við hitafronti og kuldafronti, ofta nevnt brúgvalag, myndast. Andstøddu ættirnar stevna og trýsta heita og slavna luft upp um køldu luftina, soleiðis ein hitafrontur tekur seg upp, og øvut trýsta kalda pólluft inn undir heitu og lættaru luftina, soleiðis at ein kuldafrontur tekur seg upp. Ímillum hitafrontin og kuldafrontin myndast eitt hitaøki. Har ið hitafronturin og kuldafronturin møtast, myndast lágtrýstini skjótt og ganga í høvuðsheitum eystureftir og í ein landnyrðing við jettstreyminum, sum liggur omanfyri. Jettstreymurin yvir Norðuratlantshav er eitt samfylgi av serliga eystanvindum á o.u. 10 km hædd og við vindferðum heilt upp móti 500 km um tíman. Streymurin ferðast í lagnum ímillum lághválv (troposferu) og miðhválv (stratosferu).

Veðrið í Føroyum háttar sær mest eftir, hvussu lágtrýstini fara fram við ella yvir oyggjunum. Av tí at tann stýrandi jettstreymurin hagar sær ymiskt, bæði viðvíkjandi styrki, og hvørja leið hann heldur, so broytist leiðin hjá lágtrýstunum yvir Norðuratlantshav tilsvarandi, frá ári til annað. Eitt lágtrýst sum ferðast norður um Føroyar, dregur vanliga hitafront yvir oyggjarnar, sum kann hava við sær, at tað regnar leingi. Hesum á baki kemur ofta ein kuldafrontur; vindurin veksur, og ælini gerast frekari, stundum við heglingi og toru. Í tíðarbilinum ímillum hitafrontin og kuldafrontin kann roknast við sirmi ella mjørka, men hitaøkið kann hava við sær ælaslit og fyri ein part íriv við sólglottum. Fara lágtrýstini hinvegin sunnan fyri Føroyar, streymar køld luft suður yvir oyggjarnar. Samstundis verður tá ofta hvassur vindur og nógv avfall, sum kann standa við upp í eitt heilt samdøgur, hvørja ferð eitt lágtrýst fer framvið. Ofta hendir eisini tað, at lágtrýstini fara at kalla beint yvir oyggjunum, og tá kann veðrið fara báðar vegir – at vit fáa eina samanseting av nevndu veðurbrigdunum.

Les meira

Les meira um nátturuna og landslagið í Føroyum

  • Hjálmar Hátún

    (f. 1973) Ph.d. í alisfrøðiligari havfrøði. Granskari á Havstovuni.