Plantulívið á landið

Berjalyngur (Empetrum nigrum) er vanligur í Føroyum. Tvey frábrigdi eru; annað er tvíkynjað við dupultum kromosomtali. KARSTEN SCHNACK/BIOFOTO/RITZAU SCANPIX, 2004

1967 góvu R.H. MacArthur og E.O. Wilson út høvuðsverkið The Theory Island Biogeography, har ið m.a. verður hildið uppá, at hetta, hvussu mong plantusløg eru at finna á ávísari oyggj, er tongt at, hvussu stór oyggin er, og hvussu langt hon liggur frá næsta meginlandi. Sagt í stuttum: Tess minni oyggin er og tess fjarskotnari hon er, færri sløg kunnu vit vænta at finna. Henda lýsing hóskar væl, tá ið hugsað verður um Føroyar, har plantugróðurin er fábroyttur, bera vit hann saman við næstu grannalond. Av somu orsøk eru eisini flest plantusløg í Sandoy, Suðuroy, Vágum, Eysturoy og Streymoy, sum eru einastu oyggjar, har ið skrásett eru fleiri enn 200 ymisk plantusløg.

Rokna vit upp í tey sløgini, sum eru innslødd og innflutt, eru funnin í alt 843 ymisk plantusløg í Føroyum. Flestu teirra eru mosasløg (Bryophyta) og hulfræingar (Angiospermae), sum í tali eru ávikavist 287 og 401 ymisk sløg.

Sum hvítir vattdoddar reisir ullinta mjáblaðaða mýrigrasi (Eriophorum angustifoliumi)) seg upp úr einum slevjutum hvammi við Fuglafjørð í Eysturoy. Hetta eyðkenda mýrigrasi er vanlig planta í føroyskum mýrum, har hon veksur saman við m.ø. mýrimosa og ymiskum størsløgum og eisini túvuskúsgrasi, blágresi og beinbrotskattarklógv.
MARINE GASTINEAU/RITZAU SCANPIX, 2015

Hvussu gróðurin kom

Fortreytirnar fyri gróðri í Føroyum komu ikki, fyrr enn tað leið móti endanum á síðstu ístíð fyri o.u. 11.000 árum síðani, og hampiliga stór landøki fóru at kaga fram úr bráðnandi ísinum. Hvussu fyrstu plantur komu til Føroya er óvist, men ætlandi eru tær komnar sum fræ við vindinum, ella hava sjófuglar borið tær við sær óvitandi. Kanningar av fræbankanum í gomlum jarðløgum hava avdúkað, at fyrstu plantur, sum festu rót í Føroyum, vóru harðbalin sløg, sum oftast vaksa á berum í fjallalendi. Fyrndargróðurin hevur helst mint nógv um gamla plantusamfelagið, sum vit nú síggja vestantil á Eiðiskolli og um hálendi í norðara parti av landinum; sløgini hava verið eitt nú vanlig fjallabrúður (Dryas octopetala) og rótmikil dreymsólja (Papaver radicatum). Nú á døgum finst henda seinni nevnda ikki á Eiðiskolli.

So við og við sum ísurin hvarv, megnaðu onnur plantusløg at festa rót í opna, grúskenda landslagnum: javni (Huperzia selago), rósuhjálpirót (Rhodiola rosea), sanddeyda (Sedum villosum) og sanddunnuber (Honckenya peploides). Nakað seinni treivst eisini dvørgbjørk (Betula nana) í oyggjunum, hóast enn var rættiliga kalt.

Tá ið tók at hitna og gerast vátari fyri o.u. 9.000 árum síðani, hvarv dvørgbjørkin og í staðin komu baraldur (Juniperus communis) í turrari økjum og ymisk sløg av píli (Salix spp.), har ið var eitt sindur vátari. So hvørt sum veðurlagið gjørdist vátari, fóru ymisk mosasløg (Bryophyta) at fjølgast, og samstundis sum pílur treivst, hvarv baraldurin aftur.

Fyri o.u. 7.000 árum síðani, gjørdist veðurlagið aftur turrari, og vanligur heiðalyngur (Calluna vulgaris) fór at breiða seg um stórar partar av láglendinum, har ið pílakjarrið tók at dvína. Saman við heiðalynginum klæddu ymisk grassløg landslagið, og tey hava vaksið væl í Føroyum næstan alla tíðina frá síðstu ístíð.

Tá ið fyrstu fólkini festu búgv, fóru húsdýr og velting at seta dám á gróðurin. Serliga frá o.u. 650 e.Kr. broyttist gróðurin í Føroyum rættiliga nógv, til hann fór at líkjast tí plantuvøkstri, sum nú er.

Brekkur og líðir, har seyður gongur á biti, eru merktar av stuttum gróðri, hóast tað enn í bøi eru øki við lyngheiðum niðan á o.u. 200 m hædd. Vil onkur síggja upprunaligari føroyskan gróður, má farast onkustaðni, har seyður ikki sleppur til.

Fram við eini á við Eiði í Eysturoy gyllir landslagið gult av mýrisóljum (Caltha palusthsl), sum standa í blóma. Børn plaga at gera látipípur av leggunum, og blóman hevur prýtt frímerkir, eins og ofta verður tikið til hennara bæði í yrkingum og sangum. Tí er tað helst ikki av leið, at sóljan í 2005 varð kosin at vera tjóðarblóma Føroya.

Plantusamfeløg

Landslagið er margbroytt, og landslagsliga fjølbroytnið endurspeglast týðiliga, tá ið hugt verður at, hvussu vanlig plantusløgini eru frá staði til stað. Eftir m.ø loftmyndum eru náttúrusnið kortløgd, so sum grasvaksnar líðir, lyngheiðar, síðlendi og vøtn og plantukørg øki sum hamarsslættar og svarðloysi. Kortleggingin kann brúkast til at lýsa, hvussu vanlig einstøku plantusløgini eru og til at skráseta, hvussu tey kunnu lutast út á tey ymisku plantusamfeløgini.

Størstu økini, sum eru avtakin við plantum, finna vit í albeittum líðum. Her skiftir gróðurin alt eftir halli, hvussu tætt bitið er, og hvussu høgt vit eru stødd oman sjóvar. Við at kanna seks fjøll í árunum 2000-02 hevur plantufrøðingurin Anna Maria Fosaa skrásett 12 ymisk plantusamfeløg, sum kunnu lutast út á fýra náttúruflokkar: dvørgrunnar (lyngheiðar), vátt graslendi, ábent graslendi og fjallagróður. Á lyngheiðunum eru tvey ymisk plantusamfeløg. Annað er eyðkent av vanligum heiðalyngi (Calluna vulgaris) og hvassagrasi (Nardus stricta), men vanligur heiðalyngur og berjalyngur (Empetrum nigrum) eyðkenna hitt. Merkisvert er, at plantusamfelagið við vanligum heiðalyngi og berjalyngi bert er at síggja á suðursíðuni á fjøllunum og bara niðan á o.u. 200 m. oman sjóvar.

Fara vit niðan um 200 m hædd, verður vátt graslendi ráðandi náttúruslagið í líðunum. Her eru skrásett trý ymisk plantusamfeløg: eitt við skotskum timian (Thymus praecox) og bláberi (Vaccinium myrtillus) sum ráðandi sløgum, eitt annað, har hvassagras (Nardus stricta) og børkuvísa (Potentilla erecta), eru ráðandi sløgini og eitt triðja, har tálgarsteinbrá (Galium saxatile) og angaroykgras (Anthoxanthum odoratum) eru vanligastu sløgini.

Hægri á fjøllunum ber til at finna plantusamfeløg við aksagrónum vingli (Festuca vivipara) og annaðhvørt vanligum fínagrasi (Agrostis capillaris) ella aksagróna bløðkuurt (Bistorta vivipara). Á opnum grasvíddum vaksa eisini skreytmosi (Rhytidiadelphus squarrosus) og skyggjandi puntalastrá (Deschampsia flexuosa), og íslendskt nalvagras (Koenigia islandica) sæst eisini í grúsi og skriðum. Rættiligur háfjallavøkstur verður ikki ráðandi, fyrr enn komið verður upp móti tindunum í o.u. 500 m hædd. Her verður gróðurin mest sum arktiskur, og sløgini eru snjósólja (Ranunculus glacialis), krýkin fjallasmæra (Sibbaldia procumbens) og dvørgpílur (Salix herbacea). Ein heilt avgerandi fortreyt fyri at hesar plantur fáa fest rót er harðbalni mosin (Racomitrium lanuginosum). Sum stórar pútur klæðir mosin hellur og klettar og myndar sítt serstaka plantusamfelag. Í øðrum av plantusamfeløgunum á háfjøllum ræður mosin saman við dvørgpíli, og í einum triðja ræður hann saman við mikilskøru (Alchemilla alpina).

Tað, ið ávirkar gróðurin nú og frameftir

Síðani fyrstu fólk festu búgv í Føroyum hevur gróðurin verið í støðugari broyting. So hvørt sum t.d. veðurlagsligu viðurskiftini eru broytt, eru nøkur plantusløg horvin og onnur komin. Broytingin stendur við enn, og serliga hevur hon tikið dik á seg, sum fólkatalið er vaksið. Ógvisliga húsdýrabitið hevur týðiliga sett sær spor, men mannaskaptu veðurlagsbroytingarnar hava eisini ávirkað upprunagróðurin nógv – ikki um at tala eisini hetta, at fremmand plantusløg uttan fyrilit verða flutt til Føroya.

Tá ið plantusamfeløgini í úrvaldum fjallalíðum vórðu kannað, varð eisini ætlað um, hvussu gróðurin mundi fara at hátta sær, um miðalhitin fór at økjast við einum stigi. Sjálvt ein so hóvligur hitavøkstur hevði ivaleyst havt við sær, at plantusamfeløgini í brekkum og hallum høvdu trokað seg niðan gjøgnum líðirnar, soleiðis at plantusamfeløgini nærri tindunum koma undir trýst og – hvør veit – kanska hvørva.

Ein onnur stór hóttan móti natúrliga gróðrinum eru tey mongu nýggju plantusløgini, sum annaðhvørt tilvitað ella av gáloysni verða innflutt til oyggjarnar. T.d. var vanlig vatnpest (Elodea canadensis) fyrr væl umtókt planta í fiskabúrum, ið sum frá er liðið hevur spjatt seg í náttúruna, og í 2021 funnin á Havnarleiðini. Sama ár funnu fólk japanska pesturt (Petasites japonicus) í Fuglafirði. Báðar eru bara dømi um fleiri nýggj, fremmand plantusløg, sum oftari og oftari síggjast villvaksandi, og sum eiga eginleikan at gerast innræsnar, t.e. plantur, sum kunnu gera seg inn á natúrliga upprunaplantulívið.

Tað er so ymisliga hesi fremmandu plantusløg koma til oyggjarnar. Nakrar sløðast inn av tilvild, aðrar verða gróðursettar sum urtagarðsplantur og spjaðast úr gørðunum út í náttúruna. Nú finna vit plantur sum loðinskøru (Alchemilla mollis) og blóðdroparunn (Fuchsia magellanica) í meingi í fleiri býum og bygdum, og serliga er blóðdroparunnur meir og meir at síggja í náttúruni, har ið hann veksur í gjáum og klettum, har ið seyður ikki sleppur at. Tað tykist sum aðrar urtagarðsplantur eisini spjaða seg, og japonsk bløðkuurt (Fallopia japonica), sum tykist vera sera innræsin planta, veksur nú vill í ávísum býum.

Havnará snýr sær so friðsæl gjøgnum Viðarlundina í Havn. Fyrstu trøini vórðu plantað í 1904, og nú er lítla viðarlundin býarlund og fríløtuøki.
SUNVA EYSTUROY, 2017

Trægróðurseting í Føroyum

Skógur hevur ikki verið í Føroyum, men eftir at íslendingar í 19. øld gróðursettu trø við góðum úrsliti, fóru føroyingar at royna, um hetta mundi bera til í Føroyum. Longu í 1885 royndi løgtingið at planta viðarlund í Gundadali. Amtmaðurin hevði eggjað til, og løgtingið stuðlaði. Royndin miseydnaðist, tí seyður slapp inn um girðingarnar og beindi fyri plantunum.

Hugskotið kyknaði aftur í 1902, tá ið føroyski fólkatingsmaðurin Jóannes Patursson heitti á Det Danske Hedeselskab um at hjálpa at kanna møguleikarnar at planta eina viðarlund í Føroyum. Seinast í juli í 1902 sendi danska heiðarfelagið 29 ára gamla Christian Emil Flensborg til Føroya úr Íslandi, har ið hann hevði verið uppi í royndunum hjá íslendingum at planta trø. Saman við eini frágreiðing frá Flensborg legði Jóannes Patursson í september 1902 uppskot fyri løgtingið um at planta viðarlund og byggja plantuskúla uttan fyri Havnina. Uppskotið varð einmælt samtykt, og í 1904 vórðu fyrstu trøini gróðursett. Hesa ferð eydnaðist, og í dag er viðarlundin miðskeiðis í Havnini, sum so við og við er vaksin rundan um gamla økið, har ið fyrstu trøini vórðu plantað.

Í 1912 samtykti løgtingið at víðka royndirnar at gróðurseta trø, og í 1914 vórðu viðarlundir gróðursettar í Kunoy, á Selatrað og í Hoydølum. Umframt varð ein viðarlund gróðursett í Trongisvági í Suðuroy í 1924 og ein aftrat í Kerjum norðan fyri Tórshavn i 1934. Higartil eru gróðursettar 25 viðarlundir í Føroyum, og ætlanir eru at gróðurseta fleiri.

Verulig løgtingslóg um at gróðurseta trø, Skógfriðingarlógin, varð ikki samtykt fyrr enn í 1952, eftir at Føroyar høvdu yvirtikið hetta økið í 1948. Sambært lógini bar til at náttúrufriða fleiri av teimum viðarlundum, sum eru.

Í 1968 setti landsstýrið Leiv Trónd Hansen sum fyrsta skógarfúta í Føroyum, og hann fekk nógv at týða, tá ið nýstovnaða Nordisk Arboretudvalg i 1974 setti seg í samband við landsstýrið við umbøn um at sleppa at gera fleiri gróðursetingarroyndir í oyggjunum. Frá 1977 gjørdust Føroyar sjálvstøðugur limur í Nordisk Arboretudvalg, og í 1978 varð nýggjur plantuskúli, Skógrøktin, skipaður í Hoydølum. Hetta er einasti plantuskúli í landinum, og seinastu 40 árini hevur hann staðið fyri at skipa ótaldar urtagarðar við stórum trøum, runnagirðingum og gróðursetingum.

Fleiri av trøunum vóru fingin úr Suðuramerika. Tað vóru træfrøðingurin Søren Ødum og Tróndur Leivsson, skógbrúksfrøðingur, sonur Leiv Trónd Hansen, sum í 1979 m.a. tóku heim við sær 6.500 træplantur úr Tierra del Fuego. Teir vitjaðu eisini Alaska í 1981 og 1988, og fóru eisini aftur til suðursnippin á Suðuramerika í 1992; hvørja ferð var heimangerðin at savna fræ og ungar træplantur, sum møguliga høvdu vánir at trívast í svalliga og slavna veðurlagnum. Tróndur Leivsson varð settur í starv sum skógarfúti í Føroyum í 1987 og sat í hesum starvi til 2015. Í dag eru upprunaviðarlundirnar vorðnar væl umtókt fríløtuøki. Kommunur eiga flestu teirra, og mangastaðni er áhugi at víðka og bøta um tær.

Les meira

Les meira um nátturuna og landslagið í Føroyum

  • Magnus Gaard

    (f. 1970) Cand.scient. Rektari á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.

  • Uni Arge

    (f. 1971) Journalistur, fríyrkisjournalistur, rithøvundur og heimildafilmsskapari.