Umframt vøtn og áir eru eisini fleiri mýrar í føroyskum vátlendi. Samanlagt er víddin 18 km2, sum svarar til 1,3 % av føroyska lendinum. Tað er so ymiskt, hvør upprunin er til mýrarnar. Har ið gomul vøtn so við og við svarðað aftur til mýrimosa, myndast lendismýrar, men tilrenningarmýrur myndast í líðum, har ið vatn ikki setir frá. Í dølum og á láglendi eru eisini mýridýki.
Av tí at plantuleivdir og annað lívrunnið evni upploysast seint í mýrunum, verða tey ofta til mógv, hóast fláirnar til tað eru tunnar. Í øldir er torv skorið og turkað, so tað kundi nýtast at brenna, og tað hevur fram um miðja 20. øld verið virðismikil orkukelda í føroyskum húsarhaldum.
Nú á døgum eru mýrarnar aftur áhugaverdir. Ikki tí at hugsað verður um torvið, men tí at tær eiga í sær evnini at binda kolevni. Hetta ger tær møguliga til týdningarmikla megi í framtíðar veðurlagspolitikki.
Les meira
- Akraberg
- Áir
- Djóralívið á landið
- Djóralívið í havinum
- Fuglar
- Hvannhagi
- Jarðfrøði
- Landslagið og strendurnar
- Nátturu- og umhvørvisfyrisiting
- Ósalt vatn
- Plantulívið á landið
- Skordýr og spunarar
- Veðurlag
- Veðurlag og -líkindi
- Vøtn
Les meira um nátturuna og landslagið í Føroyum