Tað djóraslagið, sum mest setur dám á føroysk landslagið, eru fuglarnir. Á fjøllum, í bergi og skorum síggjast havhestar (Fulmarus glacialis) og lundar (Fratercula arctica), fram við landi liggja æðuflokkar (Somateria mollissima), í haganum halda tjøldur (Haematopus ostralegus) og spógvar (Numenius phaeopus) til, og starar (Sturnus vulgaris) sært tú alt árið í bygdunum. Men av teimum 334 fuglasløgunum, sum fólk hava verið varug við í Føroyum, eru nógv tey flestu tilvildarligir strokgestir og flytifuglar, sum á vári og heysti fara framvið oyggjunum á leið síni norður og suður til og frá búsetrinum longri norðuri. Flytifuglar sum sandgrælingur (Calidris alba), íslandsgrælingur (Calidris canutus), títlingskongur (Regulus regulus) og garðljómari (Sylvia borin) vitja so av og á men steðga stutt, áðrenn teir halda leiðina fram annaðhvørt norður- ella suðureftir. Tí er talið av fuglasløgum, sum bøla, til tað lítið, og tað eru bara o.u. 60 ymisk fuglasløg, sum bøla nøkulunda fast í Føroyum.
Fleiri ferðir er búfuglastovnurin í Føroyum taldur, men av tí at fleiri sløg bara eru tald ta einu ferðina, eru tølini ógvuliga svikalig. Harumframt er t.d. starastovnurin ongantíð taldur, og sama er at siga um bládúgvu (Columba livia). Tað ger ongan ovfarnan, at teljingarnar vísa, at tað eru sjófuglarnir, sum eru fjølmentastir í Føroyum. Havhestastovnurin og lundastovnurin eru størstu stovnar við meira enn 100.000 pørum hvør. Síðani koma drunnhvíti (Hydrobates pelagicus) og rita (Rissa tridactyla), sum eisini hava stovnar, sum ivaleyst munnu runda 100.000 pør. Eisini lomvigi (Uria aalge) og skrápur (Puffinus puffinus) hava stovnar, sum teljast í tíggju túsunda tali.
Meðan hesi seks sløgini øll byggja við strondina, reiðrast aðrir sjófuglar inni á landi. Hetta er galdandi t.d. fyri kjógva (Stercorarius parasiticus), skúgv (Stercorarius skua) og lóm og fleiri másasløg, sum samanlagt munnu vera 10.000-40.000 pør.
Í haganum reiðrast fleiri ymiskir vaðfuglar. Teir vórðu taldir í 1981. Tjaldursstovnurin varð mettur til um leið 10.000 pør, spógvi til o.u. 3.000 pør, mýrisnípa (Gallinago gallinago) til 1.500-3.000 pør og lógv til o.u. 1.000 pør. Av tí at henda kanningin er rættiliga gomul, skulu tølini takast við størsta fyrivarni, tí nógv bendir á, at stovnarnir síðani 1981 hava verið fyri stórari afturgongd. Umframt nevndu fuglar eru eisini smáfuglar, sum halda til í haganum, t.d. steinstólpa (Oenanthe oenanthe) og títlingur (Anthus pratensis). Stari sæst eisini her, men væl meir av stara heldur til í bygdunum.
Við strendurnar og á slættum niðri við sjógvin síggjast ofta vaðfuglar sum fjallmurra (Calidris alpina), grágrælingur (Calidris maritima), stelkur (Tringa totanus) og svathálsa (Charadrius hiaticula). Flestu teirra eru flytifuglar, sum hvíla seg, ella fuglar, sum bara hava vetrarvist, men nøkur fá pør reiðrast í haganum. Tjaldursgrælingur (Arenaria interpres), sum ofta sæst í fjøruni, verpur vanliga ikki í Føroyum.
Á sumri halda grágæs (Anser anser) til á vøtnum og firðum, og mett verður, at samlaði stovnurin liggur um 100-500 pør. Villdunna (Anas platyrhynchos) og toppont (Mergus serrator) reiðrast eisini við vøtnini, tilsamans um 500 pør, sama er galdandi fyri lóm og óðinshana (Phalaropus lobatus). Men hesi sløgini eru fáment, og samlaði stovnurin fyri bæði sløg fer neyvan upp um 50 pør. Alt árið, og serliga um veturin, síggjast flokkar av ennigulari ont (Mareca penelope) og trøllont (Aythya fuligula) á vøtnunum, men vanliga verpa tær ikki í Føroyum.
Tjaldrið
Tjaldrið við sínum reyða nevi og sínum svart-hvíta fjøðurhami er tann av vaðfuglunum, sum er lættastur at kenna aftur. Tjaldrið reiðrast at kalla á øllum oyggjum, men hevur at kalla verið fyri hóttafalli allastaðni, har ið tað hevur hildið til.
Hesin myndaligi fuglur er tjóðarfuglur Føroya, og tað kemur mest av Fuglakvæðnum, sum Nólsoyar-Páll yrkti um 1806-07. Í niðurlagnum verður tjaldrið lýst sum fuglurin, sum verjir tey veiku móti yvirvaldinum:
Fuglurin í fjøruni við sínum nevi reyða mangt eitt djór og høviskan fugl hevur hann greitt frá deyða, Fuglurin í fjøruni.
Tjaldrið boðar eisini várkomu, og á grækarismessu (12. mars) á hvørjum ári verður heiður veittur tí við serligum grækarismessuhaldi.
Fuglaveiða
Heilt frá landnámi hevur fuglaveiða havt stóran týdning. Hetta er galdandi bæði, tá ið hugsað verður um fugl og egg. Hesi hava verið gerandiskostur; á fuglaplássum týdningarstørsti matkovin. Sjálvsagt varð fuglur fyrst og fremst etin feskur, men hann varð eisini saltaður, hongdur upp at ræsa og turkaður, so hann kundi etast seinni.
Mest hevur verið veitt av lunda (Fratercula arctica), lomviga (Uria aalge), álku (Alca torda), ritu (Rissa tridactyla) og súlu (Morus bassanus). Flestu fuglasløgini halda til í ógongdum bjørgum. Til at veiða fugl krevjast serlig amboð og serligt hegni, tí nógvastaðni skulu teir, ið søkja fongin, klíva ella síga í bjørgunum í línu. Egg verða rænd beinleiðis av rókum ella úr eygum.
Til 1925 varð lomvigi veiddur á rókunum við fyglingarstong í Skúgvoy. Fyglingarstong er styttri enn fleygastong, men hevur størri glúp. Sumstaðni draga menn lunda; tá verður lundin tikin í lundaholunum. Súlan, sum bara reiðrast í Mykineshólmi, verður tikin beinleiðis á rókunum; ein fyri og onnur eftir. Vanligasti veiðuháttur, tá ið hugsað verður um lunda (fyrr eisini lomviga) er at taka fuglin við fleygastong. Eftir 1900 og frameftir gjørdist vanligt at fara við báti at skjóta fugl, serliga lomviga, álku og skarv (Phalacrocorax aristotelis).
Sjófuglaføðin í havinum ávirkar sjálvsagt eisini, hvussu stórir sjófuglastovnarnir fáa verið, og her hevur gingið aftur á hond í mong ár. Tí eru flestu sjófuglar nú fyribils friðaðir, men vónir eru um, at sjófuglastovnarnir aftur fara at mennast.
Í ávísum oyggjum verður havhestur (Fulmarus glacialis) fleygaður um veturin. Men um mánaðarskiftið august-septembur verður á hvørjum ári farið við báti eftir havhestaungum; tá eru ungarnir búnir og fara úr reiðrinum á sjógv, og so feitir teir eru, eru teir tungir á sær og lættir at taka við glúpi. Havhestaungar, summstaðni nevndir nátungar, eru sannur gloypibiti tíðliga um heystið, tá ið til ber at keypa teir í Vágsbotni í Havn og aðrastaðni við. Í Mykinesi verður grásúla tikin hvørt heyst.
Umframt sjófugl veiddu føroyingar fyrr villgæs, og heiðafuglar vórðu eisini etnir. Hesum varð hildið uppat við, eftir at sjónarmið náttúruni viðvíkjandi broyttust um ár 1900. Tá var herrópið »Latið heiðafuglar og smáfuglar fáa frið« ofta havt á munni og sást eisini í bløðunum.
Frá farnum tíðum hava Skúgvoy og Mykines verið mett sum týdningarmikil fuglapláss, og av tí sama leita nógv ferðafólk sær hagar nú á døgum.
Les meira
- Áir
- Fiskur
- Mýrar
- Djóralívið á landið
- Djóralívið í havinum
- Havið kring Føroyar
- Hvalir
- Kópur
- Landslagið og strendurnar
- Nátturu- og umhvørvisfyrisiting
- Ósalt vatn
- Plantulívið á landið
- Skordýr og spunarar
- Veðurlag og -líkindi
- Vøtn
Les meira um nátturuna og landslagið í Føroyum