Mál og málføri

Á hesum 63 cm breiða skjali standa váttaðar avskriftir av seks skjølum, skrivað árini 1403 og 1405, savnað í eitt diplom, fest á blað í Havn í 1407. Tey sonevndu Húsavíkarbrøvini snúgva seg um ríkastu kvinnu í Føroyum, Guðruna Sjúrðardóttur, og arv eftir hana. Tá ið hon andaðist í Húsavík í 1405, átti hon ongan arving til ognir sínar í Føroyum, Hetlandi og Noregi. Í dag liggur skjalið í einum diplomsavni frá norska ríkinum, sum Føroyar, Hetland og Orknoyggjar tá vóru undir. Skjalið er í varðveitslu í Árna Magnussonar savni á Universitetinum í Keypmannahavn og er merkt »AM Dipl. Norv. Fasc.«.
SUZANNE REITZ/THE ARNAMAGNAEAN MANUSCRIPT COLLECTION, 2014

Hevd er fyri at flokka føroyskt eins og norskt og íslendskt sum eitt vesturnorðurlendskt mál afturímóti teimum eysturnorðurlendsku málunum (donskum og svenskum). Slík flokking byggir á ástøði um skyldskap ímillum mál. Føroyskt og íslendskt verða javnan søgd at vera oyggjaskandinaviskt mál afturímóti meginlandsskandinavisku málunum. Í nýggjari gransking verður føroyskt flokkað sum miðnorðurlendskt mál, av tí at tað bygnaðarliga liggur ímillum vestur- og eysturnorðurlendskt.

Elstu heimildirnar um føroyskt eru tveir rúnasteinar frá ávikavist um ár 1000 og ár 1200. Málið á yngra steininum (Sandavágssteininum) er norrønt og hevur enn ð, þ og y umframt gomul tvíljóð, au, og vantar styðiljóð undan r í útljóðsstøðu, maðr. Í nýføroyskum er tvíljóðið au broytt til ey, og styðiljóðið sett inn undan r í útljóðsstøðu (maðr > maður). Ljóðini ð, þ og y eru dottin burtur í nýføroyskum framburði; ð og y verða kortini brúkt í rættskrivingini, sum er upprunafrøðilig. Elstu heimildir um føroyskt við latínskari skrift eru frá seint í 13. øld. Í Seyðabrævinum, sum er ískoyti til norsku Gulatingslógina, skrivað í 1298, koma orð fyri, ið finnast í øðrum norrønum heimildum, t.d. lýsingarorðini hagfastr (um seyð, sum heldur seg á sama stað í haganum) og styggr (styggur) og sagnorðið lemba. Um hetta mundið var málið framvegis norrønt, og tað er tað enn í skjølum tíðliga í 15. øld, men í Seyðabrævinum síggjast frábrigdi, ið eru serføroysk. Ímillum tey føroysku nýbrigdini frá teirri tíðini eru eitt nú hesi: skilgitin (í eldri máli: skilgetinn (t.e. føddur í hjúnalagi), fingid (í eldri máli: fengit) og girða (í eldri máli: gerða). Aðrar broytingar eru m.a. byrjanin til skerping, ið fer at gera vart við seg tíðliga í 15. øld. Skerping er tað, at hjáljóðini ggj ella gv verða skotin inn eftir ella ímillum sjálvljóð, eitt nú oy og ú í orðum sum oyggj og trúgv. Dømi um hesa broyting er skifti tvá > tóa, ið seinni verður til tógva, t.d. »jallin eigur tógva synir«. Samsvarandi broyting sæst aftur í talorðinum þrír > þríir, ið seinni verður til tríggir.

Munaverdar broytingar hendu í framburði ímillum miðaldarføroyskt og nýføroyskt, bæði tá ið tað galt sjálvljóð og hjáljóð. Størsta broytingin mundi helst vera ljóðvirðisbroytingin, ið hevði við sær, at upprunaliga long sjálvljóð tvíljóðaðust, t.d. /i:/ > / ui:/, og tey gomlu tvíljóðini broyttu ljóðvirði, t.d. /au/ > /ey/. Somuleiðis var ljóðlongdarbroytingin eitt stórt umskifti, tá ið upprunaliga stutt sjálvljóð gjørdust long undan stuttum hjájóðum, og long sjálvljóð gjørdust stutt undan longum hjáljóðum.

Í 16. øld gjørdist skriftmálið danskt, og alt skrivligt samskifti fór fram á donskum. Eitt nú vórðu jarðarbøkur og tingbøkur førdar á donskum. Kortini geva hesar heimildir okkum áhugaverdar upplýsingar um føroyskt mál. Um bygdina á Kirkju í Fugloy stendur í 1584: »Fugløe Ad Kircke«. At Kirkju er tað gamla norrøna, men síðan broyttist at til á, og tískil verður nú sagt á Kirkju. At bygdarnavnið við Norðskála í 1584 verður skrivað »Norden vedt Schalle«, bendir á, at bygdin tá í tíðini æt Norðuri við Skála (sum eisini ljóðar sannlíkt).

Føroysk handrit frá 18. øld og úteftir eru skrivað á bygdarmáli við ljóðfrøðiligari stavseting. Har slóðaði mentamaðurin Jens Chr. Svabo fyri. Í 1770-árunum fór hann undir eina føroyska orðabók og skrivaði eisini upp føroysk kvæði. Í hesum viðfangi gjørdi hann sær sína ljóðfrøðiligu stavseting. Hesin skrivimátin stóð við fram undir miðja 19. øld, tá ið tann hammershaimbska stavsetingin kom.

Tann føroyska stavsetingin er frá 1846, og er úrslit av eini samnorðurlendskari ætlan í skandinavistiskum anda. Á odda fyri hesum stóð danski professarin N. M. Petersen, ið ikki helt, at bygdarmál kundu fáa tign sum skriftmál. Tvørturímóti átti stavsetingin at savna bygdarmálini undir ein felags skriftform og vera yvirskipað. Í hesi tilgongd stuðlaði norski málstríðsmaðurin P. A. Munch N. M. Petersen.

Tað umbarst ikki, at hesin hugburðurin skapaði eina upprunafrøðiliga ella málsøguliga grundaða stavseting. Einum av stigtakarunum, íslendinginum Jóni Sigurðssyni, var litið upp í hendur at íslendska ein ljóðfrøðiliga skrivaðan føroyskan tekst, t.e. geva honum ein fornan málbúna. Teksturin skuldi verða prentaður í Annaler for nordisk Oldkyndighed. Eftir at málgranskararhøvdu havt tekstin hjá Jóni Sigurðssyni til ummælis, varð hann lagdur fyri V. U. Hammershaimb, tí eyðvitað mátti ein føroyingur sleppa at eiga seinasta orðið í slíkum álvarsmáli. V. U. Hammershaimb góðtók uppskotið hjá Jóni Sigurðssyni, og í tíðarritinum hjá danska fornsøgufelagnum varð so fyrsti tekstur við teirri stavseting, sum vanliga verður nevnd tann hammershaimbska, prentaður. Tað var í 1846. Henda stavseting verður enn brúkt, tó við nøkrum broytingum frá 1954. Upprunafrøðiliga stavsetingin, bygd sum hon er á miðaldarføroyskt, hevur m.a. við sær, at skriftin ofta svarar illa saman við framburðinum. Jakob Jakobsen setti tískil í 1889 fram uppskot um eina ljóðfrøðiliga stavseting, men fekk ikki undirtøku fyri tí. Í 1895 varð roynt at fáa semju um eina miðleið í stavsetingarspurninginum, men heldur ikki tað bar til.

Føroyskt hevur ongan samtyktan talumálsstandard, og tískil kunnu tey ymsu málførini verða brúkt í øllum almennum høpi. Føroyskt er ein samanseting av fleiri bygdarmálum, og summi teirra kunnu rekjast aftur í miðøld. Munurin á bygdarmálunum er fyrst og fremst ljóðligur. Tey ymisku bygdarmálini hava lyndi til at javnast út, og í staðin koma málføri, sum fevna um størri øki. Hetta hevur verið gongdin, so hvørt sum samferðslan er útbygd ímillum bygdir og oyggjar og við felagsskúlum. Harumframt birtir skriftmálið eisini í alsamt størri mun upp undir, at málførini javnast út. Føroyingar hava sum heild ein jaligan hugburð til málførini, og einki bendir á, at tey hava ymiska tign.

Málreinsing ella purisma fór at gera vart við seg seint í 19. øld um sama mundið, sum farið varð av álvara at skriva á føroyskum. Tað sást m.a. aftur í bløðunum, eitt nú Føringatíðindum, har bæði ritstjórar og lesarar íðuliga royndu at finna føroysk orð fyri útlendsk. Ampin av útlendskum kom serliga til sjóndar í føroysku útgávuni frá 1898 av álmanakkanum hjá Københavns observatorium, sum innihelt fleiri vísindaligar greinar. Yvirhøvur taka fólk undir við málrøktini, og hon setur sín skilliga dám á málið, á orðabøkur, yrkisorðalistar, fólkanøvn, miðlarnar o.a. Kortini sæst ein pragmatiskari hugburður til málrøktina aftur í summum orðabókum hesi seinastu tretivu árini.

Somuleiðis hevur verið funnist at málrøktini og purismuni, og tí hon byggir á. Í 1970-árunum stakk orðið setursføroyskt seg upp, og við tí varð skilliga sipað til málfrøðingarnar á Debesartrøð og tað »reina« málið, teir vildu fremja. Í hesum viðfangi varð Málfelagið stovnað til at viga upp ímóti purismuni og fáa talumálið til æru og upp á tann mátan javna munin ímillum talumál og skriftmál. Eftir at málrøktin við sínum hugsjónarliga grundarlagi fór at gera vart við seg í seinnu helvt av 19. øld, fekk orðatilfarið í føroyskum skiftismæliseyðkenni (diglossisk), soleiðis at nýggjyrðini, hon hevur lagt eftir seg, eru hámálslig og tey innlæntu lágmálslig.

Les meira

Les meira um føroyska mentan