Landsbókasavnið húsast í J. C. Svabos gøtu 16. J. P. Gregoriussen teknaði bygningin, og hann stóð liðugur í 1980. Landsbókasavnið er sprottið úr Amtsbókasavninum (Færø Amts Bibliotek), ið var stovnað í 1828 og mett at vera elsti mentastovnur í Føroyum. Í 1931 flutti bókasavnið í nýggj hús á Debesartrøð (Gróthúsið). Landsbókasavnið varð stovnað sambært løgtingslóg í 1952. Savnið er bæði tjóðar- og meginbókasavn og hevur ljóðbókatænastu fyri blind og sjónveik og stendur eisini fyri at gjalda út bókasavnspengar. Á savninum er ein ørgrynna av handritum hjá føroyskum rithøvundum, og harumframt eigur savnið mong eldri handrit, eitt nú Sandoyarbók, hon er latin savninum í varðveitslu frá Kongaliga Bókasavninum í Keypmannahavn, og í henni eru summar av elstu uppskriftunum av Karlamagnusar kvæði at finna.
Landsbókasavnið er eitt granskingarbókasavn, og í umbúna er, at tað skal gerast Universitetsbókasavn, nú ætlanir eru um at byggja nýtt fróðskaparsetur. Í flestu bygdum og býum eru fólkabókasøvn og summastaðni fólka- og skúlabókasavn undir sama taki.
Les meira
- Bókmentir
- Byggisiðir í Føroyum
- Felagslív og sjálvboðið arbeiði
- Kirkjur
- Listahandverk og sniðgeving
- Mál og málføri
- Myndlist
- Siðsøgulig søvn og mentanararvur
- Siðvenjur og frásagnir
- Tjóðsavnið
- Tjóðskjalasavnið
- Trúgv og trúarligt virksemi
Les meira um føroyska mentan