Filmur

Sjónvarpsrøðin Trom á Viaplay byggir á krimisøgurnar eftir Jógvan Isaksen um Hannis Martinsson. Røðin læt føroyskum filmslistafólki upp nýggjar møguleikar og nýggj sambond úteftir.
TROM/KYKMYNDIR/REINVENT STUDIOS, 2021

Hóast Føroyar sum filmsland enn eru ungar, er føroyska filmssøgan eldri, enn flestu halda. Elstu filmsupptøkurnar gjørdi danin Ole Olsen í 1907, tá ið Fríðrikur 8. á íslandsferð síni steðgaði í Havn.

Havnar Bio byrjaði sýningar ólavsøkuaftan 1961 og vísti filmin India brennur í widescreen og cinemascope.
SVEND POULSEN/TJÓDSAVNID, 1963

Um sama mundið skipaði Ólavur á Heygum fyri biografi í Vestmanna. Hann hevði keypt eina kinomaskinu í Tróndheimi frá tí ferðandi filmsvísingarmanninum Heinrich Carl Köpke. Ólavur á Heygum var hugtikin av ravmagni, vatnorku og telesamskifti. Í 1905 legði hann fyrstu telfonlinjuna í Føroyum úr Vestmanna til Havnar. Hjálparmaður hansara var Andreas Niclasen, Dia á Bø. Eftir at Ólavur gavst at vísa film í Vestmanna í 1909, tók Dia við og flutti útgerðina til Havnar. Niðri í Tórsgøtu, sum kommunan seinni hevur kallað mentanargøtu, hevði hann so biograf í einum húsum, har sjómansskúli og sápusøla eisini var.

Tær fyrstu staðfestu upptøkurnar á 35 mm filmi vórðu gjørdar við einum løttum Kinoamo-myndatóli við Jena Tessar linsu. Myndatólið átti Julius Høgnesen úr Oyndarfirði. Saman við systkinabarninum Ingvaldi Olsen filmaði hann kongsvitjanina í Havn í 1926. Fleiri av hesum upptøkunum, sum eru goymdar á Forminnissavninum, vórðu brúktar í eini hátíðarútgávu í sambandi við, at Havnin í 2009 hevði verið fólkavald kommuna í hundrað ár.

Síðan tá hava Føroyar javnan verið leiktjøld í upptøkum hjá útlendskum filmsfólkum, ið komu higar. Fyrsti filmurin úr Føroyum er tann svart/ hvíti ljóðleysi filmurin Farornas Ö, sum svenski aðalsmaðurin Sten Nordenskiöld og myndamaður hansara Ragnar Westfeldt tóku upp í Skúgvoy, í Stóru Dímun og Miðvági summarið 1929. Filmurin var í spælifilmslongd og varð fyrstu ferð vístur í Röda Kvarn í Stockholm 31. mars 1930.

Við smáum vinnuligum ella fíggjarligum líkindum hava føroysk filmsfólk leitað sær danskar og norðurlendskar samstarvsmøguleikar til at gera film, og tá hava útlendingarnir staðið fyri tí listaliga og framleiðsluni. Vinnulívsmenn á Tvøroyri fingu Leo Hansen til Føroya at gera tann handilsliga ætlaða Færøfilmen (1930), og eftir kríggið gjørdi Jørgen Roos ein heimildarfilm um jarðarbrúk, Gaarden hedder Vikagarður (1947).

Í 1965 filmaði Knud Leif Thomsen listamannin Steffan Danielsen í Nólsoy. Í 1990 gjørdi Ulla Boje Rasmussen samtíðarlýsingar av gásadalsfólki og í 1992 av mykinesfólki. Seinni tók hon saman um fullveldissamráðingarnar í filminum Færøerne dk (2003).

Jørgen Roos fekk listamannin Jack Kampmann og rithøvundin William Heinesen at skriva uppleggið til filmin Føroyar – Færøerne (1961). Hesin filmurin fekk Evreux-virðislønina. Í 1970-árunum samarbeiddu Føroyar og Danmark somuleiðis um filmsgerð. Rithøvundarnir Gunnar Hoydal og Steinbjørn B Jacobsen skrivaðu handrit til ein sjónvarpsfilm fyri Danmarks Radio.

Aðrir útlendskir spælifilmar, har Føroyar eru baksýni, eru eysturtýski filmurin hjá DEFA Schatten über den Inseln (1952), Selkvinnen (Noreg, 1952), Tro, håb og trolddom (Danmark, 1960), Barbara – wild wie das Meer (Týskland, 1961), Barbara (Danmark, 1997), Dansinn (Ísland, 1998), Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet? (Noreg, 2011), Submergence (Týskland, 2017), Fågelfångarens son (Svøríki, 2019) og No Time to Die (Bretland 2021).

Við gløggum ansi fyri smálutum filmaði Jákup Andrias Arge gerandislív á bygd í 1960-árunum, eitt nú akurskurð í Húsavík.

Fyrst í 1970-árunum gjørdi framleiðslufelagið Tór ein heimildarfilm um teir tríggjar rithøvundarnar William Heinesen, Christian Matras og Heðin Brú, Tríggir varðar (1977). Miðskeiðis í 1970-árunum fekk spanski tilflytarin Miguel Hidalgo føroyskar sjónleikarar við sær og gjørdi sum áhugamaður tríggjar spælifilmar: Rannvá (1974), Páll fangi (1975) og Heystblómur (1977). Harumframt gjørdi hann seinni ein nýroyndarligan ræðufilm í einum katólskum gravhválvi.

Sjónvarp Føroya hevur higartil gjørt lítið við spælifilm. Men onkran hevur stovnurin tó framleitt. Eitt nú Alfred (1986) eftir Eir í Ólavsstovu og Stjórin er á floti (1987) eftir Øssur Winthereig.

Danski filmsleikstjórin Henning Carlsen royndi seint í 1980-árunum at fáa í lag nýtt samstarv við William Heinesen um at gera film eftir søguni Don Juan fra Tranhuset. Danski Filmsstovnurin sýtti fyri at stuðla verkætlanini og segði leikstjóran vera ov gamlan at lofta teirri erotisku glóðini í frumritinum. Filmsfelagið varð drigið upp í avgerðina. Filmsfelagið hevur síðan 1962 skipað fyri áhugaverdum filmssýningum í Havnar Bio og Sjónleikarhúsinum.

Katrin Ottarsdóttir er fyrsti føroyski filmsleikstjórin, ið hevur vakt ans úti í heimi. Í 1989, tá ið 8. Almenna Norðurlendska filmstevnan varð hildin í Havn, vísti hon fyrsta føroyska spælifilmin í fullari longd, Atlantic Rhapsody, fyri eini altjóða áskoðarafjøld. Filmurin er tikin upp á 16 mm film og síðan blástur upp til 35 mm til at kunna vísast í biografi. Filmurin er ein kaleidoskopisk samtíðarlýsing av Havnini í 52 brotum. Filmstevnan varð m.a. umrødd í tíðarritinum Variety og Derek Malcolm bar í The Guardian filmin saman við tær fjálgu lýsingarnar av Manhattan hjá Woody Allen. Atlantic Rhapsody vann fyrstu virðisløn á filmstevnuni Nordische Filmtage í Lübeck í 1989.

Eftir túsundáraskiftið legði Teitur Árnason eina nýggja æðr inn í føroyska filmsgerð við síni poetisku heimstaðarlýsing Burturhugi (2002) um lívið í Hattarvík úti í Fugloy. Filmurin var frumvístur í Norðurlandahúsinum í sambandi við Listastevnuna.

Síðan 2005 hevur Klippfisk verið ein miðstaður fyri ung filmsáhugað í Havn. Alsamt fleiri ung hava hesi seinastu árini givið seg í holtur við filmsgerð og lagt nýggj verk úr hondum, fyrst og fremst stuttfilmar. Millum tey gávuríkastu er Sakaris Stórá, hann hevur m.a. gjørt stuttfilmarnar Passasjeren (2009), Summarnátt (2012) og Vetrarmorgun (2014). Fyri Summarnátt fekk Sakaris Stórá Geytavirðislønina í 2012, sum var stovnað tað árið. Virðislønin er uppkallað eftir búnaðarfrøðinginum Herálvi Geyta, sum í nógv ár ferðaðist bygd úr bygd og vísti film, har eingin biografur var. Áskoðaravirðisløn Tórshavnar Býráðs og Geytin hava gjørt sítt til at endurvekja áhuga og ans fyri føroyskari filmsframleiðslu og fingið hana í samband við útlendskar filmstevnur. Andrias Høgenni er tað filmlistafólkið, ið hevur fingið Geytan oftast.

Mentamálaráðið gjørdi í 2014 av at stuðla føroyskari filmsgerð fíggjarliga, í 2015 við 700.000 kr., í 2016 við 1,5 milliónum kr., og við samtyktu fíggjarlógini fyri 2022, er játtanin til filmstuðul 3,5 mió. kr. Í 2017 kom Sakaris Stórá við sínum fyrsta spælifilmi í biograffilmslongd, Dreymar við havið. Filmurin fekk framúr ummæli í føroyskum miðlum og varð nevndur í tíðindabrævi frá landsstýrinum til útlond.

Eitt føroyskt filmshús varð stovnað í 2018 við stuðli frá vinnumálaráðnum. Táverandi landsstýrismaður í vinnumálum Poul Michelsen setti Tinu Wagner úr Danmark sum stjóra. Setningurin hjá Filmshúsinum er at stuðla upp undir føroyska filmsvinnu og vekja áhuga fyri Føroyum sum filmsupptøkustaði. Harumframt skal ein afturberingarskipan egna útlendsk filmslið til heilt ella partvíst at gera sínar filmir í Føroyum. Hetta eydnaðist við filminum hjá Wim Wenders Submurgence longu eitt heilt ár, áðrenn Filmshúsið læt upp, og nú seinast eisini við James Bond-filminum No Time to Die. Hóast tað føroyska íkastið er lítið enn, ger Filmshúsið sum almennur stovnur sítt til at kunna um og vekja ans fyri Føroyum sum filmslandi.

Les meira

Les meira um føroyska mentan

  • Birgir Kruse

    (f. 1957) Lærari, ritstjóri á Námi, bloggari, fríyrkisjournalistur og formaður í Filmsfelagnum.