Bygningar á biskupssetrinum

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Umframt kirkjurnar var bispagarðurin tað týdningarmesta í Kirkjubø í miðøld. Ein partur av garðinum er í dag innrættaður til mentanarsøguligt savn.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2008

Kirkjurnar frátaldar hevur biskupsgarðurin verið tann mest týðandi bygningurin í Kirkjubø í miðøld. Útgrevstrar, sum føroyskir, norskir og danskir fornfrøðingar gjørdu árini 1953-1955, góvu eitt yvirlit yvir byggisøguna hjá garðinum, og hvussu hann var ætlaður at vera. Garðurin hevur verið ein umleið 2500 m2 stór og afturlatin eind, sum í høvuðsheitum vóru tvær javnfjarar lonir hvør sínumegin eitt 16 m breitt steinsett tún. Eystara lonin man helst hava verið í tveimum grótlaðaðum hæddum, og her hevur biskupur havt tilhald. Lonin hevur síðan verið umbygd í sambandi við, at farið var undir at byggja ta nýggju dómkirkjuna. Kjallararúmini munnu hava horvt móti túninum. Sannlíkt hava kjallaraveggirnir longu í miðøld borið eina 45 m langa og 7 m breiða yvirtrom úr timbri og helst við tilhoyrandi úthúsum. Fyri suðurendan á túninum hevur verið ein grótlaðaður veggur. Seinni er ein lon bygd aftur at vesturlonini oman við kirkjugarðin vestanfyri.

Garðar verja hvíttmálaðu sóknarkirkjana í Kirkjubø frá miðøld, ímóti sjónum. Yvir av kirkjuni er gamli kongsbóndagarðurin, sum er bygdur á bispasæti. Kirkjubømururin sæst uttast høgrumegin.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2019

Húsini á biskupsgarðinum fóru sum aðrar kirkjuognir undir kong, tá ið trúbótin kom, og garðurin hevur síðan verið kongsjørð. Bygningarnir eru ólíkt øðrum húsum í Føroyum ikki stavlagshús, men stokkahús. Elsti parturin av húsunum ætlast at vera eldri enn frá 1350.

Les meira

Les meira um føroyska mentan

  • Símun V. Arge

    (1948-2021) Cand.mag. í miðaldarfornfrøði og evropeiskari tjóðlívsfrøði. Ráðgevi og granskari á Tjóðsavninum.