Fyrsta bókin við teksti á føroyskum máli kom út í 1822. Bæði í hesi bókini og hinum sjey, ið síðan komu út ígjøgnum 19. øld fram til 1892, vóru frágreiðingar á donskum. Fyrsta bókin burturav á føroyskum kom út í 1892. Síðan hevur ein nútímans bókmentahevd tikið seg upp á føroyskum máli, og sum er koma einar 200 bøkur út um árið, til helvtar fagrar bókmentir fyri vaksin sum børn og ung og til helvtar yrkis- og skúlabøkur.
Kvæði, vísur og tjóðskaparromantikkur í 19. øld
Jens Christian Oliver Djurhuus yrkti á føroyskum máli nýggj kvæði við evni úr føroyskari søgu og norrønum bókmentum, eitt nú Heimskringlu eftir Snorra Sturluson. Sonur hansara, Jens Hendrik Djurhuus, steig í fótasporini hjá pápanum, men leitaði sær evni í verkunum hjá Saxo, danska søguritaranum. Hesi kvæðini vórðu kvøðin á gólvi eins og tey gomlu á mannamunni varðveittu kvæðini eftir ókendar høvundar. Kvæði, vísur og tættir vórðu savnað og fest á blað. Tey eru størsti parturin av føroyskum bókmentum í 19. øld.
Í seinnu helvt av 1840-árunum varð farið at brúka hammershaimbsku stavsetingina í staðin fyri tað ljóðgrundaða skrivingarlagið hjá Jens Christiani Svabo og øðrum. Hammershaimb savnaði og gav eisini út vísur og kvæði. Fram undir endan á 19. øld greiddi tjóðskaparrørslan fyri, at skrivað varð á føroyskum, og burturúr komu tjóðskaparsangir, søgur og leikverk. Ein undanfari í 1850-árunum undantikin byrjaði føroysk samtíðaryrking í 1876. Tað árið skipaðu føroyskir studentar í Keypmannahavn fyri føstulávintshaldi á Garði, har føroyskir fosturlandssangir vórðu sungnir. Hesir sangirnir vórðu síðan útgivnir í eini lítlari bók við heitinum Føriskar vysur og viðmerkingum á føroyskum. Rættstavingin var tann, ið Jákup Jakobsen nýliga hevði gjørt tá, men fekk ongantíð almenna undirtøku. Um og eftir aldaskiftið 1900 fekk tjóðskaparromantikkurin eina politiska vend í yrkingum eftir Jóannes Patursson og Símun av Skarði, sum tók til tað trúarliga og háfloygda, eitt nú í yrkingini, sum seinni gjørdist tjóðsangurin Tú alfagra land mítt frá 1906.
Skaldskapurin, yrkingar, sangir og aðrir tekstir, sum komu út fram undir aldarskiftið 1900, staðfestu Føroyar sum eitt land við egnari mentan.
20. øld
Fyrsta skaldsøgan á føroyskum, Bábelstornið, kom út í 1909. Hetta var ein naturalistisk ættarskaldsøga. Hon lýsir tíðina frá um miðja 19. øld, tá ið so smátt fór at kvikna tjóðskaparliga í Føroyum, og rembingarnar í samfelagnum, hvussu gomul og nýggj hugsan takast um yvirvágina. Høvundurin, háskúlamaðurin Rasmus Rasmussen, skrivaði undir dulnevninum Regin í Líð og gav eisini út fyrsta føroyska stuttsøgusavnið, Glámlýsið, í 1912. Í 1914 kom fyrsta nútímans yrkingasavnið. Tað var Yrkingar eftir J. H. O. Djurhuus. Savnið ber skilligan dám av nýromantikki, og tað tjóðskaparliga gevur seg til sjóndar í stórfingnum myndberingum í mótsetningi til hvassar atfinningar. Beiggin, H. A. Djurhuus, gjørdist við sínum yrkingum, sangum, barnarímum og ævintýrum fólkaogn og er tað enn.
Realisma
So hvørt sum tað kom til skarpskeringar ímillum danska hugsan um ríkiseindina og føroyskan sjálvstýrisvilja, var framtak hildið at vera í at yrkja og skriva á føroyskum. William Heinesen, sum kendasti høvundur úr Føroyum uttanlands, skrivaði kortini á donskum, og tað varð mett at vera ein missur fyri føroyskt. Christian Matras, málfrøðingur og skald, gav í 1935 út eina lítla føroyska bókmentasøgu, ta fyrstu av sínum slagi, men leggur William Heinesen burturúr, ið um hetta mundið longu hevði lagt fýra yrkingasøvn eftir seg og eina skaldsøgu, Blæsende gry (1934).
Frambrotsverkið hjá Williami Heinesen var tann speisama lýsingin av krígsárunum í Føroyum, Den sorte Gryde (1949). Í 1950 kom síðan fjølspunna skaldsøgan De fortabte spillemænd. Í 1965 fekk William Heinesen norðurlendsku bókmentavirðislønina fyri bókina Det gode håb (1964). Hann skrivaði til samans sjey yrkingasøvn, sjey skaldsøgur og sjey stuttsøgusøvn, men hann varð ikki nógv lisin í Føroyum, fyrr enn fleiri av verkum hansara vórðu týdd til føroyskt í sambandi við, at hann fylti 75 ár. Týðingarnar vóru ein liður í eini stremban eftir at gera føroyskar bókmentir einmálsligar.
Í 1930-árunum, um sama mundið sum William Heinesen gav út sínar fyrstu sosialrealistisku skaldsøgur, kom Hans Jacob Jacobsen fram í bókmentaliga ljósmálan undir dulnevninum Heðin Brú. Í 1930 gav Heðin Brú út skaldsøguna Lognbrá og sjey ár seinni framhaldið Fastatøkur (1937). Hetta tvíverkið lýsir, hvussu ein bóndasonur ger seg leysan av tí gamla bygdarsamfelagnum. Høvuðsverkið hjá Heðini Brú Fegðar á Ferð (1940) lýsir munin ímillum gamlan og samtíðarligan hugburð í 1930-árunum, og setur hann fram í skemtiliga groteskum mótsetningum ímillum eldra ættarliðið, sum livir sum forfedrarnir, og tað yngra fólkið, sum hoyrir til ta nýggju tíðina við pengabúskapi. Stuttsøgurnar hjá Heðini Brú eru stílfastir klassikarar og høvdu stóra ávirkan á føroyska prosaskriving um og eftir miðja 20. øld. Skiftið til fiskivinnu– og peningasamfelag er afturumlagt í skaldsøguni Fiskimenn (1946) eftir Martin Joensen. Eins og Fastatøkur lýsir henda bókin skipslívið í 1930-árunum upp á ein royndskygdan máta. Mótsetningarnir ímillum reiðarar og fiskimenn og ímillum arbeiðsfólkið í landi og fiskimenn, ið elva til verkføll og stríð, er tann víddin, sum Martin Joensen leggur inn í hetta slagið av bókmentum. Somu temu verða tikin uppaftur í framhaldsskaldsøguni Tað lýsir av landi frá 1952.
Um 1950 vóru føroyskar bókmentir blivnar einmálsligar, soleiðis at skilja, at teir rithøvundarnir, ið nú komu fram, skrivaðu burturav á føroyskum. Teir høvdu lært føroyskt í skúlanum frá fyrsta skúladegi, tí síðani 1938 hevði føroyskt verið fulltøk lærugrein og eisini undirvísingarmál. Jens Pauli Heinesen var av hesum ættarliðnum, og hann legði fyri við stuttsøgusavninum Degningsælið í 1953. Síðan komu fleiri skaldsøgur, sum tóku tilveruligu korini hjá listafólki og høgravent einræði upp. Í 1980 kom fyrsta bindið í einum ævisøguligum sjeybindsverki út, Á ferð inn í eina óendaliga søgu (1980‑92).
Realisman fekk eina eldhugaða vend við Jóanesi Nielsen. Hann er ein av teim stóru núlivandi høvundunum og skrivar bæði skaldsøgur, yrkingar og leikrit. Fyrsta bók hansara kom út í 1978, yrkingasavnið Trettandi mánaðin. Hann var virkin í politiskum rørslum á vinstraveinginum í 1970-árunum og hevur givið tíggju yrkingasøvn út, tey fyrstu við greiðum sosialistiskum sjónarmiðum í bland við persónligar endurminningar. Endurminningarnar hava síðan fingið meira rúm, og aftrat leggjast so umhvørvisatfinningarsom tema. Skaldsøgurnar lýsa stættastríð og sosial kor í Havn á okkara døgum. Glansbílætasamlararnir (2005) er ein endurminningarbók um ta lagnu, nakrir ungir menn fáa árini frá miðskeiðis í fimmtiárunum og fram til áttatiárini í Havn og í Keypmannahavn. Bókin er ein nærvorðin lýsing av teimum avbjóðingum, kallmenskan fær í tí seinmodernaða føroyska samfelagnum.
Modernisma
Eftir fyrstu bók sína Grátt, kátt og hátt/ Yrkingar (1926) yrkti Christian Matras um tað føroyska landslagið. Men legði endaliga tjóðskaparromantikkin aftur um seg og tók modernistisk formseyðkenni um sín skaldskap. Tað gjørdi Regin Dahl eisini og í uppaftur størri mun Karsten Hoydal, ið ávirkaður av ræðuleikunum undir seinna heimsbardaga og kravinum um moralska og fagurfrøðiliga enduravýting gav út sítt fyrsta yrkingasavn í 1946, Myrkrið reyða. Fyrsta yrkingasavnið hjá Guðrið Helmsdal Lýtt lot (1963) er hinvegin gjøgnummodernistiskt, samansett úr frumligum myndskapandi yrkingum. Í 1966 gav Steinbjørn B. Jacobsen út sítt fyrsta yrkingasavn Heimkoma, og í søvnunum, ið síðan komu, legði hann dent á ta ørknøppu, stundum konkretu modernismuna. Rói Patursson vakti longu stóran ans við sínum fyrsta yrkingsavnið uttan heiti frá 1969. Í savninum Líkasum (1985), sum hann fekk norðurlendsku bókmentavirðislønina fyri í 1986, sameinir hann modernistiskan form við politisk og mentanarlig sjónarmið í samtíð síni.
Upp á sín stillføra máta var Heðin M. Klein partur av modernistisku rembingunum í 1960-árunum, og í teirri longu yrkingini Tað orðið (2020) gongur hann í lýsingum av lívsins stóru og smáu avbjóðingum um mørkini fyri, hvat lýrikkurin megnar.
Postmodernisma og umhvørvisskaldskapur
Postmodernisma og niðurbygging merkja yrking og skaldsøguskriving fram undir endan á 20. øld. Málið loysnar úr sínum vanligu merkingum, má endurmetast, nýggjast uppaftur. Nú tók skrifttematisk enduravýting við av tí modernistiska frambrotinum í 1960-árunum. Í lýrikkinum eru tað serliga Tóroddur Poulsen og Carl Jóhan Jensen, ið umboða hetta rákið. Yrkingarnar hjá Tóroddi Poulsen hava eitt sermerkt og fyndugt lag á at lata orð snúgvast inn og úr samanhangum og alsamt skifta merking. Yrkingarnar hjá Carl Jóhan Jensen bjóða lesaranum av við fjøltýddum tilsipingum til aðrar tekstir ella upprunan hjá orðunum. Eftir at hava fingist við at yrkja fyrst og fremst gav Carl Jóhan Jensen seg í holtur við skaldsøguskriving og hevur givið fleiri langar skaldsøgur út, eitt nú ta burlesku og fjølspunnu skaldsøguna Ó – søgur um djevulskap (2005). Ó-søgurnar lýsa hendingar í Føroyum gjøgnum fleiri øldir og eru fullar av undirgreinum, sum viðmerkja søgugongdina, so lesarin viðhvørt situr bæði spyrjandi og forvitin eftir.
Lið um lið við tann skriftevnisliga lýrikkin er ein samfelags-sálarfrøðilig realisma vaksin fram í stuttsøgum eftir Hanus Kamban, Oddvør Johansen og Gunnar Hoydal. Í mun til Heðin Brú og Martin Joensen savnar henda realisman seg um einstaklingin. Oddvør Johansen gav sína fyrstu skaldsøgu Lívsins summar út í 1982, og við sínum lætta, atkomuliga stíli fekk hon skjótt nógvar lesarar. Við stuttsøgum, skaldsøgum og ritroyndum hevur hon varðveitt sína støðu sum ein av teimum mest lisnu prosahøvundunum í Føroyum. Stuttsøgurnar hjá Hanusi Kamban hava tíðum eitt afturlítandi sjónarmið, soleiðis at fortíðin birtist í nútíðarljósi. Umframt at skriva sjálvur hevur Hanus týtt útlendskar bókmentir til føroyskt og givið einevnisrit út um aðrar rithøvundar. Gunnar Hoydal flutti seg skjótt frá stuttsøguni til skaldsøguna. Eitt afturvendandi evni í skrivingini hjá Gunnari er ferðing um lond og viðurskiftini ímillum lítlu Føroyar og ta stóru verð. Skaldsøgan Í havsins hjarta (2007) er ein stórætlað roynd at lýsa føroysku tjóðskaparrørsluna sum eina ættarsøgu, sum byrjar, tá ið danski presturin Jørgen Falk Rønne kemur til Føroya í 1889. At fara úr Føroyum og koma og búgva í øðrum landi er evni í nógvum stuttsøgum og skaldsøgum í seinnu helvt av 20. øld, eitt nú skaldsøguni Burtur eftir Bergtóru Hanusardóttir. Bókin kom út í 2006 og lýsir lestrarárini hjá høvuðspersóninum í Keypmannahavn í 1960-árunum.
Oddfríður Marner Rasmussen hevur flutt modernismuna í føroyskum bókmentum tann persónliga vegin við yrkingum um barnaár, vinir og foreldur. Við skaldsøguni Ikki fyrr enn tá (2019), um hvussu ein maður loftar at síggja konu sína fara ígjøgnum sjúku og deyða, rakk hann til ein breiðan lesaraskara við sínum í senn einfalda og myndríka máli. Tað persónliga eyðkennir í uppaftur størri mun skrivingina hjá Katrini Ottarsdóttir. Hon gav út sítt fyrsta yrkingasavn Eru koparrør í himmiríki? í 2012. Í yrkingunum lýsir hon eina sálarsjúka mammu og ein sjálvstýnandi pápa, sum tey taka seg út í barnsins eygum.
Blendingar
Hugleiðingar um tjóðskap, mál og náttúru sóust meiri enn so í føroyskum skaldskapi longu í 1980-árunum, viðhvørt sum spei ella tilvitað herming. Men ein nýggj og í størri álvara endurhugsað viðgerð av viðurskiftunum ímillum menniskjað, náttúru og mál ger nú vart við seg í samtíðarskaldskapinum, sum eisini í formi leitar eftir eini meira samansettari framseting.
Serliga Kim Simonsen hevur fingist við náttúru og umhvørvi í sínum lýrikki, ið evnisliga er nær knýttur at starvi hansara sum bókmentagranskari. Hann vísir javnan beinleiðis til vísindalig rit í sínum yrkingum.
Trygvi Danielsen gav út fyrstu ferð í 2013, tað var útgávan The Absent Silver King, og í henni eru bæði yrkingar, ørtekstir og ein fløga. Enskt mál verður brúkt ikki bert í titlinum, men eisini í fleiri tekstum. Útgávan er bæði eitt frávik frá hugmyndini um einmálsligar bókmentir og frá siðbundnari hugsan um, hvat eitt yrkingasavn er.
Leitanin ímóti einum í formi og bókmentaliga samansettari lýrikki kom skilliga til sjóndar, tá ið Lív Maria Róadóttir Jæger gav út Hvít sól í 2015, eitt stílfast savn av stuttum poetiskum tekstum um samlag ímillum fólk, sannkenning og mál. Henda formin menti hon víðari í bókini Eg skrivi á vátt pappír (2020). Anna Malan Jógvansdóttir hevur skrivað yrkingar um støðuna hjá menniskjanum í ringrás náttúrunnar. Í 2019 kom bókin Psykodrotningin við undirtitlinum Hybrida, har Malan ger royndir við forminum.
Ta væl umtóktu krimisøguna hevur Jógvan Isaksen við tjúgu krimiskaldsøgum mest einsamallur myndað í føroyskum høpi. Hann skrivar eftir tí samfelagstilvitaða norðurlendska krimisøguleistinum. Kortini er Jógvan eisini tilvitaður um føroyska hevd og arvmentir, bókatitlarnir sipa ofta til kvæði, og í skaldsøgunum er aftur og aftur víst til føroyskan samtíðarskaldskap.
Barbara
Skaldsøgan Barbara eftir Jørgen-Frantz Jacobsen og framhaldslív hennara taka stutt og væl saman um føroyska bókmentasøgu. Bókin varð útgivin, eftir at Jørgen-Frantz doyði í 1939. Hon byggir á søgnina um Beintu og teir tríggjar prestarnar, hon var gift við. Søgnin er úr 17. øld, men skaldsøgan fer fram í 18. øld. Skaldsøgan er skrivað á donskum og hoyrir tískil til tað tvímálsliga tíðarskeiðið í føroyskum bókmentum. Hon kom ikki út í føroyskari týðing fyrr enn í 1972.
Afturímóti varð skaldsøgan skjótt týdd til fleiri onnur mál, og granskað hevur verið í henni frá ævisøguligum sum søguligum sjónarmiði. Somuleiðis hevur feministisk og eftirhjálandalig gransking mett um stílbrøgdini í bókini og hennara samansetta heim. Og ikki síðst hevur filmur fleiri ferðir verið gjørdur eftir skaldsøguni. Seinast í 1997, tá ið Nils Malmros gjørdi filmin Barbara. Filmarnir hava gjørt sítt til, at bókin hevur fingið ta útbreiðslu, hon hevur.
Føroyskar barnabókmentir
Fyrst í 20. øld, stundum nevnd barnaøldin, komu føroyskar barnabókmentir í almenna ljósmálan við fyrsta barna- og ungdómsblaðnum á føroyskum, Ungu Føroyar. Tað var í 1907. Í blaðnum vóru søgur og yrkingar, sum javnan vóru upplærandi.
Yvirhøvur stóðu lærarar fyri at skriva og geva barnatilfar út. Fyrsta yrkingasavnið hjá Hans Andriasi Djurhuus, ið hvørt mansbarn kennir, varð fyri børn, Barnarímurnar. Tær komu út í 1915. Rímurnar lærdu bæði børn og vaksin at lesa yrkingar. Umsettar barnabøkur hava síðan 1950-árini verið ein drúgvur partur av barnabókaútgávuni í Føroyum.
Størsta framtakið fyri barnabókmentir á føroyskum varð gjørt í 1986, tá ið Lærarafelagið stovnaði ein barnabókaklubba við tí endamáli, at bíligar barnabøkur kundu fáast um alt landið. Bókaklubbin gevur átta bøkur út um árið, tær flestu umsettar og prentaðar í millumlanda samprenti. Hetta hevur havt við sær, at úrvalið av bókum til børn í øllum aldursbólkum er vaksið munavert.
Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags (BFL) og forlagið Sprotin, ið geva barna og ungdómsbøkur út, meginparturin týddar bøkur. Høvundarnir Bárður Oskarsson og Rakel Helmsdal eru týddir til mong mál og hava fingið virðislønir bæði úti og heima, hann fyri sínar minimalistisku myndabøkur og hon fyri sínar hugfloygdu frásagnir.
Les meira
- Filmur
- Listahandverk og sniðgeving
- Mál og málføri
- Myndlist
- Siðvenjur og frásagnir
- Sjónleikur
- Trúgv og trúarligt virksemi
- Tónleikur
Les meira um føroyska mentan