Veltan

Felagsskapurin Veltan er úrslit av eini menningarætlan. Har hava landbúnaður og eldhugaðir einstaklingar á staðnum tikið seg saman um at velta grønmeti undir loysnarorðinum »Sandoy – hin grøna oyggin«. At vera sjálvhjálpin við mati, góðska og gjøgnumskygni eru hornasteinarnir í framtakinum.

Í 2019 vann Veltan virðislønina Emblu, Nordic Food Awards, sum norðurlendskur matframleiðari. Veltan stendur fyri árliga Eplafestivalinum, sum hvørt ár verður hildin í Trøðum á Sandi. Her verður vøran, sum er framleidd á staðnum, víst fram og seld, umframt at mentanartiltøk fara fram.

Í 2018 fór háskúlin Matur og Moldmentan til verka. Hann er sjálvstøðugur stovnur í samstarvi við Veltuna. Háskúlin leggur dent á jørðildi, mat, burðardygd og mentan. Upprunaliga var ætlanin, at háskúlin skuldi vera samskiftistáttur hjá Veltuni. Í 2020 varð stovnað háskúlafelag við tí endamáli at stuðla háskúlanum og skapa gott samband millum háskúlanæmingarnar og millum skúlan og bygdarsamfelagið.

Les meira

Les meira um føroyska samfelagið og vinnulívið

  • Anna Paulina Leo Olsen

    (f. 1975) BA í søgu, MA í løgfrøði og MSSc. í stjórnmálafrøði. Akademiskur fyrisitari við Fróðskaparsetur Føroya.