Húsavík

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Brim í Húsavík. Fremst í myndini trý gróthús við flagtekju.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2017

Húsavík, nevnd í Hundabrævinum, er 31 merkur. Av teimum eru 26 merkur festijørð, sum hava ein festara, og 5 merkur eru óðalsjørð. Áseyðatalið er 641. Í Húsavík búgva 61 fólk.

Eitt eyðkenni í bygdini er tann umleið 10 km langi bøgarðurin. Her búði Húsfrúgvin í Húsavík, tann ríka og valdmikla Guðrun Sjúrðardóttir, og tað sigst um hana, at hon endurreisti bygdina eftir svartadeyða. Ymisk fornfrøðilig merki stava frá henni. Við víkina, sum vendir eystureftir, sæst ein umleið 500 m langur sandur við tveimum trunkum av avgomlum gróthúsum, kallað á Tumbakka.

Kirkjan í Húsavík, sum er frá 1863 og laðað úr gróti og flagtakt, er fyri ein part opin upp í tróðrið og hevur træbeinkir. Hon er hvítkálkað uttan og innan. Eftir at hon var varisliga umvæld, varð kirkjan tikin aftur í nýtslu í 1991 við nýggjari altartalvu eftir Sven Havsteen-Mikkelsen. Í 1943 varð ungmannafelagið Sólarris stovnað við egnum húsi, sum enn hýsir einum stórum parti av felagslívinum í bygdini. Húsavík fekk nýggja bátahavn í 1980-árunum, sum J&K Petersen Contractors bygdu saman við Tróndi Patursson, sum stóð fyri listaverki á havnarlagnum við evni av sjónum.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Anna Paulina Leo Olsen

    (f. 1975) BA í søgu, MA í løgfrøði og MSSc. í stjórnmálafrøði. Akademiskur fyrisitari við Fróðskaparsetur Føroya.