G! festivalurin

Festivalsgestir hugna sær í heitu pottunum á G! Festivalinum í juli 2018. Í baksýni sæst skonnartin Norðlýsið, sum altíð liggur á víkini, tá ið G!Festivalur er.
MARINE GASTINEAU/RITZAU SCANPIX

Í 1990-árunum vildu óvanliga nógvir tónleikarar í Gøtu sleppa longur við sínum tónleiki, enn teir høvdu gjørt hagartil. Teir tóku í 1998 stig til Tónleikasamtakið GRÓT. GRÓT hevði til endamáls at bøta um viðurskiftini hjá tónleikarum. At samtakið varð stovnað hevur havt stóran týdning fyri alt tónlistalívið í Føroyum, og fleiri av teimum stóru nøvnunum eru upprunnin úr hesum umhvørvinum. Eitt nú Eivør Pálsdóttir, Høgni Lisberg, Marius Ziska, Clichaze, Boys in a Band og Orka.

Á eini tónleikaferð um Norðurlond í 2002 gjørdi rokkbólkurin Clickhaze av at skipa fyri einum tónleikafestivali í Føroyum. Festivalurin skuldi vera á sandinum í Syðrugøtu og eita G! Festivalurin. Longu 19. juli hetta sama árið varð festivalurin veruleiki. Hetta upp á seg lítla tiltakið eydnaðist kortini so mikið væl, at árið eftir varð sett munandi hægri á og fleiri útlendsk nøvn fingin at koma. Síðan vaks festivalurin ár undan ári og kom í hæddina í 2005. Aftrat teimum 6.000, sum keyptu atgongumerki tað árið, komu millum 2.000 til 4.000 aftrat annaðhvørt gjøgnum hagan ella sjóvegis at hoyra nøvn sum Europe, Nephew og Afenginn.

Áhugin at skipa fyri tónleikafestivalum breiddi seg um landið, men G! Festivalurin hevur varðveitt sína serstøðu kortini. Í mun til festivalin er Syðrugøta ein lítil bygd. Bygdarfólkið leggur nógv fyri at taka væl ímóti teimum mongu vitjandi og gera sítt til at skapa eitt serligt huglag, ið útlendsk miðlafólk aftur og aftur geva sær far um. Tað hevur gingið misjavnt hjá G!Festivalinum bæði tónlistarliga, fíggjarliga og við veðrinum. Í 2010 varð ein grunnur stovnaður til at standa fyri rakstrinum, og í 2015 valdi stovnarin og leiðarin, Jón Tyril, at taka seg úr leiðsluni. Men festivalurin heldur fram.

Les meira

Les meira um føroyska mentan

  • Erling Isholm

    (f. 1969) Ph.d. í søgu. Adjunktur við Fróðskaparsetur Føroya.