Fornøld

Fingurringur av Velbastað av forgyltum silvuri, prýddur við kristnu teknunum, dúgvum og krossi. Hann varð funnin í sambandi við kanningina av lítlu kirkjutoftini í rundleitta kirkjugarðinum har.
FINNUR JUSTINUSSEN, 2016
Ringprónur við valknúti, tekin, sum er knýtt at óðinsdýrkan. Hetta slagið varð gjørt í Dublin um ár 900. 150 mm langa nálin, funnin í Tjørnuvík í 1956, var eitt avgerandi fornfrøðiligt prógv um búreisingar her í víkingatíð. TJÓÐSAVNIÐ

Fornfrøðiligar og plantufrøðiligar kanningar benda á, at búseting hevur verið undan teirri norrønu búsetingini, sum er kend frá 800-talinum. Fyrsta farslóðin eftir fólk, eru nøkur kolað byggkorn, funnin í tveimum øgnum í øskuni undir einum langhúsi á Sondum heima á Sandi. Útgrevsturin fór fram í 2006, og kolevni-14 tíðarfestingin segði kornini í niðaru øgnini at vera frá tíðini millum 300- og 500-talið og í ovaru øgnini frá tíðini millum 500- og 700-árini.

Í 2021 kundi prógvast, at fólk hava hildið til í Føroyum í um 300 ár, áðrenn víkingarnir komu. Úrslitini byggja á kanningar av botnsigi, sum í áratúsund hevur hópað seg upp á botni í Eiðisvatni í Eysturoy. Botnsigið er kannað fyri fortíðar-DNA av plantum og dýrum saman við leivdum av skarni undan m.a. seyði. Við hjálp frá kolevni-14 tíðarfestingum og tefra-kronologi (tíðarfestingum av øskuløgum úr kendum eldgosum) ber til at vísa á broyting í gróðrinum, sum kann vera komin av, at seyður bítur hagan, um ár 500.

Onnur spor, sum kunnu hava samband við búsetingina frammanundan, eru velt lendi, sum síggjast sum smalir teigar avmarkaðir av lágum, javnfjarum grasaðum vallgørðum av gróti og flag. Hesi lendi eru at finna í suður- ella vesturvendum brekkum, stundum har reiðiliga illgongt er at koma at sum t.d. í Akrabergi og Mykinesi. Her hava plantufrøðiligar kanningar og sáðsundurloysingar m.a. víst á kornvelting í 600-700-talinum.

Endurgerð av tí fornfrøðiliga útgrivna langhúsinum frá um leið ár 900 á Toftanesi í Leirvík. Umframt bygningarnar vóru funnir lutir í hópatali, sum lýsa gerandisdagin í víkingatíðini. Nakrir kunnu síggjast á framsýningini á Tjóðsavninum.
TJÓÐSAVNIÐ, 2007

Írski munkurin og landafrøðingurin Dicuil skrivaði í 825 bókaverkið De mensura orbis terrae (Mát jarðarkringsins). Dicuil, sum starvaðist í tí frankiska ríkinum, greiddi við støði í sjónarvitnisfrásøgn hjá einum írskum landsmanni frá einum oyggjaflokki í Norðuratlandshavi, sum samsvarar væl við Føroyar. Sambært honum høvdu hesar oyggjar verið bygdar av írskum einbúgvum, men vóru nú manntómar orsakað av norrønum sjórænarum. Her skulu teir hava búleikað í umleið 100 ár. Tó eru eingi fornfrøðilig spor funnin, sum kunnu verða sett í samband við munkabúseting í oyggjunum.

Les meira

Les meira um Føroya søgu

  • Símun V. Arge

    (1948-2021) Cand.mag. í miðaldarfornfrøði og evropeiskari tjóðlívsfrøði. Ráðgevi og granskari á Tjóðsavninum.