Ærgisbrekka og summarbeiti

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Tá ið elfelagið SEV skuldi byrgja Eiðisvatn í 1986 til vatngoymslu, fylgdi ein stórur fornfrøðiligur útgrevstur við í einum øki í Ærgisbrekku, har tey funnu 22 smá gróthús. Kolevni-14 kanningar vístu, at summarbeiti á Ærgisbrekku byrjaði í 800-talinum og endaði mitt í 1000-talinum.

Summarbeiti var partur av arbeiðslagnum á landnámsgørðum hesa tíðina, tá ið fólk, eins og í Noregi, um summarið búðu á ærgi (summarbeiti) við húsdýrunum.

Áðrenn Eiðisvatn varð byrgt í sambandi við at byggja vatnorkuverk, vóru fornfrøðiligar leivdir av einum ærgi (summarsetri) úr víkingatíðini funnar á Ærgisbrekku. Síðan hevur kanning av botnsigi í Eiðisvatni tíðarfest komuna av seyði og harvið eisini fólki til umleið ár 500.

Les meira

Les meira um Føroya søgu

  • Sigfríður S. Sólsker

    (f. 1980) BA í søgu og mentan við hjágrein í føroyskum. Leiðandi ritstjóri á Námi.