2020 stóðu dieselverk fyri 61,3 prosentum av elframleiðsluni, og vatnturbinur og vindmyllur góvu ávikavist 26,7 % og 11,6 %. Interkommunala elfelagið SEV hevur tó sett sær fyri, at øll elframleiðsla skal koma frá varandi orkukeldum í 2030, og tað krevur, at tann varandi orkan verður munandi útbygd. Skal tað henda, fara vindmyllur óivað at hava stóran týdning, og fyri 2030 skulu tí nógvar vindmyllur setast upp í Føroyum.
Vindurin er lutfalsliga støðugur í Føroyum og vindferðin rættiliga nógv. Tað ger, at stórir møguleikar eru í vindorku til elframleiðslu, eisini hóast meldur millum tey høgu og brøttu fjøllini er ein avbjóðing summstaðni. Staðsetingin av vindmyllum verður vald eftir vindviðurskiftunum, undirstøðukervinum og útbreiðslukervinum. Tá ið ætlanin verður løgd, er eisini neyðugt at hava fyrilit fyri teimum náttúruvirðum, sum vindmyllurnar kunnu ávirka. T.d. kunnu vindmyllurnar vera til ampa fyri fuglin, sum verður órógvaður av larminum, og eisini er vandi fyri, at flúgvandi fuglar kunnu renna á myllurnar. Haraftrat má fyrilit eisini havast fyri tí fagurfrøðiliga táttinum, tá ið staðsetingin av myllum verður avgjørd, umframt at óljóð frá teimum kann vera til ampa t.d. í bústaðarøkjum í nándini.
Áðrenn tað ber til at geva loyvi til at seta vindmyllur upp, er tí neyðugt at gera eina meting av fylgjunum fyri umhvørvið, sum lýsir og metir allar týðandi fylgjur fyri umhvørvið og náttúruna. Í hesum sambandi verða almenningurin og allir viðkomandi myndugleikar og felagsskapir tiknir við. Haraftrat skulu vindmyllur hava umhvørvisgóðkenning, har m.a. markvirði verður sett fyri óljóð, skuggavarping umframt krav um sjálvseftirlit og at lata inn frágreiðingar.
Les meira
- Bakkafrost
- Føroya stjórn og stýrisskipan
- Íbúgvar og bústaðir
- Kommunurnar
- Laksaaling
- Landbúnaður
- Orkuveiting
- Politikkur og ætlanir
- Reiðaríið Varðin
- Salt
- Útbúgving og gransking
- Vinna og arbeiðsmarknaður
Les meira um føroyska samfelagið og vinnulívið