Í 50 ár hevur fiskaaling flutt seg frá grulvandi royndum til at vera størsta einstaka útflutningsvøra í Føroyum, og landið er í dag fimti størsti laksaframleiðari í heiminum. Í 2020 arbeiddu 1.600 fólk í teimum trimum alifyritøkunum í landinum. Laksaútflutningurin í 2019 var 78.000 tons, og útflutningsvirðið á laksi og laksavørum var uml. 4 mia. kr.
Søguliga menningin
Fyrstu royndirnar at ala síl og laks vórðu gjørdar í 1968, tá ið fyrrverandi skiparin Júst í Túni fór at ala ælabogasíl. Hesar royndir bygdu á norska sílaaling á sjónum. Havlívfrøðingurin Andreas Reinert fór bæði til Danmarkar og Noregs í 1960-árunum at fáa sær vitan, og alingin í Føroyum byggir í stóran mun á hansara frágreiðing frá kanningarferðini.
Alingin í 1970-árunum var royndartíð. Tað almenna felagið Fiskaaling yvirtók alingina í 1973 og bygdi líðandi upp vitan um bæði síla- og laksaaling. Við tí sum grundarlagi vórðu tey fyrstu privatu feløgini sett á stovn á økinum í 1980. Hóast árligi útflutningurin árini 1975-80 bara lá uml. 100 tons, var framleiðslan støðug; talan var bara um síl, og handilsketan Irma seldi vøruna sum portiónssíl.
Møguleikarnir til fiskiskap á havinum vórðu nógv avmarkaðir, tí at fiskimarkið í 1977 varð flutt út á 200 fjórðingar. Tí varð neyðugt at røkja og røkta havið á annan hátt, sum skumpaði undir, at politisku myndugleikarnir fóru at síggja møguleikar í aling. Í 1980 skipaðu føroysku alararnir seg í Føroya Havbúnaðarfelag, men ikki fyrr enn í 1988 orðaðu politikararnir fyrstu alilógina. Laksaaling var nýggj á heimsstigi, og eftirspurningurin var stórur. Prísurin vaks støðugt og kom í 1986 upp á 70 kr. fyri kilo.
1986 upp á 70 kr. fyri kilo. Høgi laksaprísurin merkti, at áhugin fyri laksaaling var ómetaliga stórur. Tó var hugtakið um burðardygga aling fjart, og nógvar alistøðir vórðu settar í sama øki, og hetta hevði við sær álvarsligar sjúkur. Saman við búskaparligu kreppuni gjørdist støðan eitt satt bakkast í aliídnaðinum í fyrru hálvu av 1990-árunum. Politisk átøk og kredittloysnir førdu til, at talið á alifeløgum minkaði úr 65 niður í 20, og við útlendskum kapitali varð ídnaðurin endurreistur. Fyri at sleppa undan, at hann skuldi enda púrasta á útlendskum hondum, broytti landsstýrið samstundis lógina soleiðis, at útlendingar nú bara kunnu eiga upp til 33 % av einum felag.
Árini 2000-05 kom annað stóra bakkastið við ILA-virusinum, og næstan øll aling steðgaði. Samstundis sum sjúkan herjaði alistøðini, fall prísurin. Vágin at fíggja yngul at seta út, har bæði yngul, fóður og lønir kundu fara fyri skeytið, helt bankunum frá at veita ídnaðinum lán, men alarar settu í samstarvi við politikarar og heilsumyndugleikar í verk eina ætlan um sjúkufyribyrging. Hon hevði við sær, at øll aliøki í landinum skuldu liggja óvirkin í hálvt ár, áðrenn alingin kundi takast uppaftur. Nýggja rakstrarskipanin, har bara ein árgangur kundi vera í sama aliøki í senn, bygdi fyrst og fremst á reint umhvørvi og natúrlig viðurskifti hjá laksinum, so hann ikki varð strongdur.
Í 2005 fór aftur at ganga framá í aliídnaðinum, men nú vóru bara fá feløg eftir. Eftir subprime-kreppuna í 2007-2008 lækkaði talið á alifyritøkum til uml. 5, og í 2012 vóru bara 3 eftir.
Stórt vald og stór ábyrgd
Tann núverandi bygnaðurin er vaksin fram úr broytingunum fyrst í øldini og samanleggingunum í 2012. Tey seinastu 10-15 árini er føroyski laksaídnaðurin vaksin til at vera ein avgerandi altjóða luttakari við ávirkan á samfelagið.
Tað størsta av teimum trimum alifeløgunum er Bakkafrost, sum hevur umleið 80 % av allari framleiðsluni. Felagið varð stovnað í 1968 sum eitt familjufelag við framleiðslum úr sild og øðrum fiskavørum, men fór í 1980 at ala síl og laks. Bakkafrost er eitt sterkt vertikalt greinað felag, sum síðan 2011 hevur havt viðburð á Oslo Børs – í langa tíð sum alifyritøkan við størsta avlopið fyri kilo. Yvirskotið í 2019 var oman fyri 800 mió. kr.
Næststørsta felagið er Hiddenfjord (fyrr Luna), sum upprunaliga eisini var familjufyritøka, hvørs søga røkkur aftur til 1929, og sum leingi hevur hildið fast í familjugrundaða bygnaðin. Triðja og minsta felagið er Mowi, fyrrverandi Marine Harvest. Mowi hevur virksemi í 25 londum og var í 2020 heimsins størsti framleiðari av atlantslaksi.
Tær føroysku alifyritøkurnar guldu tilsamans 435 mió. kr í partafelagskatti, aliavgjøldum og vinnuskatti í 2018. Haraftrat rindaði aliídnaðurin 5 % í tøkugjaldið fyri hvørt kilo av seldum laksi. Avgjaldið minkar, tá ið prísurin á laksi fer undir 36 kr. fyri kilo.
Útflutningurin fór árini 2010-20 fyri tað mesta til Evropa, USA og Kina, men síðan 2013 hevur haraftrat verið stór framgongd á russiska marknaðinum. Hetta kom av, at Russland boykottaði innflutning av matvørum úr ES og eini røð av øðrum londum sum svar til politisku revistiltøkini hjá ES; av tí at Føroyar ikki eru limir í ES, vórðu Føroyar ikki raktar av boykottinum. Tað kann tí gerast afturstig fyri føroyskan útflutning, um viðurskiftini ímillum Russland og ES gerast vanlig aftur. Sum heild er føroyski útflutningurin nú spjaddari enn í ár 2000.
Ein framtíð við avbjóðingum
Aliídnaðurin er lívfrøðiliga viðbrekin, og hóast góðu úrslitini seinastu árini er hann í harðari altjóða kapping. Tí hevur tað havt avgerandi týdning at granska í og áhaldandi at menna hættir, sum kunnu menna alingina, so hon framhaldandi kann vera kappingarfør.
Framtíðin hevur stórar avbjóðingar við sær. Tað var nýtt fet á leiðini, tá ið stjórnin í Fiskaaling saman við politisku myndugleikunum í 2007 samtykti, at høvuðsuppgávan í framtíðini skal vera gransking, menning, ráðgeving og at bjóða tænastur út, og at rognaframleiðslan varð niðurløgd. Tað hendi samstundis, sum Bakkafrost tók á seg at bjarga føroyska laksastovninum og at byrja rognaframleiðslu á landi, eftir at stórur partur av rogninum síðan 2005 hevði verið innfluttur. Eins og í øðrum londum er alilaksurin í Føroyum haraftrat plágaður av laksalús. Vónin er, at íløgur og gransking fara at finna eina nýtiliga loysn.
Tað var aling á sjónum, aling av yngli og royndaraling á tilsamans 38 støðum í 2020. Fyri at økja framleiðsluna hevur aliídnaðurin longt tíðina, sum ynglið er á landi, samstundis sum hann helt fram við royndum á opnum havi.
Les meira
- Bakkafrost
- Fiskivinnan
- Føroya stjórn og stýrisskipan
- Heilsa og umsorgan
- Hiddenfjord
- Íbúgvar og bústaðir
- Koks
- Kommunurnar
- Landbúnaður
- Orkuveiting
- Politikkur og ætlanir
- Reiðaríið Varðin
- Veltan
- Vinna og arbeiðsmarknaður
Les meira um føroyska samfelagið og vinnulívið