Í fíggjarkreppuni 1992 bygdi Hiddenfjord eina alistøð til laksayngul, sum seinni er útbygd fleiri ferðir. Hiddenfjord byrjaði laksaaling í Vágum úti fyri Miðvági og Sandavági mitt í 1990-árunum, og frá 2006 yvirtók Hiddenfjord laksaaling á Sørvágsfirði, og har fóru teir undir laksatøku og góðsking av laksavøru í egnum bygningum. Hiddenfjord er eitt av týdningarmestu arbeiðsplássunum í Vágum.
Í 2019 fór Hiddenfjord undir aling úti á havi norðanfyri, úti fyri Víkum, men aliflakin rak á land í 2021. Í 2020 hava streymmátingar verið gjørdar í Vestmannasundi við framtíðaraling á sundinum í huga.
Les meira
- Bakkafrost
- Landbúnaður
- Fiskivinnan
- Føroya stjórn og stýrisskipan
- Heilsa og umsorgan
- Íbúgvar og bústaðir
- Koks
- Kommunurnar
- Laksaaling
- Orkuveiting
- Politikkur og ætlanir
- Reiðaríið Varðin
- Salt
- Útbúgving og gransking
- Veltan
- Vindmyllir
- Vinna og arbeiðsmarknaður
Les meira um føroyska samfelagið og vinnulívið