Bakkafrost

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Tey framleiða laksaportiónir í tí stóru framleiðsluhøllini á Bakkafrosti á Glyvrum. OSCAR SCOTT CARL/RITZAU SCANPIX, 2019

Laksaalivirkið Bakkafrost er Føroya størsta privata arbeiðspláss við høvuðssæti á Glyvrum. Tað vóru brøðurnir Hans og Róland Jacobsen, sum grundaðu virkið í 1968, og frá 1971 kom eisini bróðirin Martin uppí. Í fyrstani arbeiddi Bakkafrost sild av Skálafjørðinum og øðrum firðum, hon bleiv saltað, marinerað, skorin til flak og seld sum dósamatur, men aðrar fiskavørur vórðu eisini útfluttar. Í 1979 var virkið millum tey fyrstu í Føroyum at miðsavna seg um alibrúk við laksa- og sílaaling.

Í 2005 varð virkið endurstovnað sum Bakkafrost Holding, sum síðani hevur verið støðugt vaksandi: 26. mars 2010 var tað skrásett í keypsskálanum í Oslo, og nú eru eigararnir bæði føroyskir og útlendskir íleggjarar.

Í 2011 keypti Bakkafrost virkið Havsbrún, sum framleiðir fiskamjøl, -olju og -fóður. Soleiðis gjørdist Bakkafrost einasta virki í heiminum, sum hevur eina framleiðslu- og søluketu við framleiðslu av fiskamjøli, -olju og fóðuri, laksayngli og sjóaling, laksaslakt, egna kassaframleiðslu og framleiðslu av lidnum vørum og sølu til handilsketur.

Í 2019 keypti Bakkafrost skotsku alifyritøkuna The Scottish Salmon Company, og ætlanin er at investera um leið 2 mia. kr. í Skotlandi. Regin Jacobsen er núverandi stjóri í samtakinum, og Runi M. Hansen er stýrðisformaður

Les meira

Les meira um føroyska samfelagið og vinnulívið

  • Jóan Pauli Joensen

    (f. 1945) Dr.phil. í søgu og fil.dr. í tjóðlívsfrøði. Professari emeritus, adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya og fyrrverandi rektari Setursins.