

ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2017
Í markatalsbygdini Gásadali búgva 13 fólk, og hon hevur 18 merkur. Av teimum eru 3 merkur og 8 gyllin festijørð, sum er býtt millum tveir festarar, og 14 merkur og 8 gyllin eru óðalsjørð. Áseyðatalið er 576.
Áðrenn tunnilin til Gásadals varð tikin í nýtslu, var bygdin illa atkomulig bæði sjóvegis og yvir land, men nú er Gásadalur eitt væl umtókt ferðamál, serliga er at nevna Múlafoss.
Í Gásadali síggjast toftir av garðinum hjá tí múgvandi Gæsu úr Kirkjubø, sum sagnir siga frá. Katólsku kirkjumyndugleikarnir dømdu hana at missa allar ognir fyri at hava etið kjøt í føstu. Tá ið hon flutti til Gásadals, fekk hon 7 merkur í jørð frá systursyni sínum.
Um 1830 búsettist fólk í niðursetubygdini Víkum í Gásadalshaga, men plássið var so illa atkomandi og fjarskotið, at tey síðstu fólkini fluttu haðani í 1910. Eins og Mykineshólmur vóru Víkar gott beiti til oksar og drápsneyt.
Í mong ár var yrkjarin og sálmaskaldið Mikkjal á Ryggi ferðalærari í Gásadali og Bø.
Les meira
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum